Hvat er at siga um „próvskriftstøðini“?
Hvat er at siga um „próvskriftstøðini“?
SAGT verður at summi skriftstøð í Bíbliuni prógva tríeindina. Men tá vit lesa slík skriftstøð mugu vit minnast til, at hvørki bíbilskir ella søguligir vitnisburðir sum heild tala fyri tríeindarlæruni.
Eitt og hvørt skriftstað ið verður brúkt sum prógv, má skiljast samsvarandi tí øll Bíblian annars lærir. Sum oftast vísir teksturin lisin í síni heild, hvussu slík skriftstøð skulu fatast.
Tríggir í einum
VERKIÐ New Catholic Encyclopedia vísir á trý sovorðin „próvskriftstøð“ men viðgongur eisini: „Trúarlæran um ta heilagu Tríeindina er ikki í G[amla] T[estamenti]. Í N[ýggja] T[estamenti] eru tey elstu prógvini at finna í Paulusar brøvum, helst í 2 Kor. 13:13 [vers 14 í summum bíblium], og 1 Kor. 12:4-6. Í evangeliunum stendur tann einasti greiði vitnisburðurin um tríeindina í dópsorðingini í Matt. 28:19.“
Í hesum versum standa teir tríggir „persónarnir“ nevndir sum víst her í umseting Victors Danielsens. Seinna Korintbræv 13:13 (14): „Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!“ Fyrra Korintbræv 12:4-6: „Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami. Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami. Kraftargerðirnar eru ymiskar, men Gud er hin sami, sum virkar alt í øllum.“ Og Matteus 28:19: „Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.“
Siga hesi versini at Gud, Kristus og heilagi andin í felag eru ein tríeindur Guddómur, at teir tríggir eru javnlíkir í veru, makt og ævinleika? Nei, tað gera tey ikki heldur enn tað at nevna trý fólk, sum til dømis Per, Poul og Jógvan, merkir at teir tríggir eru ein.
Skriftstøð sum hesi, viðgongur McClintock og Strong’s Cyclopedia of Biblical, Theological, and Ecclesiastical Literature, „prógva bert at teir tríggir eru nevndir, . . . men tað prógvar ikki í sjálvum sær, at allir tríggir neyðturviliga hava somu guddómligu náttúru og somu guddómligu tign.“
Hóast verkið styðjar tríeindarlæruna, sigur tað um Seinna Korintbræv 13:13 (14): „Av røttum kunnu vit ikki av hesum siga at teir hava sama myndugleika ella somu náttúru.“ Og viðvíkjandi Matteus 28:18-20 stendur: „Hetta skriftstaðið er kortini í sjálvum sær hvørki avgerandi prógv um at teir tríggir eru persónar, ella at teir eru javnsettir ella guddómligir.“
Gud, Jesus og heilagi andin vórðu eisini nevndir saman tá Jesus varð doyptur. Jesus „sá Anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Hann“. (Matteus 3:16) Hetta merkir kortini ikki at teir tríggir eru ein. Ábraham, Ísakur og Jákup eru ofta nevndir saman, men tað ger teir ikki til ein. Pætur, Jákup og Jóhannes eru nevndir saman, men tað ger heldur ikki teir til ein. Hartil kemur at Guds andi dalaði niður yvir Jesus tá hann varð doyptur, tað vísir at Jesus ikki áður var salvaður við andanum. Hvussu kundi hann tá verið partur av einari tríeind, har hann altíð hevði verið eitt við heilaga andanum?
Í summum gomlum bíbliuumsetingum finna vit í Fyrsta Jóhannesarbrævi 5:7 eitt annað skriftstað sum nevnir teir tríggjar saman. Kortini er semja millum granskarar um at hesi orðini ikki av fyrstan tíð stóðu í Bíbliuni, men vórðu løgd aftrat nógv seinni. Tær flestu nýggju umsetingarnar hava tí av røttum ikki tikið hesi óektaðu orðini við.
Onnur „próvskriftstøð“ nevna einans sambandið millum tveir — Faðirin og Jesus. Latið okkum kanna nøkur.
