Skulu vit trúgva henni?
Skulu vit trúgva henni?
TRÝRT tú tríeindarlæruni? Tað gera tey flestu í kristniheiminum. Hon hevur jú í øldir verið høvuðslæran í kirkjunum.
Við hesum í huga skuldu vit ikki trúð at nakað var at ivast í. Men tað er tað, og í seinastuni eru eisini talsmenn fyri læruna farnir at seta spurningar.
Hevur tað nú so stóran týdning? Ja, tí Jesus sjálvur segði: „Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ Øll framtíð okkara er altso treytað av at vit veruliga kenna Gud og vita hvør hann er. Tað merkir at vit mugu vita hvat ið liggur aftan fyri kjakið um tríeindina. Hví ikki sjálvur kanna málið? — Jóhannes 17:3.
Ymiskt er sum fólk uppfata hin tríeinda Gud. Men vanliga verður tríeindarlæran lýst soleiðis, at tríggir persónar eru í Guddóminum, Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin; kortini eru teir tilsamans bert ein Gud. Sambært læruni eru teir tríggir javnlíkir, alvaldir, óskaptir og hava allar ævir verið til í Guddóminum.
Onnur vilja tó vera við at tríeindarlæran er skeiv, at hin alvaldi Gud stendur einsamallur sum ein serstøk, ævig og almáttug vera. Tey siga at Jesus áðrenn hann gjørdist menniskja, var sum einglarnir, ein serstakur andaligur persónur skaptur av Gudi, og at hann tískil má hava havt eina byrjan. Tey læra at Jesus ongantíð á nakran hátt hevur verið javnlíkur Gudi hinum Alvalda; hann hevur altíð verið, og er framvegis undirgivin Gudi. Tey meina eisini at heilagi andin ikki er ein persónur, men Guds virksama kraft.
Talsmenn fyri tríeindarlæruna siga at hon ikki einans er grundað á átrúnaðarligan siðaarv, men eisini á Bíbliuna. Teir ið finnast at læruni, siga at hon er ikki bíbilsk. Ein søgubók sigur enntá at „upprunin er fullkomiliga heiðin“. — The Paganism in Our Christianity.
Er tríeindarlæran sonn, so vanvirða vit Jesus tá vit siga at hann á ongum sinni var javnlíki Guds sum partur av Guddóminum. Men um tríeindarlæran er følsk, vanvirða vit hin alvalda Gud tá vit meta nakran javnt við hann, og uppaftur verri um vit nevna Mariu „Guds móður“. Er tríeindarlæran følsk, er tað eisini vanvirðing av Gudi at siga sum bókin Catholicism: „Um [nakar] ikki varðveitir hesa trúgv heila og ódálkaða, er [hann] vísur í ævigum undirgangi. Og katólska trúgvin er henda: vit tilbiðja ein Gud í trimum persónum.“
Einki undur í, um tú fegin vilt kenna sannleikan um tríeindarlæruna. Men áðrenn uppruni og sannføri hennara verða kannað, hevði tað verið gott at fingið eina betri lýsing av læruni. Nágreiniliga hvat er tríeindarlæran? Hvussu greiða talsmenn hennara frá henni?
[Myndir á síðu 2]
Vinstrumegin: Egyptisk standmynd úr 2. áratúsund f.o.t. Triadan Amon-Ra, Ramses II og Mut. Høgrumegin: 14. øld e.o.t. Tríeindarstandmynd við Jesusi Kristi, Faðirinum og heilaga andanum. Legg til merkis, har eru tríggir persónar, men bara fýra bein.