Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Er Gud altíð størri enn Jesus?

Er Gud altíð størri enn Jesus?

Er Gud altíð størri enn Jesus?

JESUS segði seg ongantíð vera Gud. Einki av tí hann segði um seg sjálvan bar boð um at hann á nakran hátt helt seg vera javnlíkan Gudi — hvørki í makt, kunnleika ella aldri.

Til eina og hvørja tíð í lívi sínum, tað veri seg í himlinum ella á jørðini, gjørdi Jesus bæði í orðum og atburði greitt, at hann var Gudi undirgivin. Gud er altíð hin størri, meðan Jesus er hin minni og skaptur av Gudi.

Jesus ólíkur Gudi

FERÐ eftir ferð vísti Jesus at hann var ein skapningur og ólíkur Gudi, og at hann, Jesus, hevði ein Gud yvir sær, ein Gud hann tilbað, ein Gud hann nevndi „Faðir“. Í bøn til Gud, Faðirin, segði Jesus: „Teg, hin einasta sanna Gud.“ (Jóhannes 17:3) Í Jóhannes 20:17 sigur hann við Mariu Magdalenu: „Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!“ Í 2 Korintbrævi 1:3 ásannar Paulus ápostul hetta sambandið: „Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists.“ Av tí at Jesus hevði ein Gud, Faðirin, kundi hann ikki um somu tíð sjálvur vera hesin Gud.

Paulus aftraði seg ikki við at siga at Jesus og Gud vóru hvør sín persónur: „So er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, . . . og ein Harri, Jesus Kristus.“ (1 Korint 8:6) Ápostulin vísir eisini á munin teirra millum tá hann sigur „fyri Gudi og Kristi Jesusi og hinum útvaldu einglum“. (1 Timoteus 5:21) Jesus og einglarnir eru ymiskar verur í himli, tað eru Jesus og Gud eisini.

Orðini hjá Jesusi í Jóhannes 8:17, 18 eru eisini merkisverd. Hann sigur: „Í lóg tykkara er jú eisini skrivað, at tað, sum tveir menn vitna, stendur sum sannleiki. Her vitni nú Eg um Meg sjálvan, og Faðirin, sum sendi Meg, vitnar um Meg.“ Her vísir Jesus at hann og Faðirin, Gud hin Alvaldi, mugu vera tveir serstakir persónar, tí hvussu kundu teir annars av røttum vera tvey vitni?

Jesus vísti eisini at Gud og hann vóru hvør sín tá hann segði: „Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.“ (Markus 10:18) Ja, Jesus segði at eingin er so góður sum Gud, heldur ikki Jesus sjálvur. Gud er góður á ein hátt sum skilur hann frá Jesusi.

Lýdni tænari Guds

AFTUR og aftur málbar Jesus seg sum her: „Sonurin kann einki gera av Sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera.“ (Jóhannes 5:19) „Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.“ (Jóhannes 6:38) „Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg.“ (Jóhannes 7:16) Er hann ið sendir, ikki størri enn hann ið verður sendur?

Jesus lýsir týðiliga hetta sambandið teirra millum í líknilsinum um víngarðin. Hann líknar Gud, Faðir sín, við tann sum átti víngarðin og fór av landinum, meðan hann læt víngarðsmenn, nevniliga jødisku prestastættina, fáa hann til leigu. Tá eigarin seinni sendi ein træl fyri at fáa burtur av ávøkstinum í víngarðinum, bankaðu víngarðsmenninir trælin og sendu hann burt við tómum hondum. Síðan sendi eigarin ein annan træl, og uppaftur ein triðja, sum báðir fingu somu viðferð. At enda segði eigarin: „Eg skal senda son mín [Jesus], hin elskaða; teir fara kortini at hava virðing fyri honum.“ Men teir óndu víngarðsmenninir søgdu: „’Hetta er arvingin; Latið okkum drepa hann, so arvurin kann verða okkara!’ Teir kastaðu hann tá út úr víngarðinum og drópu hann.“ (Lukas 20:9-16) Soleiðis lýsti Jesus støðu sína sum tann ið varð sendur av Gudi at gera Guds vilja, sum ein lýðin sonur verður sendur av faðir sínum.