„Eg og Faðirin, Vit eru eitt“
HESI orðini í Jóhannes 10:30, verða ofta brúkt sum stuðul fyri tríeindarlæruni, hóast eingin triði persónur er nevndur her. Men Jesus vísti sjálvur hvat hann meinti við at Faðirin og hann vóru „eitt“. Í Jóhannes 17:21, 22 bað hann til Gud um at lærisveinarnir skuldu „verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær — at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, . . . fyri at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt“. Bað Jesus um at allir lærisveinar hansara skuldu verða ein einasta vera? Nei, tað er eyðsæð at Jesus bað um at tey skuldu verða sameind í huga og áskoðan, sum hann og Gud vóru. — Les eisini Fyrra Korintbræv 1:10.
Í Fyrra Korintbrævi 3:6, 8 sigur Paulus: „Eg plantaði, Apollos vatnaði, . . . Tann, ið plantar, og tann, ið vatnar, eru eitt.“ Paulus meinti ikki at hann og Apollos vóru tveir persónar í einum; hann meinti at teir høvdu somu ætlan. Grikska orðið Paulus brúkti fyri „eitt“ (hen) er hvørkikyn, og merkir einleika í verki, ikki í veru. Sama orðið brúkti Jesus í Jóhannes 10:30 til at greiða frá sambandinum millum hann og Faðirin. Eisini í Jóhannes 17:21, 22 var tað hetta orðið Jesus brúkti. So tá hann í hesum førum brúkti orðið „eitt“ (hen), tosaði hann um einleika í huga og áskoðan.
Viðvíkjandi Jóhannes 10:30 segði Johannes Calvin, sum sjálvur trúði á tríeindina: „Tey gomlu misbrúktu hetta pettið til at prógva at Kristus er . . . av somu veru sum Faðirin. Tí Kristus tosar ikki um einleikan í veru, men um semjuna sum ráddi millum hann og Faðirin.“
Í versunum sum standa beint eftir Jóhannes 10:30, gjørdi Jesus tað púra greitt, at hann ikki við hesum segði seg vera Gud. Hann spurdi jødarnar, sum av órøttum fingu tað burturúr og vildu steina hann: „Siga tit tá við Hann, sum Faðirin hevur halgað og sent í heimin: ’Tú spottar Gud!’ — fyri tað at Eg segði: ’Eg eri Sonur Guds?’“ (Jóhannes 10:31-36) Nei, Jesus segði seg ikki vera Gud ella Gud Sonur, men son Guds.
„Gjørdi Seg sjálvan Gudi líkan“?
EITT annað skriftstað ið verður brúkt sum stuðul fyri tríeindarlæruni er Jóhannes 5:18. Har stendur at jødarnir (sum í Jóhannes 10:31-36) vildu drepa Jesus tí hann „kallaði Gud Faðir Sín og gjørdi Seg sjálvan Gudi líkan“.
Men hvør segði at Jesus gjørdi seg sjálvan Gudi líkan? Ikki Jesus. Hann vardi seg ímóti hesi følsku ákæru í næsta versinum (19): „Jesus tók tí til orða og segði við teir: . . . ’Sonurin kann einki gera av Sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera.’“
Soleiðis vísti Jesus jødunum at hann ikki var Gudi líkur og tí einki gjørdi av sær sjálvum. Kunnu vit hugsa okkum at ein ið er líkur Gudi hinum Alvalda sigur, at hann „kann einki gera av Sær sjálvum“? (Samanber Dániel 4:34, 35.) Tað er áhugavert at Jesus bæði í samband við Jóhannes 5:18 og 10:30 vardi seg ímóti følskum ákærum frá jødum sum, eins og talsmenn fyri tríeindina, gjørdu skeivan úrskurð!
„Javnlíki Guds“?
Í FILIPPIBRÆVINUM 2:6 lesa vit í umseting Victors Danielsens um Jesus: „Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds.“ Løggilda Føroyska umsetingin sigur: „Hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur.“ Summi brúka enn hetta versið sum stuðul fyri teirri hugsan, at Jesus var javnlíki Guds. Men legg til merkis hvussu aðrar umsetingar skriva versið:
1869: „sum, hóast hann var í Guds mynd, ikki roknaði tað at vera líkur Gudi sum nakað hann vildi taka sær.“ The New Testament eftir G. R. Noyes.
1965: „Hann — sum sanniliga hevði guddómliga náttúru! — gjørdi seg aldri sjálvklókur líkan Gudi.“ Das Neue Testament, endurskoðað útgáva eftir Friedrich Pfäfflin.
1968: „sum, hóast hann var í Guds mynd, ikki roknaði tað at vera líkur Gudi sum nakað hann grammliga skuldi ogna sær.“ La Bibbia Concordata.
