Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu verður hon lýst?

Hvussu verður hon lýst?

Hvussu verður hon lýst?

MARTIN LUTHER sigur í síni Katekismus: „Vit . . . savna alt, sum hevur við trúnna at gera, í tríggjar høvuðsgreinar eftir teimum trimum persónunum í guddóminum. . . . Ein Gud, ein trúgv, men tríggir persónar. Tí eisini tríggjar greinar ella tríggjar játtingar.“ Gads Danske Bibelleksikon leggur aftrat: „Innihaldið í hesi læru er varðveitt gjøgnum søgu kirkjunnar sum høvuðstátturin í kristnu trúnni.“

Rómversk-katólska kirkjan sigur: „Tríeindin er orðið ið verður nýtt at lýsa høvuðslæruna í tí kristnu trúnni . . . tí, fyri at nýta orðini í Athanasiansku Trúarjáttanini: ’Faðirin er Gud, Sonurin er Gud, og Heilagi Andin er Gud, og tó eru ikki tríggir gudar, men ein Gud.’ Í hesi tríeind . . . eru persónarnir líka ævigir og javnsettir: allir eru líka óskaptir og alvaldir.“ — The Catholic Encyclopedia.

Hin tríeindi Gud verður altso lýstur sum „ein Gud í trimum Persónum“. Hvør teirra sigst vera uttan byrjan, at hava verið til í allar ævir. Hvør teirra sigst vera alvaldur, so eingin er hvørki størri ella minni enn hinir.

Er henda hugsan torskild? Nógv sonn trúgvandi halda læruna vera fløkta, í stríð við skilagóðan hugsunarhátt og vanligar royndir. Hvussu, spyrja tey, kann Faðirin vera Gud, Jesus vera Gud og heilagi andin vera Gud, og so kortini ikki vera tríggir Gudar men bert ein Gud?

’Meir enn menniskjað fatar’

HENDA óvissa er vanlig. The Encyclopedia Americana skrivar at menn meta læruna um tríeindina at vera „meir enn menniskjað fatar“.

Nógv ið viðurkenna tríeindarlæruna hava somu áskoðan. Monsignore Eugene Clark sigur: „Gud er ein, og Gud er tríggir. Einki skapt líkist hesum, og tí skilja vit tað ikki, vit mugu bara góðtaka tað.“ John O’Connor kardinalur váttar: „Vit vita at tað er ein sera djúpur loynidómur, sum vit ikki verða før fyri at fata.“ Og Jóhannes Paul II pávi tosar um „tann órannsakandi loynidómin um hin tríeinda Gud“.

Bókaverkið A Dictionary of Religious Knowledge sigur: „Nágreiniliga hvat læran er, ella rættari, nágreiniliga hvussu hon kann lýsast, er ein spurningur sum talsmenn fyri tríeindina ikki sjálvir eru samdir um.“

Tí er tað ikki so løgið at New Catholic Encyclopedia hevur hesa viðmerking: „Bert fáir lærarar sum undirvísa í tríeindargudfrøði á lærdum rómversk-katólskum háskúlum eru slopnir undan við hvørt at verða plágaðir av spurninginum: ’Men hvussu skulu vit prædika tríeindina?’ Og er spurningurin tekin um at næmingarnir eru ørkymlaðir, er hann kanska ikki minni tekin um eina líknandi ørkymlan hjá professarum teirra.“

At hetta er satt, verður váttað um vit fara á eitt bókasavn og kanna bøkurnar ið stuðla tríeindarlæruni. Óteljandi blaðsíður eru skrivaðar í eini roynd at greiða frá henni. Og kortini er tann ið fer at kanna málið, eftir at hava strítt seg ígjøgnum loynigøturnar av ørkymlandi gudfrøðiligum málburði og frágreiðingum, framvegis líka klókur.

Hesum viðvíkjandi sigur Joseph Bracken jesuitur í bókini hjá sær What Are They Saying About the Trinity?: „Prestar sum við nógvum stríði lærdu . . . tríeindarlæruna øll árini teir gingu á lærdan háskúla aftraðu seg sjálvandi við at bera hana fram fyri sóknarbørnunum frá prædikustólinum, um tað so var trinitatis sunnudagur. . . . Hví møða fólk við slíkum sum tey, tá samanum kom, kortini ikki fataðu til fulnar?“ Hann sigur eisini: „Tríeindin er ein trúarspurningur, men hon hevur lítla og onga [ávirkan] á dagligt kristnilív og tilbiðjan.“ Og tó er hon „høvuðstátturin“ í læru kirkjunnar!

Katólski gudfrøðingurin Hans Küng viðmerkir í bók síni Christentum und Weltreligionen at tríeindarlæran er ein orsøk til at kirkjurnar ikki hava vunnið serligan frama millum ikki-kristin fólk. Hann sigur: „Sjálvt vællærdir muslimar duga ikki at fata [tríeindarlæruna], eins og jødar higartil heldur ikki hava dugað tað, . . . Eyðsæð er at sundurgreiningin í tríeindarlæruni millum ein og tríggjar ikki nøktar muslimin, sum heldur verður ørkymlaður enn upplýstur við serligum gudfrøðiligum orðum úr sýriskum, grikskum og latínskum máli. Honum tykist alt hetta at vera eitt spæl við orðum og hugtøkum. . . . Hví leggja nakað aftrat hugsanini um Guds einleika og serstøðu, tá tað bert minkar um ella máar burtur einleikan og serstøðuna?“

„Ikki Gud óskils“

HVUSSU hevur ein so fløkt læra tikið seg upp? The Catholic Encyclopedia vil vera við: „Ein so loyndarfull læra er treytað av einari guddómligari opinbering.“ Og katólski gudfrøðingurin Richard P. McBrien sigur í bók síni Katolsk Tro gennem to Årtusinder: „Tríeindin er ein avgjørdur loynidómur í teirri merking, at vit fata hann ikki, hóast hann er opinberaður okkum.“

Men siga vit at tríeindarlæran, av tí at hon er ein so óskiljandi loynidómur, má stava frá guddómligari opinbering, skapar hetta bert ein annan trupulleika. Hví? Tí tann guddómliga opinberingin í sjálvum sær ikki loyvir eina slíka uppfatan av Gudi: „Gud er jú ikki Gud óskils.“ — 1 Korintbræv 14:33.

Kann Gud — við hesum í huga — hugsast at vera upphavsmaður til eina læru um seg sjálvan, sum er so fløkt og ørkymlandi at enn ikki lærdir ið hava lisið hebraiskt, grikskt og latín, veruliga duga at greiða frá henni?

Og aftrat hesum, noyðast fólk at vera gudfrøðingar fyri at ’kenna hin einasta sanna Gud og tann, ið Hann sendi, Jesus Kristus’? (Jóhannes 17:3) Hví tóku tá so fáir lærdir jødiskir átrúnaleiðarar ímóti Jesusi sum Messias? Hansara trúgvu lærisveinar vóru jú tvørturímóti eyðmjúkir bøndur, fiskimenn, tollarar og húsmøður. Hesi vanligu fólkini vóru so vís í tí Jesus lærdi um Gud, at tey kundu læra onnur, og tey vóru eisini vilig at doyggja fyri trúgv sína. — Matteus 15:1-9; 21:23-32, 43; 23:13-36; Jóhannes 7:45-49; Ápostlasøgan 4:13.

[Mynd á síðu 4]

Lærisveinarnir hjá Jesusi vóru vanlig fólk, ikki átrúnaðarligir leiðarar