Tilbið Gud eftir hansara treytum
Tilbið Gud eftir hansara treytum
I BØN til Gud segði Jesus: „Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Hvussu væl skulu vit kenna teir? „[Gud] vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.“ (1 Timoteus 2:4) Í The Amplified Bible er seinasta pettið týtt soleiðis: „Kenna Sannleikan [um Gud] nágreiniliga og rætt.“
Altso vil Gud, at vit skulu kenna hann og hansara ætlanir nágreiniliga. Vit mugu kenna sannleikan um Gud. Og hann finna vit bara í Guds orði, Bíbliuni. (Jóhannes 17:17; 2 Timoteus 3:16, 17) Tá vit læra hvat Bíblian veruliga sigur um Gud, sleppa vit undan at líkjast teimum sum eru nevnd í Rómbrævinum 10:2, 3, ið høvdu „íðinskap fyri Gud — men ikki við skili“. Ella teimum í Samaria sum Jesus segði við: „Tit tilbiðja tað, ið tit ikki kenna.“ — Jóhannes 4:22.
Um vit fegin vilja hava Gud at góðkenna okkum mugu vit tí spyrja: Hvat sigur Gud um seg sjálvan? Hvussu vil hann verða tilbiðin? Hvørjar eru ætlanir hansara, og hvussu hóska vit saman við teimum? Nágreiniligur kunnleiki um sannleikan gevur okkum røttu svarini til slíkar spurningar. Hava vit tey, kunnu vit tilbiðja Gud eftir hansara treytum.
Vanvirða Gud
„TEY, ið æra Meg, skal Eg æra,“ sigur Gud. (1 Sámuel 2:30) Æra vit Gud um vit kalla nakran javnlíka hansara? Æra vit Gud við at kalla Mariu „Guds Móður“ og „Meklarinnu . . . millum Skaparan og skapningar hansara“, sum tað verður gjørt í New Catholic Encyclopedia? Nei, slíkar hugsanir eru ein háðan ímóti Gudi. Eingin er javnlíki hansara. Eingin er Guds móðir, tí Jesus var ikki Gud. Og eingin „Meklarinna“ er til, tí Gud hevur bert tilnevnt ’ein millummann millum Gud og menniskju’, Jesus. — 1 Timoteus 2:5; 1 Jóhannes 2:1, 2.
Eingin ivi er um at tríeindarlæran hevur ørkymlað fólk so tey bert hava eina ógreiða fatan av veruligu støðu Guds. Hon hevur forðað fólki í rættiliga at læra alheimsins Stjórnarharra, Jehova Gud, at kenna og tilbiðja hann eftir hansara treytum. Sum gudfrøðingurin Hans Küng málbar seg: „Hví leggja nakað aftrat hugsanini um Guds einleika og serstøðu, tá tað bert minkar um ella máar burtur einleikan og serstøðuna?“ Júst hetta hevur trúgvin á tríeindina gjørt.
Tey ið trúgva á tríeindina kunnu ikki sigast at halda tað „vera vert at hava kunnskapin um Gud“. (Rómbrævið 1:28) Sama versið í Bíbliuni heldur áfram og sigur, at Gud gav tey sum ikki virdu kunnskapin um hann „upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er“. Versini 29 til 31 nevna síðan nakað av tí sum er „ósømiligt“, til dømis ’morð, klandur, svik, at vera kærleiksleys, miskunnarleys’. Trúarbólkar ið viðurkenna tríeindarlæruna hava framt alt hetta.
Til dømis hava talsmenn fyri tríeindarlæruna ofta søkt at og eisini dripið fólk ið havnaðu læruni. Og teir hava gjørt meir enn tað. Í krígstíð drópu teir sínar egnu trúarfelagar. Kann nakað vera meira „ósømiligt“ enn at katolikkar drepa katolikkar, ortodoks drepa ortodoks, og protestantar drepa protestantar — alt í hins sama tríeinda Guds navni?
Og hetta hóast Jesus klárt og greitt segði: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“ (Jóhannes 13:35) Guds orð greiðir nærmari frá hesum við orðunum: „Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.“ Sagt verður at tey ið drepa andaligu brøður sínar „líkjast Káin, ið var av hinum illa [Satan] og drap bróður sín“. — 1 Jóhannes 3:10-12.
Eyðsýnt er, at villandi trúarlærur um Gud føra til gerðir sum bróta lógir hansara. Í kristniheiminum er hent tað sum Søren Kierkegaard í fyrru øld greiddi frá: „Kristniheimurin hevur avtikið Kristindómin, uttan rættiliga at vita av tí.“
Andaliga støðan í kristniheiminum kann lýsast við orðunum hjá Paulusi ápostli: „Tey Titus 1:16.
siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólýðin og duga einki gott verk til.“ —Skjótt, tá Gud ger enda á hesi heimsskipanini, verður tann tríeindardýrkandi kristniheimurin kravdur til svars. Hann verður dømdur fyri gudvanærandi trúarlærur og gerðir sínar. — Matteus 24:14, 34; 25:31-34, 41, 46; Opinberingin 17:1-6, 16; 18:1-8, 20, 24; 19:17-21.
Vís tríeindarlæruna frá tær
SANNLEIKIN um Gud má viðurkennast sum hann er, í honum er einki eftirlæti. At tilbiðja Gud eftir hansara treytum merkir tí at vit mugu vísa tríeindarlæruna frá okkum. Hon stríðir ímóti tí, bæði profetarnir, Jesus, ápostlarnir og tey fyrstu kristnu trúðu og lærdu. Hon stríðir ímóti tí Gud sjálvur sigur í sínum innblásta orði: „Hugsið um tað, . . . at Eg eri Gud, og eingin annar, at Eg eri Gud, og eingin annar er enn Eg.“ — Esaias 46:9.
Tað tænir ikki áhugamálum Guds, at hann verður lýstur sum ein ørkymlandi og gátuførur Guddómur. Tvørturímóti. Jú størri óvissan um Gud og ætlanir hansara verður millum fólk, tess betur dámar mótstøðumanni Guds, Satan Djevulinum, ’gudinum hjá hesum heimi’. Hann birtir upp undir falskar trúarlærur fyri at ’blinda hugsanir hinna vantrúgvandi’. (2 Korintbræv 4:4) Teimum prestum sum vilja hava fastatøkur á sóknarbørnunum, dámar eisini tríeindarlæruna, tí tey fáa varhugan av at bara gudfrøðingar skilja hana. — Les Jóhannes 8:44.
Nágreiniligur kunnleiki um Gud er ein stórur lætti. Hann sleppur okkum undan lærdómum sum stríða ímóti Guds orði, og undan stovnum og samfeløgum sum eru fallin frá tí sonnu trúnni. Sum Jesus segði: „Tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“ — Jóhannes 8:32.
Æra vit Gud sum hin hægsta og tilbiðja hann eftir hansara treytum, kunnu vit sleppa undan dóminum hann letur koma yvir tann fráfalna kristniheimin. So kunnu vit í staðin gleðast um útlitið til góðkenning Guds tá hann ger enda á hesum heimi: „Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ — 1 Jóhannes 2:17.
[Mynd á síðu 31]
Aldargomul standmynd í Fraklandi: Hin tríeindi Gud krýnir Mariu „Moy“. Trúgvin á tríeindina hevur ført til at fólk æra Mariu sum „Guds Móður“