1976: „Hann hevði altíð havt náttúru Guds, men hann hugsaði ikki um at hann við makt skuldi royna at gerast líkur Gudi.“ Today’s English Version.
1985: „sum, hóast hann var í Guds mynd, ikki hugsaði um rán, nevniliga at hann skuldi vera Gudi líkur.“ Ny Verden-oversættelsen af De hellige Skrifter.
1985: „Sum, hóast hann var í Guds mynd, ikki metti líkleika við Gud sum nakað hann vildi taka sær.“ The New Jerusalem Bible.
Summi vilja vera við at eisini hesar týðingar sum eru beinari, benda á at (1) Jesus longu var líkur Gudi men ikki vildi halda fast við tað, ella at (2) Jesusi ikki nýttist at taka sær líkleika við Gud, tí hann longu hevði hann.
Viðvíkjandi tí sum stóð í tí grikska upprunatekstinum sigur Ralph Martin í The Epistle of Paul to the Phillippians: „Tað er kortini ivasamt um sagnorðið í týdningi kann førkast frá tí sonnu meiningini ’at ræna’, ’við makt at taka’, til ’at halda fast við’.“ Og í The Expositor’s Greek Testament lesa vit: „Vit finna einki stað har ἁρπάζω [harpaʹzō], ella nakað ið stavar frá tí, hevur týdningin ’at halda fast við’, ’at varðveita’. Tað tykist altíð at merkja ’at ræna’, ’við makt at taka’. Tí er tað ikki ráðiligt, frá tí sonnu meiningini ’at taka í’, at fara til eina heilt aðra, ’at halda fast við’.“
Hetta vísir, at teir ið týddu báðar tær føroysku bíbliuútgávurnar og aðrar bíbliuútgávur við líknandi týðing, fara út um tær málsligu reglurnar fyri at styðja tríeindarhugsanina. Í staðin fyri at siga at Jesus helt tað sømdi seg at vera líkur Gudi, vísir grikski teksturin í Filippibrævinum 2:6 lisin sum hann er, tvørturímóti at Jesus ikki helt tað sømdi seg.
Lesa vit tekstin í síni heild (versini 3-5, 7, 8) síggja vit greitt hvussu 6. versið skal skiljast. Paulus minnir tey í Filippi á ’í eyðmjúkleika at rokna hvørt annað hægri enn seg sjálv’. Síðan tekur hann Kristus fram sum besta dømið: „Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!“ Hvat var tað fyri „sinnalag“? ’Ikki at rokna tað fyri rán at vera javnlíki Guds’? Nei, her varð dentur lagdur á júst tað øvugta! Jesus, sum ’roknaði Gud hægri enn seg sjálvan’, vildi aldri ’rænt sær líkleika við Gud’, tvørturímóti „setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan“.
Her varð avgjørt ikki sagt frá einum parti av Gudi hinum Alvalda. Her er sagt frá Jesusi Kristi, sum var eitt fullkomið dømi um tað Paulus her vildi vísa á — nevniliga hvussu stóran týdning tað hevur at vera eyðmjúkur og lýða Skaparan, Jehova Gud.
„Eg Eri“
SAMBÆRT Jóhannes 8:58 segði Jesus: „Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“ Lærdi Jesus her, sum talsmenn fyri tríeindina vilja vera við, at hann var kendur undir heitinum „Eg eri“? Og merkir hetta, sum tey siga, at hann var Jehova úr Hebraisku Skriftunum, av tí at Onnur Mósebók 3:14 sigur: „Gud segði við Móses: ’Eg eri Tann, Eg Eri!’“?
Í Aðru Mósebók 3:14 er orðingin „Eg eri“ brúkt sum eitt navn ella heiti fyri Gud ið skuldi vísa at hann veruliga var til og fór at gera sum hann hevði lovað. The Pentateuch and Haftorahs, har dr. J. H. Hertz er ritstjóri, greiðir soleiðis frá orðingini: „Ísraelsfólk í trældóminum høvdu skilt tað á henda hátt: ’Hóast hann ikki hevur víst tykkum makt sína enn, fer hann at gera tað; hann er ævigur og skal vissuliga endurloysa tykkum.’ Tær flestu nútíðar umsetingar týða [Aðru Mósebók 3:14] sum Rashi [ein franskur bíbliu- og talmudviðmerkjari]: ’Eg vil vera tað eg vil vera.’“
Orðini í Jóhannes 8:58 eru nógv øðrvísi enn tey í Aðru Mósebók 3:14. Jesus brúkti tey ikki sum navn ella heiti, men bara fyri at vísa at hann hevði verið til áðrenn hann gjørdist menniskja. Legg til merkis hvussu Jóhannes 8:58 er týtt í fleiri øðrum bíbliuumsetingum:
1869: „Frá áðrenn Ábraham var, havi eg verið.“ The New Testament eftir G. R. Noyes.
