Er læran greitt orðað í Bíbliuni?
Er læran greitt orðað í Bíbliuni?
ER TRÍEINDARLÆRAN sonn, má hon týðiliga og greitt vera orðað í Bíbliuni. Hví? Tí Gud, sum ápostlarnir staðfestu, gjøgnum Bíbliuna hevur opinberað seg fyri menniskjunum. Og tá vit mugu kenna Gud fyri at tilbiðja hann á rættan hátt, kunnu vit eisini vænta, at Bíblian greitt og skilliga sigur okkum hvør hann er.
Tey sum í fyrstu øld komu til trúgv, viðurkendu Bíbliuna sum sonnu opinbering Guds. Hon var støðið teir grundaðu trúnna á, tann avgerandi vitnisburðurin. Tá Paulus ápostul til dømis prædikaði fyri fólkunum í bygdini Berøa, tóku tey „ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so“. — Ápostlasøgan 17:10, 11.
Og hvat mettu kendir Guds menn í forðum sum avgerandi myndugleika? Ápostlasøgan 17:2, 3 greiðir okkum frá: „Og Paulus fór — sum hann var vanur . . . hann [helt] nú samtalur við teir út av skriftunum, legði út og vísti á.“
Jesus legði sjálvur fyri og brúkti Skriftirnar sum støði undir læru síni. Ferð eftir ferð segði hann: „Skrivað er,“ og hann „útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann“. — Matteus 4:4, 7; Lukas 24:27.
Bæði Jesus, Paulus og tey fyrstu kristnu bygdu altso læru sína á Bíbliuna. Tey vistu at „øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk“. — 2 Timoteus 3:16, 17; les eisini 1 Korintbræv 4:6; 1 Tessalonikabræv 2:13; 2 Pætur 1:20, 21.
Tá nú Bíblian er „nyttulig til lærdóm“ átti hon at givið týðiligar upplýsingar um eitt so grundleggjandi evni, sum fólk siga tríeindarlæruna vera. Men halda gudfrøðingar og søgumenn sjálvir at henda læran er greitt orðað í Bíbliuni?
Stendur orðið „tríeind“ í Bíbliuni?
EITT protestantiskt rit sigur: „Orðið tríeind finst ikki í Bíbliuni . . . Tað fanst ikki formliga í kirkjunnar gudfrøði fyrr enn í fjórðu øld.“ (The Illustrated Bible Dictionary) Og eitt katólskt bókaverk sigur um tríeindarlæruna: „Hon er ikki . . . beinleiðis og bart út Guds orð.“ — New Catholic Encyclopedia.
The Catholic Encyclopedia leggur aftrat: „Í Skriftini sum so er einki einkult heiti fyri teir tríggjar guddómligu Persónarnar undir einum. Orðið τρίας [triʹas] (sum er týtt til latínska orðið trinitas) er fyrstu ferð at finna hjá Theophilus úr Antiokia umleið 180 e.Kr. . . . Stutt eftir hetta stendur tað í latínska forminum, trinitas, hjá Tertullian.“ Kortini er hetta í sjálvum sær einki prógv um at Tertullian lærdi tríeindarlæruna. Katólska verkið Trinitas — A Theological Encyclopedia of the Holy Trinity skrivar til dømis, at onnur seinni brúktu nøkur orð hjá Tertullian fyri at lýsa hin tríeinda Gud, og gevur so hesa ávaring: „At tey vórðu brúkt má tó ikki fáa nakran at leypa framav, tí hann brúkar ikki orðini í einari tríeindargudfrøði.“
Vitnisburðurin í Hebraisku Skriftunum
TÁ NÚ orðið „tríeind“ ikki stendur í Bíbliuni, man so ikki í minsta lagi hugsanin um tríeindarlæruna koma týðiliga fram í henni? Hvat siga til dømis tær Hebraisku Skriftirnar („Gamla Testamentið“)?