Lærisveinarnir hjá Jesusi mettu hann altíð sum ein lýdnan Guds tænara, ikki sum javnlíka Guds. Teir bóðu til Gud og brúktu orðini „heilaga tænara Tínum, Jesusi, sum Tú salvaði . . . [Tú] letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns“. — Ápostlasøgan 4:23, 27, 30.

Gud er altíð størri

TÁ JESUS byrjaði tænastu sína og kom upp úr vatninum eftir dópin, ljóðaði Guds rødd av himli: „Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðkent.“ (Matteus 3:16, 17, Ny Verden-oversættelsen) Segði Gud at hann var sín egni sonur, at hann hevði góðkent seg sjálvan, at hann sendi seg sjálvan? Nei, Gud Skaparin segði at hann, sum hin mætari, hevði góðkent tann ið stóð undir honum, son sín Jesus, til arbeiðið ið lá fyri framman.

Jesus vísti at Faðirin var størri, tá hann segði: „Andi [Jehova] er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið.“ (Lukas 4:18) At verða salvaður er, frá einum hægri at fáa vald ella myndugleika, ein ikki hevði áður. Her má Gud vera hin hægri, tí hann salvaði Jesus, gav honum vald sum hann ikki hevði frammanundan.

Jesus gjørdi greitt at Faðirin stóð yvir honum, tá móðirin at tveimum lærisveinum spurdi um synir hennara kundu fáa sæti, annar høgrumegin og hin vinstrumegin Jesusi, tá hann kom í sítt ríki. Jesus svaraði: „At sita við høgru og vinstru lið Mína hoyrir ikki Mær til at geva; tað verður givið teimum, ið tað er ætlað av Faðir Mínum.“ (Matteus 20:23) Hevði Jesus verið Gud hin Alvaldi, kundi hann gjørt sum hann vildi við tey bæði plássini. Men Jesus kundi ikki geva tey, tað skuldi Gud, og Jesus var ikki Gud.

Bønirar sum Jesus bað, eru eitt maktfult dømi um undirgivnu støðu hansara. Tá deyðin nærkaðist vísti Jesus hvørjum hann var undirgivin, tí hann bað: „Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær! Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!“ (Lukas 22:42) Hvønn bað hann til? Til ein part av sær sjálvum? Nei, hann bað til ein heilt annan, Faðir sín, Gud, hvørs vilji var hægri og kundi vera øðrvísi enn hansara egni, ja, tann einasta sum var mentur at ’taka kalikin’ frá honum.

Beint áðrenn hann andaðist, rópti Jesus: „Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?“ (Markus 15:34) Hvønn rópti Jesus á? Á seg sjálvan ella ein part av sær sjálvum? Rópið, „Gud Mín“, kom sanniliga ikki frá einum sum helt seg sjálvan vera Gud. Og um Jesus var Gud, hvør var so farin frá honum? Hann sjálvur? Tá hevði lítið høpi verið í. Jesus segði eisini: „Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg anda Mín.“ (Lukas 23:46) Um Jesus var Gud, hví skuldi hann tá givið anda sín í Faðirsins hendur?

Tá Jesus var deyður, lá hann í grøvini partar av trimum døgum. Um hann var Gud, mistók Habakkuk profetur seg tá hann segði: „Ert tú ikki frá fyrndini Harrin, mín heilagi Guð, sum aldri doyr?“ (Habakkuk 1:12, Løggilda Føroyska umsetingin) Men Bíblian sigur at Jesus doyði og lá í grøvini uttan at vita til sín. Og hvør reisti hann upp frá deyðum? Hann kundi ikki reisa seg sjálvan upp, um hann var deyður. Og annars, um hann hevði reist seg sjálvan upp og ikki veruliga var deyður, so hevði hann ikki goldið loysigjaldið fyri Ádams synd. Men hann læt fullan prís, hann doyði veruliga. Tí var tað „Gud [ið] reisti Hann upp, við tað at Hann gjørdi enda á kvølum deyðans“. (Ápostlasøgan 2:24) Hin størri alvaldi Gud, uppreisti tann ið var lægri, tænara sín Jesus, frá deyðum.