1903: „Áður enn Ábraham varð til, havi eg verið.“ Det ny Testament eftir T. Skat Rørdam.
1935: „Eg var til áðrenn Ábraham varð føddur!“ The Bible — An American Translation eftir J. M. P. Smith og E. J. Goodspeed.
1981: „Eg var á lívi áðrenn Ábraham varð føddur!“ The Simple English Bible.
1985: „Áðrenn Ábraham varð til, havi eg verið.“ Ny Verden-oversættelsen af De hellige Skrifter.
Tað einasta hin grikski teksturin sigur her, er altso at Guds „frumborni“, Jesus, varð til leingi áðrenn Ábraham varð føddur. — Kolossebrævið 1:15; Orðtøkini 8:22, 23, 30; Opinberingin 3:14.
Eisini her fáa vit ta røttu fatanina fram, um vit lesa tekstin í síni heild. Jødarnir ætlaðu hesa ferð at steina Jesus tí hann segði seg hava „sæð Ábraham“, hóast hann, sum teir søgdu, ikki var „50 ár enn“. (Vers 57) Tí segði Jesus teimum sjálvandi hvussu gamal hann veruliga var. Hann segði teimum at hann „var á lívi áðrenn Ábraham varð føddur“. — The Simple English Bible.
„Orðið var Gud“
Í JÓHANNES 1:1 stendur, sambært umseting Victors Danielsens: „Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.“ Tað merkir, siga talsmenn fyri tríeindarlæruna, at „Orðið“ (ho loʹgos á grikskum) ið kom niður á jørðina sum Jesus Kristus, var Gud hin Alvaldi sjálvur.
Men legg til merkis at teksturin eisini her, lisin í síni heild, vísir á røttu fatanina. Bæði í umseting Victors Danielsens og tí Løggildu Føroysku umsetingini stendur jú at „Orðið var hjá Gudi“. (Okkara skákstaving.) Tann ið er „hjá“ einum øðrum kann ikki vera hin sami sum viðkomandi. Í Journal of Biblical Literature, sum jesuiturin Joseph A. Fitzmyer hevur lagt til rættis, stendur at um síðsti setningsliðurin í Jóhannes 1:1 sipar til Gud sjálvan, „er tað í stríð við setningsliðin frammanfyri“, sum sigur at Orðið var hjá Gudi.
Legg eisini til merkis hvussu aðrar umsetingar týða síðsta pettið í versinum:
1808: „og orðið var ein gud.“ The New Testament, in An Improved Version, Upon the Basis of Archbishop Newcome’s New Translation: With a Corrected Text.
1864: „og ein gud var Orðið.“ The Emphatic Diaglott, interlinear orðing, eftir Benjamin Wilson.
1928: „og Orðið var ein guddómlig vera.“ La Bible du Centenaire, L’Evangile selon Jean, eftir Maurice Goguel.
1935: „og Orðið var guddómligt.“ The Bible — An American Translation eftir J. M. P. Smith og E. J. Goodspeed.
1946: „og av gudaslag var Orðið.“ Das Neue Testament eftir Ludwig Thimme.
1958: „og Orðið var ein Gud.“ The New Testament eftir James L. Tomanek.
1974: „og Orðið var ein gud.“ Ny Verden-oversættelsen af De kristne græske Skrifter.
1975: „og ein gud (ella: av gudaslag) var Orðið.“ Das Evangelium nach Johannes eftir Sigfried Schulz.
1978: „og av guddómligum slag var Logos.“ Das Evangelium nach Johannes eftir Johannes Schneider.
Í Jóhannes 1:1 stendur grikska navnorðið theosʹ (gud) tvær ferðir. Fyrstu ferð vísir tað til Gud hin Alvalda, sum Orðið var hjá („og Orðið [loʹgos] var hjá Gudi [theon’, theos’ í aðrari bending]“). Framman fyri hetta theos’ stendur ton, ein bending av tí bundna kenniorðinum, ho. Tað merkir at orðið lýsir ein ávísan persón, í hesum føri Gud hin Alvalda („og Orðið var hjá Gudi[num]“).