Niels Munk Plum sigur í síni Dogmatik: „Vit kunnu fyrst útihýsa tí Hugsan, at Prógv fyri Tríeindarlæruni finnast í G[amla] T[estamenti].“ Og bókin Katolsk Tro gennem to Årtusinder sigur: „Tað er eyðsæð, at læran um tríeindina ikki finst í Gamla Testamenti.“
Somuleiðis viðgongur Edmund Fortman jesuitur í bókini hjá sær The Triune God: „Gamla Testamenti . . . sigur okkum einki greitt og gevur heldur onga ábending um ein tríeindan Gud, sum er Faðir, Sonur og Heilagur Andi. . . . Eingin vitnisburður er um at nakar heilagur rithøvundur so mikið sum hugsaði um eina [tríeind] í Guddóminum. . . . Bert at hyggja eftir ábendingum, fráboðanum ella ’hómingum’ um eina tríeind av persónum í [Gamla Testamenti], er at ganga út um orð og ætlanir hjá teimum heilagu rithøvundunum.“ — Okkara skákstaving.
Ein nærri kanning av teimum Hebraisku Skriftunum fer at vátta hesar viðmerkingar. Sostatt er eingin týðilig læra um tríeindina í teimum fyrstu 39 bókunum í Bíbliuni, sum eru tær kanónisku innblástu Hebraisku Skriftirnar.
Vitnisburðurin í Griksku Skriftunum
ÍÐAN, tala Kristnu Griksku Skriftirnar („Nýggja Testamentið“) týðiliga um eina tríeind?
Gads Danske Bibelleksikon sigur: „Almenn semja er um, at eingin læra um t[ríeindina] er at finna í Nýggja Test[amenti].“
Jesuiturin Fortman sigur greitt: „Teir ið skrivaðu Nýggja Testamenti . . . geva okkum onga formliga ella orðaða tríeindarlæru, onga greiða læru um at tríggir javnlíkir guddómligir persónar eru í einum Gudi. . . . Ongastaðni finna vit nakra trinitariska læru um tríggjar ymiskar verur við guddómligum lívi og virki í sama Guddómi.“
The New Encyclopædia Britannica viðmerkir: „Hvørki orðið tríeind ella sjálv læran eru greitt orðað í Nýggja Testamenti.“
Bernhard Lohse sigur í A Short History of Christian Doctrine: „Viðvíkjandi Nýggja Testamenti, finna vit ikki í tí eina veruliga læru um tríeindina.“
The New International Dictionary of New Testament Theology ger somuleiðis greitt: „N[ýggja] T[estamenti] hevur ikki ta framkomnu læruna um tríeindina. ’Bíblian manglar eina greiða yvirlýsing um at Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin eru javnlíkar verur’ [segði protestantiski gudfrøðingurin Karl Barth].“
E. Washburn Hopkins, professari við Yale University, staðfesti: „Tað sær ikki út sum Jesus og Paulus kendu nakað til læruna um tríeindina; . . . teir søgdu einki um hana.“ — Origin and Evolution of Religion.
Søgumaðurin Arthur Weigall skrivar: „Jesus Kristus nevndi ongantíð eitt slíkt fyribrigdi, og ongastaðni í Nýggja Testamenti er orðið ’Tríeind’ at finna. Kirkjan tók ikki læruna til sín fyrr enn trý hundrað ár eftir deyða Harra okkara.“ — The Paganism in our Christianity.
Sostatt hava hvørki tær 39 bøkurnar í teimum Hebraisku Skriftunum ella tær 27 innblástu Kristnu Griksku Skriftirnar nakra greitt orðaða læru um tríeindina.
Bóru tey fyrstu kristnu hana fram?
BÓRU tey fyrstu kristnu tríeindarlæruna fram? Legg til merkis tað søgumenn og gudfrøðingar siga niðanfyri:
„Upprunakristindómurin hevði onga greiða tríeindarlæru sum hon seinni gjølla varð orðað í trúarjáttanunum.“ — The New International Dictionary of New Testament Theology.
„Kortini hugsaðu tey fyrstu kristnu ikki í byrjanini um at sambinda hugsanina [um tríeindina] við sína egnu trúgv. Tey halgaðu Gud, Faðirin, og Jesus Kristus, Guds son, og tey viðurkendu . . . Heilaga Andan; men gjørdu sær ongar hugsanir um at hesir tríggir veruliga vóru ein tríeind, javnlíkir og sameindir í Ein.“ — The Paganism in our Christianity.
„Tann kristna trúgvin var ikki av fyrstan tíð trinitarisk . . . Hon var tað ikki í ápostólisku og eftirápostólisku tíðini, sum tað sæst í N[ýggja] T[estamenti] og øðrum fornkristnum skriftum.“ — Encyclopædia of Religion and Ethics.