At Jesus gjørdi undur, reisti fólk upp frá deyðum, vísir tað at hann var Gud? Eisini ápostlarnir og teir báðir profetarnir Elias og Elisa høvdu ta kraftina, men hóast tað vóru teir bara menn. Gud gav profetunum, Jesusi og ápostlunum kraft at gera undur fyri at vísa at hann var við teimum. Men eingin teirra gjørdist partur av einum stórum Guddómi fyri tað.

Jesus visti ikki alt

TÁ JESUS profeteraði um endan á hesi heimsskipanini, segði hann: „Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin — eingin uttan Faðirin.“ (Markus 13:32) Var Jesus javnstaddur partur av Guddóminum, hevði hann vitað tað Faðirin visti. Men Jesus visti tað ikki, tí hann var ikki javnlíkur Gudi.

Somuleiðis lesa vit í Hebrearabrævinum 5:8 at hann lærdi „lýdni av tí, sum Hann leið“. Kunnu vit hugsa okkum at Gud kundi lært nakað? Nei, men Jesus kundi, tí hann visti ikki alt tað Gud visti. Og hann mátti læra nakað sum Gud á ongum sinni má læra — lýdni. Gud skal aldri lýða nakran.

Munur var framvegis á tí Gud visti og tí Jesus visti, eftir at Jesus var risin upp og var hjá Gudi í himli. Legg til merkis tey fyrstu orðini í tí seinastu bókini í Bíbliuni: „Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum.“ (Opinberingin 1:1) Um Jesus sjálvur var partur av Guddóminum, tørvaði honum tá at fáa nakra opinbering frá einum øðrum parti av Guddóminum — Gudi? Nei, tí tá hevði hann ivaleyst longu vitað alt, tí Gud visti tað. Men so var ikki, tí hann var ikki Gud.

Jesus framvegis undirgivin Gudi

ÁÐRENN hann gjørdist menniskja, og eisini á jørðini, var Jesus undirgivin Gudi. Eftir uppreisnina er hann framvegis undirgivin, lægri.

Tá Pætur og teir ið vóru við honum, greiddu jødiska sanhedrininum frá uppreisn Jesusar, søgdu teir: „Hann [Jesus] hevur Gud sett høgt við høgru hond Sína.“ (Ápostlasøgan 5:31) Paulus segði: „Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt.“ (Filippibrævið 2:9) Um Jesus var Gud, hvussu kundi hann tá verða settur høgt, ella verða fluttur upp á eitt hægri støði enn áður? Tá var hann longu hátt hevjaður í tríeindini. Um Jesus, áðrenn hann varð ’settur høgt’, var javnlíkur Gudi, so gjørdist hann nú uppaftur hægri, hægri enn Gud.

Paulus segði eisini at Jesus „ fór inn í sjálvan Himmalin fyri nú at stíga fram fyri ásjón Guds, okkum til besta“. (Hebrearabrævið 9:24) Hvussu kanst tú sjálvur vera tann persónur tú stígur fram fyri? Tú noyðist at vera ein heilt annar.

Tá blóðvitnið Stefanus, beint áðrenn hann varð steinaður til deyða hugdi „upp til Himmals. . . . sá [hann] dýrd Guds og Jesus standa við høgru hond Guds“. (Ápostlasøgan 7:55) Hann sá tveir ymiskar persónar — men ongan heilagan anda, ongan tríeindan Guddóm.

Í Opinberingini 4:8 til 5:7 verður sagt frá at Gud situr í hásætinum í himli, ikki Jesus. Hann mátti nærkast Gudi fyri at taka eina bókrullu úr høgru hond hansara. Tað vísir at Jesus í himlinum ikki er Gud, men ein annar.

