Til foreldur
Hvat er tað besta, tú kanst geva børnum tínum? Tey hava brúk fyri, at tú elskar tey, leiðbeinir tey og verjir tey. Men størsta gávan, tú fært givið teimum, er at læra tey um Jehova og um sannleikarnar, sum standa í hansara orði, Bíbliuni. (Jóhannes 17:3) Tað kann læra børnini at elska Jehova og tæna honum av fullum hjarta, frá tey eru heilt smá. — Matteus 21:16.
Nógv foreldur eru komin eftir, at smá børn fáa mest burturúr, um bert verður lisið eina lítla løtu í senn, og um børnini sleppa at vera við. Tí gleðir tað okkum, at vit nú kunnu geva tykkum Mítt bíbliuhefti. Hvør partur er gjørdur soleiðis, at tað er einfalt at undirvísa børnunum. Myndirnar og teksturin venda sær serstakliga til børn, sum eru trý ár og yngri. Her eru eisini uppskot um ymiskt, sum tit kunnu gera saman við børnunum. Mítt bíbliuhefti er ikki gjørt til børnini at spæla við. Tað er skipað soleiðis, at tit kunnu lesa tað við børnum tykkara og fáa eitt prát í lag.
Vit ivast ikki í, at hetta heftið verður hent, tá ið tit skulu læra børnini bíbilskar sannleikar „frá barni av“. — 2 Timoteus 3:14, 15.
Brøður tykkara
Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum