Hvussu mentist tríeindarlæran?
Hvussu mentist tríeindarlæran?
NÚ SPYRT tú kanska: ’Um tríeindin ikki hevur sín uppruna í Bíbliuni, hvussu er læran tá vorðin viðurkend í kristniheiminum?’ Nógv halda at hon varð skipað í Nikea á kirkjufundinum ár 325.
Tað er kortini ikki heilt rætt. Gaman í vildi fundurin í Nikea vera við at Kristus var av somu veru sum Gud, ein hugsan ið legði støði undir ta tríeindargudfrøðina sum kom seinni. Men sjálv læran varð ikki borin fram har, tí heilagi andin varð ikki nevndur sum triði persónurin í einum tríeindum Guddómi.
Leiklutur Konstantins í Nikea
AV BÍBILSKUM grundum hevði spírandi hugsanin um at Jesus var Gud, í mong ár møtt harðari mótstøðu. Í eini roynd at fáa partarnar at semjast kallaði rómverski keisarin Konstantin biskuparnar til fundar í Nikea. Bert 318, umleið triðingurin, møttu.
Konstantin var ikki sjálvur kristin. Hildið verður at hann seinni kom til umvending, men hann varð ikki doyptur fyrr enn hann lá fyri deyðanum. Henry Chadwick sigur um hann í bókini The Early Church: „Konstantin dýrkaði sum faðir sín ta ósigraðu sólina; . . . hansara umvending skal ikki fatast sum ein innari uppliving av náðini . . . Tað var ein hernaðarligur spurningur. Hansara fatan av tí kristnu læruni var aldri heilt greið, men hann var vísur í at Gud teirra kristnu gav sigur á vígvøllinum.“
Hvønn leiklut hevði hesin ódoypti keisarin á kirkjufundinum í Nikea? Encyclopædia Britannica sigur soleiðis frá: „Konstantin hevði sjálvur forsæti, gekk á odda í samráðingunum, og gav sjálvur . . . ta endaligu orðingina sum lýsti sambandið millum Kristus og Gud í teirri trúarjáttanini sum kirkjufundurin gav út, ’av somu veru sum Faðirin’ . . . Av ótta fyri keisaranum skrivaðu biskuparnir, við bert tveimum undantøkum, undir trúarjáttanina, nógvir av sera ringum huga.“
Konstantin hevði sostatt ein avgerandi leiklut. Tá eitt herviligt átrúnaðarligt kjak hevði vart í tveir mánaðir, legði hesin heidni politikarin uppí og avgjørdi málið til frama fyri teir ið søgdu at Jesus var Gud. Men hví? Avgjørt ikki vegna nakra bíbilska sannføring. „Konstantin hevði í grundini als einki skil fyri spurningunum sum komu fram í griksku gudfrøðini,“ sigur A Short History of Christian Doctrine. Tað hann skilti, var at átrúnaðarlig ósemja var ein hóttan ímóti ríkinum, og hann vildi tryggja sítt harradømi.
Men eingin biskupur í Nikea kom fram við einari tríeindarlæru. Teir lýstu bert náttúru Jesusar, men greiddu ikki frá heilaga andans støðu. Hevði tríeindin verið ein greið bíbilsk læra, áttu teir tá ikki at komið fram við henni á hesum sinni?
Tann víðari gongdin
EFTIR Nikea helt kjakið fram í fleiri áratíggju. Teir ið trúðu at Jesus ikki var javnlíkur Gudi, vunnu tó aftur eina tíð tokka. Men seinni vendist Theodosius keisari ímóti teimum. Hann setti trúarjáttanina úr Nikea í gildi í ríki sínum og kallaði til kirkjufundar í Konstantinopel ár 381 fyri at fáa orðingina greiðari.
Á hesum fundinum varð semja um at seta heilaga andan javnt við Gud og Kristus. Nústani var tríeindarlæran hjá kristniheiminum um at fáa fótin fyri seg.
