Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 63

Hin vísi Sálomo kongur

Hin vísi Sálomo kongur

SÁLOMO er ikki fyltur 20 ár tá hann verður kongur. Hann elskar Jehova, og hann fylgir teimum góðu ráðunum pápi hansara Dávid hevur givið honum. Jehova dámar Sálomo, og eina náttina sigur hann við hann í dreymi: ’Sálomo, hvat vilt tú eg skal geva tær?’

Sálomo svarar: ’Jehova, Gud mín, eg eri so ungur og eg dugi ikki at stjórna. Gev mær vísdóm, so eg kann stýra fólki tínum væl.’

Jehova gleðist um bønina hjá Sálomo. Hann svarar: ’Av tí at tú baðst um vísdóm, og ikki um eitt langt lív ella ríkidømi, skal eg geva tær størri vísdóm enn nøkrum øðrum sum hevur livað. Men eg skal eisini geva tær tað tú ikki baðst um, bæði ríkidømi og æru.’

Stutt eftir hetta koma tvær kvinnur til Sálomo við einum truplum spurningi. ’Henda kvinnan og eg búgva í sama húsi,’ greiðir onnur frá. ’Eg átti ein drong, og tveir dagar seinni átti hon eisini ein drong. Men so eina náttina doyði barnið hjá henni. Og meðan eg lá og svav, legði hon tað deyða barnið yvir til mín og tók barnið hjá mær. Tá eg vaknaði og hugdi at tí deyða barninum, sá eg at tað var ikki drongurin hjá mær.’

Men hin kvinnan sigur: ’Nei, eg eigi tað livandi barnið, hon eigur tað deyða!’ Hin fyrra svarar: ’Nei! Tú eigur tað deyða barnið, og eg tað livandi!’ Soleiðis standa tær og trætast hvør móti aðrari. Hvat skal Sálomo nú gera?

Hann sendir boð eftir einum svørði, og so býður hann: ’Høgg hetta livandi barnið sundur í tveir partar, og gev hvørjari kvinnuni sín part.’

’Nei!’ rópar hin rætta mamman. ’Drep ikki barnið. Lat heldur hana fáa tað!’ Men hin sigur: ’Hvørki eg ella hon skulu hava tað; høgg tað bara sundur.’

Nú sigur Sálomo: ’Drep ikki barnið! Gev tí fyrru kvinnuni tað. Hon er tann rætta mamman.’ Tað veit Sálomo, tí tann rætta mamman er so góð við barnið at hon heldur vil geva hinari kvinnuni tað, enn at tað skal drepast. Tá fólk frætta hvussu Sálomo loysti henda spurningin, gleðast tey um at hava ein so vísan kong.

Meðan Sálomo er kongur vælsignar Gud fólkið. Hann letur jørðina bera ov mikið av bæði hveiti og byggi, drúvum og fikum og øðrum mati. Fólkið er væl ílatið og býr í vøkrum húsum. Øll hava ov mikið av øllum góðum. Í næstu søguni kanst tú lesa um eitt týdningarmikið byggiarbeiði sum varð litið upp í hendurnar á Sálomo.