Harafturímóti stendur einki kenniorð framman fyri tað seinna theosʹ í Jóhannes 1:1. Ein orðarøtt týðing hevði verið: „og gud var Orðið.“ Vit hava kortini sæð at nógvir umsetarar týða hetta seinna theos’ (ið stendur sum umsøgn) „ein gud“, „guddómligt“ ella „av guddómligum slag“. Við hvørjari grundgeving gera teir tað?
Á koinēʹgrikskum høvdu tey bundna kenniorðið (ho), men einki óbundið kenniorð (svarandi til „ein“ ella „eitt“). Tá eitt navnorð, brúkt sum umsøgn, stendur uttan tað bundna kenniorðið, kann tað tí vera óbundið, alt eftir hvørjum sambandi tað stendur í.
Journal of Biblical Literature greiðir frá at málburður „har umsøgn við ongum kenniorði stendur framman fyri sagnorðið, fyrst og fremst er eyðkennislýsandi“. Tað vil sambært hesum tíðarriti siga at loʹgos kann samanberast við ein gud. Um Jóhannes 1:1 verður eisini sagt at „eyðkennislýsingin í umsøgnini er so týðilig at navnorðið [theos’] ikki kann roknast sum bundið“.
Hesin parturin av Jóhannes 1:1 leggur tí dent á eitt eyðkenni hjá Orðinum, nevniliga at hann var „ein gud“, „guddómligur“, „av guddómligum slag“, men ikki Gud hin Alvaldi. Hetta samsvarar við restina av Bíbliuni. Hon vísir at Jesus, her „Orðið“ ella talsmaður Guds, varð sendur til jørðina, lýðin og undirgivin tí sum stóð yvir honum, Gudi hinum Alvalda.
Í nógvum øðrum bíbliuversum skoyta nærum allir umsetarar altíð óbundna kenniorðið („ein“ ella „eitt“) uppí tá teir týða sama grikska setningsbygnaðin. Í Markus 6:49 sigur Føroyska Løggilda umsetingin til dømis at lærisveinarnir hildu „tað vera eitt spøkilsi“, tá teir sóu Jesus koma gangandi eftir vatninum. Í koinē’grikska tekstinum stendur einki „eitt“ framman fyri „spøkilsi“. Men nærum allar umsetingar seta óbundna kenniorðið her fyri at geva tekstinum meining. Tað sama ger seg galdandi í Jóhannes 1:1. Tá Orðið var hjá Gudi kundi hann ikki vera „Gud“, men mátti vera „ein gud“, tað vil siga guddómligur.
Joseph Henry Thayer, ein gudfrøðingur og málkønur sum var ein teirra ið gjørdu bíbliuumsetingina American Standard Version, segði ógvuliga greitt: „Logos var guddómligur, men ikki tann guddómliga Veran í sjálvum sær.“ Og jesuiturin John L. McKenzie skrivaði í sínari Dictionary of the Bible: „Jóh. 1:1 kundi heilt orðarætt verið týtt . . . ’orðið var ein guddómlig vera’.“
Verður ein regla brotin?
SUMMI siga tó at ein týðandi regla í koinēʹgrikska málinum verður brotin, um teksturin er týddur á henda hátt. Tey vísa á regluna ein serkønur í grikskum máli, E. C. Colwell, orðaði í Jóhannes 1:1 stendur hitt seinna theosʹ sum umsøgn framman fyri sagnorðið — „og [theosʹ] var Orðið“. Colwell vildi tí vera við at hetta pettið í Jóhannes 1:1 skuldi týðast: „og Gud[urin] var Orðið.“
1933. Hann hevdaði at eitt grikskt navnorð ið stendur sum umsøgn „hevur [bundna] kenniorðið tá tað stendur aftan fyri sagnorðið; tað hevur ikki [bundna] kenniorðið tá tað stendur framman fyri sagnorðið“. Við hesum meinti hann at navnorð ið stendur sum umsøgn framman fyri sagnorðið, skuldi týðast bundið, sum hevði tað hitt bundna kenniorðið, hóast tað ikki stóð skrivað. ÍMen hygg nú at tveimum líknandi dømum í Jóhannes 8:44. Her lesa vit í Føroysku Løggildu umsetingini at Jesus sigur um Djevulin: „Hann var manndrápari,“ og: „hann er lygnari“. Í grikska tekstinum stendur umsagnarorðið („manndrápari“ og „lygnari“) í báðum førum framman fyri sagnorðið („var“ og „er“) — sum í Jóhannes 1:1. Einki óbundið kenniorð er á koinēʹgrikskum, og tí er einki óbundið kenniorð framman fyri navnorðini. Umsetarar skriva kortini tey bæði orðini óbundin, teir skriva ikki at Djevulin var „manndráparin“ og „lygnarin“. Nógvir umsetarar skoyta eisini óbundna kenniorðið „ein“ uppí, fyri at gera tekstin skilligari. — Les eisini Markus 11:32; Jóhannes 4:19; 6:70; 9:17; 10:1; 12:6.
