Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 69

Ein genta hjálpir einum stórum manni

Ein genta hjálpir einum stórum manni

HVAT er tað henda gentan stendur og sigur? Hon er í ferð við at fortelja frúuni um Elisa, ið er profetur fyri Jehova, og um alt tað góða Jehova hjálpir honum at gera. Frúan kennir ikki Jehova, tí hon er ikki úr Ísrael. Nú skalt tú hoyra hvussu tað ber til at gentan er í hennara húsi.

Frúan er úr Sýrlandi. Maður hennara er Na’aman, herførari í sýrlendska herinum. Sýrlendingar hava fangað ta ísraelitisku gentuna, og nú skal hon vera tænastugenta hjá konu Na’aman.

Na’aman hevur eina ræðuliga sjúku, spitalskusjúkuna. Henda sjúkan kann gera at kjøtið dettur av kroppinum. Tí sigur gentan við konu Na’aman: ’Hevði hann bara farið til profetin hjá Jehova í Ísrael. Hann hevði hjálpt honum frá spitalskusjúkuni.’ Maðurin fær at vita hvat tann lítla gentan hevur sagt.

Na’aman vil so fegin vera frískur; hann ger av at fara til Ísrael. Hann kemur hagar, og fer til húsið hjá Elisa. Elisa sendir tænara sín út við boðum um at Na’aman skal fara oman og skola sær í Jordanánni sjey ferðir. Na’aman verður illur og sigur: ’Áirnar heima hjá okkum eru nógv betri enn áirnar í Ísrael!’ Og so fer hann avstað.

Men ein tænari hjá Na’aman sigur við hann: ’Hevði Elisa biðið teg gera okkurt torført, so hevði tú gjørt tað. Kanst tú ikki bara fara oman og skola tær sum hann segði?’ So fer Na’aman at enda oman til Jordanánna og hann fer undir sjey ferðir. So skjótt sum hann hevur gjørt tað verður hold hansara frískt, hann hevur fingið heilsuna aftur!

Nú er Na’aman glaður. Hann skundar sær aftur til Elisa. ’Nú veit eg fyri vist at Gud Ísraels er hin einasti sanni Gud á allari jørðini. Her er ein gáva, tak ímóti henni frá mær.’ Men Elisa svarar: ’Nei, eg skal ikki hava nakað afturfyri.’ Elisa veit at hann eigur ikki at taka ímóti gávuni, tí Jehova var tann ið gjørdi Na’aman frískan. Men tænarin hjá Elisa, Gehazi, vildi fegin havt gávuna.

Og hvat ger Gehazi? Tá Na’aman er farin, rennur Gehazi aftan á honum. ’Elisa bað meg siga at nakrir gestir eru komnir at vitja hann, so hann vil fegin hava nakað av gávuni kortini,’ sigur Gehazi. Hetta er sjálvandi lygn. Men tað veit Na’aman ikki, og hann gevur Gehazi burtur av gávunum.

Nú kemur Gehazi heim, men Elisa veit hvat hann hevur gjørt. Jehova hevur sagt honum tað. Hann sigur: ’Afturfyri at tú hevur verið óndur og gjørt hetta, skalt tú fáa spitalskusjúkuna hjá Na’aman.’ Og soleiðis verður tað! Í somu løtu slær spitalskusjúkan út á Gehazi.

Hvat lærir hetta okkum? Jú, fyrst at vit skulu tosa um Jehova, sum gentan gjørdi. Tað kann hjálpa nógvum menniskjum. Og síðan at vit ikki skulu vera stolt sum Na’aman var í fyrstuni, men lýða Guds tænarar. Og at enda at vit ikki mugu lúgva, sum Gehazi gjørdi. Kann Bíblian ikki læra okkum nógv?

2 Kongabókin 5:1-27.