Men heldur ikki aftan á kirkjufundin í Konstantinopel fekk tríeindarlæran nakra almenna viðurkenning. Nógv vóru ímóti henni og fingu tí harðan ágang. Ikki fyrr enn øldir seinni varð hon orðað í føstum trúarjáttanum. Uppslagsverkið The Encyclopedia Americana sigur: „Tríeindarlæran mentist til fulnar í Vesturlondum, í
miðaldar skolastikki, tá hon varð lýst heimspekiliga og sálarfrøðiliga.“Athanasianska Trúarjáttanin
TRÍEINDIN varð gjøllari lýst í Athanasiansku Trúarjáttanini. Athanasius var ein kirkjumaður sum stuðlaði Konstantin í Nikea. Í trúarjáttanini sum hevur navn eftir honum, eitur tað: „Vit tilbiðja ein Gud í trimum persónum . . . Soleiðis er Faðirin Gud, Sonurin er Gud og Heilagi Andin er Gud, og tó eru teir ikki tríggir gudar, men ein Gud.“
Vælvitandi lærdir eru tó á einum máli um, at tað ikki var Athanasius sum orðaði hesa trúarjáttan. The New Encyclopædia Britannica viðmerkir: „Trúarjáttanin var ókend í kirkjuni eystanfyri inntil 12. øld. Síðan 17. øld hevur breið semja verið millum teir lærdu um at Athanasius (deyður 373) ikki skrivaði Athanasiansku Trúarjáttanina, men at hon helst er orðað í Suðurfraklandi í 5. øld. . . . Trúarjáttanin tykist serliga at hava havt ávirkan í Suðurfraklandi og Spania í 6. og 7. øld. Hon varð nýtt í kirkjuligu gudstænastuskipanini í Týsklandi í 9. øld og nakað seinni í Róm.“
Nógvar øldir liðu altso frá Jesusi og til tríeindarlæran alment varð viðurkend í kristniheiminum. Og hvat var avgerandi fyri tær viðtøkur ið vórðu gjørdar so við og við? Guds orð, ella kirkjuligar og politiskar hugleiðingar? Í bókini Origin and Evolution of Religion svarar E. W. Hopkins: „Tann endaliga ortodoksa lýsingin av tríeindarlæruni var mest av øllum ein spurningur um kirkjupolitikk.“
Eitt fráfall fráboðað
KEÐILIGA søgan um tríeindarlæruna samsvarar tí Jesus og ápostlarnir søgdu skuldi henda eftir teirra tíð. Teir fyriboðaðu eitt fráfall, eitt avvik frá tí sonnu tilbiðjanini, og hetta fráfall skuldi standa við til Kristus kom aftur og hin sanna tilbiðjanin varð endurreist, áðrenn ’dagurin’ kom tá Gud skuldi oyðileggja ta heimsskipanina sum nú er.
Við hesum ’degnum’ í huga segði Paulus ápostul: „Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin.“ (2 Tessalonikabræv 2:3, 7) Seinni boðaði hann frá: „Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum. Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørgt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær.“ (Ápostlasøgan 20:29, 30) Aðrir lærisveinar hjá Jesusi skrivaðu eisini um hetta fráfall við síni ’lógleysu’ prestastætt. — Les til dømis Seinna bræv Pæturs 2:1; Fyrsta bræv Jóhannesar 4:1-3; Judas 3, 4.
Paulus skrivaði eisini: „Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni; og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.“ — 2 Timoteus 4:3, 4.
Jesus greiddi frá, hvør atvoldin til hetta fráfallið frá sannari tilbiðjan skuldi verða. Hann segði at hann sjálvur hevði sáað hveiti í veltuna, men at fíggindin, sum er Satan, sáaði illgras millum hveitina. Saman við teimum fyrstu hveitispírunum tók eisini illgrasið at næla. Tí mátti roknast við einum fráfalli ella avviki frá tí sanna kristindóminum inntil heystar, tá Kristus skuldi fáa alt aftur í rættlag. (Matteus 13:24-43) The Encyclopedia Americana viðmerkir: „Tríeindarlæran í 4. øld líktist ikki læruni hjá teimum fyrstu kristnu viðvíkjandi náttúru Guds; hon veik tvørturímóti frá hesi læru.“ Hvaðani kom hetta frávikið? — 1 Timoteus 1:6.
Hvaðani ávirkanin kom
ALLA tíðina aftur til tað gamla Bábylon vóru fólk í fornaldar heiminum von at dýrka teir heidnu gudarnar sum tríeindir ella triadur.
Tað var eisini vanligt í Egyptalandi, Grikkalandi og Róm øldirnar fyri og eftir føðing Krists. Og tá ápostlarnir vóru deyðir, fóru hesar heidnu hugsanir at troka seg inn í kristindómin.Søgumaðurin Will Durant sigur: „Kristindómurin beindi ikki fyri heiðinskapinum, men tók hann til sín. . . . Úr Egyptalandi komu hugsanirnar um eina guddómliga tríeind.“ Og í bókini Egyptian Religion viðmerkir Siegfried Morenz: „Hugsanin um tríeindina hugtók egyptisku gudfrøðingarnar sera nógv . . . Tríggir gudar verða sameindir og viðfarnir sum ein, ið talað verður til í eintali. Á henda hátt avdúkar andaliga megin í tí egyptiska átrúnaðinum eitt beinleiðis samband við kristna gudfrøði.“
Kirkjuleiðararnir sum búðu í Alexandria seinast í triðju og fyrst í fjórðu øld, sum til dømis Athanasius, vístu at teir vóru ávirkaðir av hesum tá teir orðaðu hugsanirnar ið førdu til tríeindarlæruna. Ávirkan teirra gjørdist so stór at Siegfried Morenz metir „alexandrinsku gudfrøðina sum millumlið ímillum átrúnaðarliga arvin úr Egyptalandi og kristindómin“.