Colwell ásannaði sjálvur at hetta kann gerast neyðugt tá eitt navnorð stendur sum umsøgn, tí hann segði: „Tað er einans óbundið á hesum stað tá heildarmyndin krevur tað.“ Hann viðgongur altso at um heildarmyndin krevur tað, kunnu umsetararnir skriva orðið óbundið, ella seta óbundna kenniorðið framman fyri navnorðið í setningum av hesum slag.
Krevur heildarmyndin so at tað seinna theos’ í Jóhannes 1:1 verður týtt óbundið („gud“ við lítlum, ella „ein gud“)? Ja, tí sum heild sigur vitnisburðurin í Bíbliuni at Jesus ikki er Gud hin Alvaldi. Tí er tað ikki tann ivasama málsliga reglan hjá Colwell, men heildarmyndin ið avger hvussu okkurt skal týðast. Tær nógvu umsetingarnar sum skriva navnorðið í óbundnari bending ella seta óbundna kenniorðið inn í Jóhannes 1:1 og aðrastaðni, vísa at nógv málkøn hava hesa áskoðan.
Ikki í stríð við Bíbliunnar læru
MEN nú lærir Bíblian at bert ein Gud er til. Er tað tá ikki í stríð við Bíbliuna at nevna Jesus Kristus „ein gud“? Nei, tí í Bíbliuni verður hetta orðið summastaðni brúkt um veldigar skapningar. Sálmur 8:5 ljóðar soleiðis í Ny Verden-oversættelsen af De hellige Skrifter: „Tú gjørdi hann [menniskjað] lítið lægri enn teir guddómligu [á hebraiskum: ’elōhīmʹ],“ tað vil siga einglarnar. Tá Jesus vardi seg fyri jødunum, sum ákærdu hann fyri at vilja vera Gud, nevndi hann at dómarar á jørðini vórðu kallaðir „gudar, sum Guds orð kom til“. (Jóhannes 10:34, 35; Sálmur 82:1-6) Og í Seinna Korintbrævi 4:4 verður Satan nevndur „gudurin hjá hesum heimi“.
Jesus er nógv hægri enn bæði einglar, ófullkomin menniskju og Satan. Tá hesi kunnu nevnast „gudar“ ella veldig, kann Jesus sjálvandi eisini nevnast „ein gud“. Vegna serstøðu sína í sambandinum við Jehova er hann ein „Veldigur Gud“. — Jóhannes 1:1; Esaias 9:6.
Men benda orðini „Veldigur Gud“, skrivað við stórum, ikki á at Jesus onkursvegna er javnsettur Jehova Gudi? Nei. Esaias boðaði bara frá at hetta fór at vera eitt av fýra nøvnum sum Jesus skuldi nevnast við, og á føroyskum skrivast slík nøvn ofta við stórum. Og hóast Jesus verður nevndur „Veldigur“ ella mektigur, kann bara ein vera „alvaldur“. Einki høpi hevði verið í at nevnt Jehova „Gud hin Alvaldi“ um ikki aðrir sum vóru lægri ella undirgivnir eisini vórðu nevndir gudar.