„Orðingin ’ein Gud í trimum Persónum’ var ikki skipað og ikki til fulnar við í tí kristna lívinum og tí kristnu trúarjáttanini fyrr enn síðst í 4. øld. . . . Hjá teimum ápostólisku Fedrunum var einki ið so mikið sum líktist hesi hugsan ella uppfatan.“ — New Catholic Encyclopedia.
Tað fyri-nikensku fedrarnir søgdu
TEIR fyri-nikensku fedrarnir eru viðurkendir sum leiðandi átrúnaðarligir lærarar tær fyrstu øldirnar eftir føðing Krists. Tí er tað áhugavert at vita hvat teir lærdu.
Jústinus Martýr, sum doyði umleið ár 165, segði at Jesus, áðrenn hann gjørdist menniskja var ein eingil, sum var skaptur og „ein annar enn tann Gud ið hevur skapt alt“. Hann segði at Jesus var lægri enn Gud og at hann „aldri gjørdi annað enn tað alheimsins Skapari vildi at hann skuldi gera og siga“.
Ireneus, sum doyði umleið ár 200, segði at Jesus áðrenn hann gjørdist menniskja, livdi skildur frá Gudi og stóð undir honum. Hann vísti á at Jesus ikki er javnlíkur „tí sanna og einasta Gudi“, sum er „hægstur yvir øllum, og aftrat honum er eingin annar til“.
Klemens úr Alexandria, sum doyði umleið ár 215, segði Jesus vera „ein skapning“ áðrenn hann gjørdist menniskja, men nevndi Gud „hin óskapta og óforgongiliga og einasta sanna Gud“. Hann segði at Sonurin „er næstur tí einasta alvalda Faðirinum“, men ikki javnlíki hansara.
Tertullian, sum doyði umleið ár 230, vísti á at Gud er hægstur yvir øllum. Hann skrivaði: „Faðirin er ólíkur Soninum (ein annar), av tí at hann er størri; eins og hann ið gitur, er ólíkur tí ið verður gitin; hann ið sendir, ólíkur tí ið verður sendur.“ Hann skrivaði eisini: „Einaferð var Sonurin ikki til. . . . Áðrenn alt varð til, var Gud einsamallur.“
Hippolytos, sum doyði umleið ár 235, nevndi Gud, „hin eina Gud, hin fyrsta og hin einasta, Skapara og Harra alra“, og segði eisini: „Einki hevði sama aldur sum hann . . . Men hann var ein, einsamallur við sær sjálvum, og tí tað var vilji hansara, læt hann nakað verða til sum ikki fyrr hevði verið til,“ sum til dømis tann skapning ið gjørdist menniskjað Jesus.
Origenes, sum doyði umleið ár 250, segði at „Faðirin og Sonurin eru tvinnanda tilfar . . . í tvíningum tá hugsað er um veru“, og at „samanborin við Faðirin er [Sonurin] eitt sera lítið ljós“.
Gudfrøðingurin Alvan Lamson ger úrskurð í teimum søguligu vitnisburðunum í bókini The Church of the First Three Centuries tá hann sigur: „Tríeindarlæran sum nú er viðurkend . . . fær ongan stuðul hjá Jústinusi [Martýr]; og henda viðmerking kann sigast at vera galdandi fyri allar fyri-nikenskar fedrar, tað vil siga allar kristnar rithøvundar tríggjar tær fyrstu øldirnar eftir føðing Krists. Tað er rætt, at teir tala um Faðirin, Sonin og . . . Heilaga Andan, men ikki sum javnlíkar, ikki sum eina talmerkta veru, ikki sum tríggjar í einum, á nakran hátt sum talsmenn fyri tríeindarlæruna í dag vilja vera við. Tað er beint øvugt.“
Vitnisburðirnir bæði í Bíbliuni og í søguni gera sostatt greitt, at tríeindarlæran var ókend meðan Bíblian varð skrivað og fleiri hundrað ár eftir tað.
[Tekstsendurgeving á síðu 7]
„Eingin vitnisburður er um at nakar heilagur rithøvundur so mikið sum hugsaði um eina [tríeind] í Guddóminum“ — The Triune God