Í fororðinum til verkið hjá Edward Gibbon History of Christianity lesa vit: „Vann kristindómurin á heiðinskapinum, so spiltist kristindómurin í sama mun av heiðinskapinum. Ta reinu deismuna hjá teimum fyrstu kristnu . . . broytti rómverjakirkjan til ta ófatiligu tríeindartrúfrøðina. Nógvar heidnar trúarlærur, sum egyptar uppfunnu og sum Platon gjørdi til fyrimyndir, vórðu varðveittar sum trúverdar.“
Sambært A Dictionary of Religious Knowledge eru nógvir sum siga at tríeindarlæran „er ein spilla, lænt úr teimum heidnu átrúnaðunum og gróðursett í tí kristnu trúnni“. Og bókin The Paganism in Our Christianity sigur: „Upprunin er fullkomiliga heiðin.“
Av hesi orsøk skrivaði James Hastings í uppslagsverkinum Encyclopædia of Religion and Ethics: „Í indiskum átrúnaði, t.d., hitta vit tríeindina Brahma, Siva og Vishnu, og í egyptiskum átrúnaði tríeindina Osiris, Isis og Horus . . . Men ikki einans í teimum søguligu átrúnaðunum finna vit Gud fataðan sum eina tríeind. Vit minnast serliga ta nýplatonisku hugsanina um tann ovasta ella hægsta veruleikan,“ sum er „umboðaður í einum tríbýti“. Hvat hevur grikski heimspekingurin Platon við tríeindina at gera?
Platonisman
HILDIÐ verður at Platon livdi frá 428 til 347 fyri Kristus. Hann hevði ikki tríeindarlæruna frammi í núverandi líki, men heimspeki hansara slóðaði vegin fyri henni. Seinni komu heimspekiligar rørslur við tríeindarhugmyndum sum vóru ávirkaðar av hugsanum Platons um Gud og náttúruna.
Franska uppslagsverkið Nouveau Dictionnaire Universel sigur um ávirkanina frá Platon: „Platoniska tríeindin, sum í sjálvum sær bert var tillagað eldri tríeindum sum stavaðu frá eldri fólkasløgum, sær út at vera tann skinsama heimspekiliga tríeindin av eyðkennum ið gjørdust upprunin til tær tríggjar hypostasurnar ella guddómligu persónarnar, sum tær kristnu kirkjurnar læra. . . . Uppfatanin sum hesin grikski heimspekingurin hevði av tí guddómligu tríeindini . . . er at finna í øllum [heidnum] fornaldar átrúnaðum.“
The New Schaff-Herzog Encyclopedia of Religious Knowledge vísir hvørja ávirkan henda grikska heimspekin hevur havt: „Trúarlærurnar um Logos og tríeindina fingu skap sítt frá grikskum fedrum, sum . . . beinleiðis ella óbeinleiðis vóru nógv ávirkaðir av heimspekini hjá Platon . . . At villur og ranglærur sníktu seg inn í kirkjuna higani skerst ikki burtur.“
The Church of the First Three Centuries sigur: „Tríeindarlæran kom so líðandi og rættiliga seint. . . . hon stavar frá einari keldu sum er teimum jødisku og kristnu skriftunum púra fremmand, . . . hon mentist, og varð gróðursett í kristindóminum, av kirkjufedrum sum vardu platoniskar hugsanir.“
„Kristindómurin“ og nýplatoniska heimspekin vórðu síðst í triðju øld knýtt óloysiliga saman. Sum Adolf Harnack sigur í Outlines of the History of Dogma, varð læra kirkjunnar „væl og virðiliga rótfest í gróðrarlendi hellenismunnar [tí grikska hugsunarháttinum]. Soleiðis gjørdist hon ein loynidómur fyri flestøll kristin“.