Samsvarandi hesum sigur Bulletin of the John Rylands Library í Manchester: „Í sínum himmalska lívi eftir uppreisnina, verður Jesus framvegis lýstur sum ein serstakur persónur, í øllum eins ólíkur og skildur frá Guds persóni sum hann var í lívinum á jørðini sum jarðbúgvin Jesus. Við Gudi og samanborin við Gud, er hann eyðsæð sum ein av hinum himmalsku verunum í himmalska trúnsali Guds, eins og einglarnir — tó er hann sum Guds sonur á einum øðrum støði og stendur høgt yvir teimum.“ — Samanber Filippibrævið 2:11.

Bulletin sigur eisini: „Tað ið annars er sagt um lív og uppgávur hansara sum hin himmalski Kristus, sigur hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis frá at hann í guddómligari støðu er javnlíkur Gudi sjálvum og er hin sanni Gud. Tvørturímóti, í bílætinum Nýggja Testamentið gevur okkum av hansara himmalska persóni og tænastu, síggja vit hann bæði ólíkan og undirgivnan Gudi.“

Í ævinleikanum í himli er Jesus framvegis ein serstakur, undirgivin Guds tænari. Bíblian greiðir soleiðis frá tí: „Síðani kemur endin, táið Hann gevur ríkið Gudi og Faðirinum í hendur, . . . [Tá] skal Sonurin sjálvur eisini leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum.“ — 1 Korintbræv 15:24, 28.

Jesus segði seg ongantíð vera Gud

BÍBLIAN er púra greið. Hin alvaldi Gud, Jehova, er ikki bert ein annar persónur enn Jesus, men Hann fer eisini altíð at standa yvir honum. Jesus er altíð lýstur sum serstakur og lægri, ja, sum ein eyðmjúkur Guds tænari. Tí sigur Bíblian klárt og greitt at „Gud er høvur Kristusar“ á sama hátt sum „Kristus er høvur eins og hvørs mans“. (1 Korintbræv 11:3) Tí segði Jesus sjálvur: „Faðirin er størri enn Eg.“ — Jóhannes 14:28.

Sannleikin er tann, at Jesus ikki er Gud og á ongum sinni segði seg vera tað. Hetta viðurkenna støðugt fleiri lærdir. Sum Rylands Bulletin sigur: „Vit mugu viðganga at granskingar í Nýggja Testamenti, latið okkum siga, tey seinastu tretivu ella fjøruti árini hava ført til, at støðugt fleiri virdir serkønir í Nýggja Testamenti, eru komnir til ta niðurstøðu at Jesus . . . vissuliga ongantíð trúði at hann sjálvur var Gud.“

Bulletin sigur eisini viðvíkjandi teimum kristnu í fyrstu øld: „Tá hesi tí góvu [Jesusi] heiðursheiti sum Kristus, Harri, Guds Sonur og Menniskjasonurin, vildu tey ikki við tí siga at hann var Gud, men at hann gjørdi Guds gerning.“

Ja, eisini fólk sum gera kanningar innan átrúnað viðganga, at hugsanin um at Jesus er Gud stríðir ímóti øllum bíbilskum vitnisburði. Har er Gud altíð hin hægsti, og Jesus er hin undirgivni tænarin.

[Tekstsendurgeving á síðu 19]

’Granskingar í Nýggja Testamenti hava ført til at støðugt fleiri virdir serkønir eru komnir til ta niðurstøðu, at Jesus vissuliga ongantíð trúði at hann sjálvur var Gud.’ — Bulletin of the John Rylands Library

[Mynd á síðu 17]

Jesus segði við jødarnar: „Tí Eg eri komin niður av Himli, ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.“ — Jóhannes 6:38

[Mynd á síðu 18]

Tá Jesus rópti: „Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?“ kann hann ikki hava hildið seg sjálvan vera Gud