Sambært Bulletin of the John Rylands Library í Onglandi ger katólski gudfrøðingurin Karl Rahner vart við at orðið theosʹ gaman í verður brúkt um Kristus í ymiskum skriftstøðum, teirra millum Jóhannes 1:1, men „í ongum føri verður ’theos’ brúkt á ein hátt so tað vísir at Jesus er hin sami sum tann ið aðrastaðni í Nýggja Testamenti sýnir seg sum ’ho Theos”, tað vil siga hin hægsti Gud“. Og Bulletin leggur aftrat: „Um teir ið skrivaðu Nýggja Testamenti hildu tað vera umráðandi, at trúgvandi játtaðu Jesus sum ’Gud’, kann nakar so greiða frá, hví júst henda játtan næstan manglar heilt í Nýggja Testamenti?“
Jóhannes 20:28, har hann sigur: „Harri mín og Gud mín!“ við Jesus? Fyri Tummasi var Jesus sjálvandi sum „ein gud“, serliga undir teimum undurfullu umstøðunum ið fingu hann at málbera seg so. Summir granskarar nevna tann møguleikan at Tummas rætt og slætt gjørdist so bilsin og sinnisrørdur, at hann vendur móti Jesusi rópti hetta til Gud. Í hvussu er kann Tummas ikki hava hildið Jesus vera Gud hin Alvalda, tí bæði hann og allir hinir ápostlarnir vistu at Jesus ongantíð hevði sagt seg vera Gud, men lært teir at Jehova altíð var ’hin einasti sanni Gud’. — Jóhannes 17:3.
Hvussu skulu vit so skilja útbrotið hjá Tummasi ápostli íEisini í hesum føri hjálpir tað at lesa tekstin í síni heild. Nakrar dagar frammanundan bað tann upprisni Jesus Mariu Magdalenu siga við lærisveinarnar: „Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!“ (Jóhannes 20:17) Hóast Jesus nú var risin upp sum veldigur andaskapningur, var Jehova framvegis Gud hansara. Og Jesus helt áfram at nevna hann sum slíkan, eisini í seinastu bókini í Bíbliuni, eftir at hann var dýrmettur. — Opinberingin 1:5, 6; 3:2, 12.
Bert trý vers eftir at Tummas rópti hetta, greiðir Bíblian nærri frá støðuni við orðunum í Jóhannes 20:31: „Men hesi eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds“ — ikki at hann var Gud hin Alvaldi sjálvur. „Sonur“ er her at skilja beint sum tað er sagt, sum í vanligum skyldskapi, ikki sum ein gátuførur partur av einum tríeindum Guddómi.
Má vera í samsvar við Bíbliuna
SAGT verður at fleiri onnur skriftstøð stuðla tríeindarlæruni. Men tey líkjast teimum vit longu hava umrøtt her, tí kanna vit tey nærmari er eingin veruligur stuðul í teimum. Tey vísa bert, at vit í samband við vers sum verða søgd at stuðla tríeindarlæruni, altíð mugu spyrja: Samsvarar útleggingin við tað øll Bíblian annars lærir — at Jehova Gud einsamallur er hin Hægsti? Um ikki, er útleggingin skeiv.
Vit mugu eisini minnast, at ikki so mikið sum eitt skriftstað sigur at Gud, Jesus og heilagi andin eru sameindir í ein loyndarfullan Guddóm. Vit finna ikki eitt einasta skriftstað í Bíbliuni sum sigur at teir tríggir allir eru javnlíkir í veru, makt og ævinleika. Gjøgnum alla Bíbliuna er Jehova opinberaður sum hin einasti alvaldi Gud, Jesus sum skapti sonur hansara, og heilagi andin sum hansara virksama kraft.
[Tekstsendurgeving á síðu 24]
„Tey gomlu misbrúktu [Jóhannes 10:30] til at prógva at Kristus er . . . av somu veru sum Faðirin.“ — Johannes Calvin í viðmerking síni til Jóhannesarevangeliið
[Tekstsendurgeving á síðu 27]
„Logos var guddómligur, men ikki tann guddómliga Veran í sjálvum sær.“ — Joseph Henry Thayer
[Tekstsendurgeving á síðu 28]
Tann ið er „hjá“ einum øðrum, kann ikki samstundis vera viðkomandi
[Myndir á síðu 24, 25]
Jesus bað til Gud fyri lærisveinum sínum, at tey „øll skulu verða eitt“, sum hann og Faðirin „eru eitt“
[Mynd á síðu 26]
Jesus vísti jødunum at hann ikki var Gudi líkur tá hann segði at hann ’einki kundi gera av sær sjálvum, men bert tað hann sá Faðirin gera’
[Myndir á síðu 29]
Tá Bíblian nevnir menniskju, einglar og eisini Satan „gudar“, tað vil siga veldig, kann hin dýrmetti Jesus í himli eisini av røttum nevnast „ein gud“