Kirkjan vildi vera við at nýggju trúarlærur hennara vóru grundaðar á Bíbliuna. Men Harnack sigur: „Í roynd og veru loyvdi hon hellenistiskari hugsan, pátrúgv og trúarsiðum úr heidnari loynidómadýrkan.“
Í bókini A Statement of Reasons sigur Andrews Norton um tríeindina: „Søguliga kunnu vit føra hesa læruna aftur og finna uppruna hennara, ikki í kristnari opinbering, men í platoniskari
heimspeki . . . Tríeindin er ikki ein læra ið stavar frá Kristusi og ápostlum hansara, men hon er upphugsað í platoniska skúlanum sum kom seinni.“Í fjórðu øld stóð fráfallið sum Jesus og ápostlarnir boðaðu frá, sostatt í fullum blóma. At tríeindarlæran mentist var bert ein vitnisburður um hetta. Tær fráfalnu kirkjurnar tóku eisini aðrar heidnar hugsanir til sín, sum til dømis læruna um eitt brennandi helviti, um ta ódeyðiligu sálina og bílætadýrkan. Eins og fráboðað hevði andaligt myrkur lagt seg yvir kristniheimin, sum var í hondunum á einum vaksandi prestaveldi, ið sýndi seg sum „syndamaðurin“. — 2 Tessalonikabræv 2:3, 7.
Hví boðaðu Guds profetar ikki læruna?
HVUSSU ber tað til at eingin Guds profetur í fleiri túsund ár lærdi Guds fólk um tríeindina? Og hví brúkti Jesus ikki tær gávur hann hevði sum hin stóri Lærarin til at greiða lærisveinum sínum frá hesi læru? Hevði Gud innblást fleiri hundrað bíbliusíður og einki pláss givið til at greiða frá tríeindarlæruni, um hon veruliga skuldi metast sum „høvuðslæra“ í tí kristnu trúnni?
Skulu vit sum kristin trúgva at Gud fleiri hundrað ár eftir Kristus og eftir at Bíblian var skrivað, stóð aftan fyri orðingina av einari læru sum tænarar hansara í fleiri túsund ár einki kendu til, einari læru sum var ein ’órannsakandi loynidómur’, „meir enn menniskjað fatar“, einari læru sum týðiliga hevði heidnan uppruna og sum mest av øllum varð tikin við vegna ’kirkjupolitikk’?
Søguligi vitnisburðurin er klárur og greiður: Tríeindarlæran er eitt avvik, eitt fráfall, frá tí sonnu trúnni.
[Tekstsendurgeving á síðu 8]
’Tríeindarlæran í 4. øld veik frá læruni hjá teimum fyrstu kristnu.’ — The Encyclopedia Americana
[Ramma á síðu 9]
„Triada Teirra Stóru Guda“
Fleiri hundrað ár fyri Kristus vóru triadur ella tríeindir gudar í tí gamla Bábylon og Assýria. Franska uppslagsbókin „Larousse Encyclopedia of Mythology“ nevnir eina slíka triadu sum varð dýrkað í Mesopotamia: „Alheimurin varð býttur í trý øki sum hvørt varð lagt undir ein gud. Anu fekk himmalin. Jørðin varð givin Enlil. Ea gjørdist harri vatnanna. Tilsamans var hetta Triada Teirra Stóru Guda.“
[Ramma á síðu 12]
Ein hinduistisk tríeind
Í bókini „The Symbolism of Hindu Gods and Rituals“ er ein hinduistisk tríeind sum var til í øldir fyri Kristus, umrødd. „Ein gudur í tríeindini er Siva. Hann sigst at vera oyðingar gud. Hinir báðir gudarnir eru Brahma, skapanar gud, og Vishnu, varðveitanar gud . . .. Fyri at vísa at tað snýr seg um eina og somu tilgongd, eru teir tríggir gudarnir sameindir í einum skapilsi.“ — Útgevari er A. Parthasarathy, Bombay.
[Mynd á síðu 8]
„Konstantin hevði í grundini als einki skil fyri spurningunum sum komu fram í griksku gudfrøðini.“ — A Short History of Christian Doctrine
[Myndir á síðu 10]
1. Egypt. Triada við Horus, Osiris og Isis, 2. áratúsund f.o.t.
2. Bábylon. Triada við Isjtar, Sin og Sjamasj, 2. áratúsund f.o.t.
3. Palmyra. Triada við mánagudinum, himmalsins Harra og sólgudinum, uml. 1. øld e.o.t.
4. India. Tríeindur hinduguddómur, uml. 7. øld e.o.t.
5. Kampuchea. Tríeindur buddhistiskur guddómur, uml. 12. øld e.o.t.
6. Noreg. Tríeind (Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin), uml. 13. øld e.o.t.
7. Frakland. Tríeind, uml. 14. øld e.o.t.
8. Ítalia. Tríeind, uml. 15. øld e.o.t.
9. Týskland. Tríeind. uml. 19. øld e.o.t.
10. Týskland. Tríeind, 20. øld e.o.t.