Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 10

Vatnflóðin

Vatnflóðin

UTTAN FYRI ørkina livdu fólk sum áður. Enn trúðu tey ikki at nøkur vatnflóð fór at koma. Tey flentu ivaleyst uppaftur meira. Men skjótt hildu tey uppat at flenna.

Knappliga fór tað at regna. Vatnið oysti niður av himli, sum tá tú stoytir vatn úr eini spann. Nóa hevði rætt! Men nú var ov seint. Eingin annar slapp inn í ørkina. Jehova hevði latið hurðina aftur.

Vatnið fjaldi skjótt alt láglendið. Vatnið streymaði í breiðum áum. Trø fullu, og streymarnir tóku við sær stórar steinar í einum øgiligum buldri. Fólk vóru frá sær sjálvum og klivu hægri upp. Á, sum tey ynsktu at tey høvdu lurtað eftir Nóa og vóru farin við inn í ørkina meðan hurðin enn stóð opin. Men nú var ov seint!

Vatnið vaks og vaks. Í 40 dagar og 40 nætur oysti tað niður av himli. Tað vaks upp eftir fjallasíðunum, og skjótt stóðu eisini tey hægstu fjøllini undir vatni. Og beint sum Gud hevði sagt, doyðu øll menniskju og dýr uttan fyri ørkina. Men øll í ørkini vórðu bjargað.

Nóa og synir hansara høvdu bygt ørkina væl. Vatnið lyfti hana upp, og hon helt seg flótandi. Tá tað so ein dagin var hildið uppat at regna, fór sólin at skína. Tað var ein sjón! Í allar ættir bert eitt stórt hav. Tað einasta ið sást var ørkin sum fleyt á vatninum.

Nú vóru eingir risar. Teir kundu ikki longur gera nøkrum fortreð. Teir vóru allir deyðir, saman við mammunum og øllum hinum óndu fólkunum. Men hvar vóru páparnir hjá teimum?

Páparnir hjá risunum vóru ikki vanlig menniskju sum vit. Teir vóru einglar ið vóru komnir niður á jørðina fyri at liva sum menniskju. Tað áttu teir ikki at gjørt, tí Gud hevði skapt einglarnar til at vera í himlinum, sum tú longu veitst. Tá Vatnflóðin kom, doyðu teir ikki saman við øllum hinum. Teir hildu uppat at brúka síni menniskjalikam, og fóru aftur til himmalin sum einglar. Men nú sluppu teir ikki longur at hoyra til Guds familju av einglum. Teir gjørdust einglar hjá Satani. Í Bíbliuni verða teir róptir illir andar.

Nú læt Gud ein storm blása yvir jørðina, og vatnið minkaði. Fimm mánaðir seinni stóð ørkin á einum fjallatindi. Fleiri dagar gingu, og tey sum vóru inni í ørkini kundu hyggja út og síggja fjallatindarnar koma undan. Vatnið minkaði meir og meir.

Nú sendi Nóa ein svartan fugl, ein ravn, út úr ørkini. Hann var burtur eina tíð, men kom so aftur, tí hann fann einki pláss at seta seg. Tað hendi nakrar ferðir, og hvørja ferð kom hann aftur at hvíla seg í ørkini.

Nóa vildi vita um vatnið var burtur, so nú sendi hann eina dúgvu avstað. Men dúgvan kom eisini aftur, hon fann heldur einki pláss at seta seg. Nóa sendi hana út eina ferð aftrat, og tá kom hon aftur við einum oljuberjablaði í nevinum. Nú visti Nóa at vatnið var svunnið burtur. Hann sendi dúgvuna út triðju ferð, og at enda fann hon eitt turt stað at seta seg.

Gud talaði nú við Nóa. Hann segði: ’Far út úr ørkini. Tak alt húsfólkið og dýrini við tær.’ Tey høvdu verið í ørkini í meira enn eitt ár. So tú kanst hugsa tær hvussu glað tey vóru um at koma útaftur, og at vera á lívi!