Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ídni fyri tilbiðjanini av Jehova

Ídni fyri tilbiðjanini av Jehova

Kapittul 16

Ídni fyri tilbiðjanini av Jehova

HÁLVBRØÐUR Jesusar — sum Maria eisini er móðir at — eru Jákup, Jósef, Símun og Judas. Áðrenn allir hesir fara við Jesusi og lærisveinum hansara til Kapernaum bý nærindis Galileavatninum, steðga teir kanska á heima við hús í Nazaret so familjan fær høvi at pakka tað ið neyðugt er til ferðina.

Men hví fer Jesus til Kapernaum í staðin fyri at halda fram at boða í Kana, Nazaret, ella onkra aðrastaðni í Galileafjøllunum? Fyrst og fremst tí Kapernaum liggur betur fyri og eyðsýniliga er størri býur. Men eisini tí teir flestu av lærisveinunum sum Jesus hevur fingið sær, búgva í ella nærindis Kapernaum, og tað merkir at teir kunnu búgva heima meðan hann lærir teir.

Meðan hann er í Kapernaum ger Jesus fleiri undurgerðir sum hann sjálvur sigur frá nakrar mánaðir seinni. Men skjótt eru Jesus og lærisveinar hansara aftur á ferð. Hetta er um várið og teir eru á veg til Jerúsalem at halda páskir ár 30. Meðan teir eru har, ber Jesus seg at sum lærisveinarnir helst ongantíð áður hava sæð hann.

Sambært Guds lóg skulu ísraelsmenn bera fram djóraoffur. Fyri høgleika skuld selja keypmenninir í Jerúsalem djór og fuglar til hetta endamál. Men handilin fer fram í templinum, og teir lumpa fólk við at krevja alt ov høgan prís.

Fyltur við vreiði ger Jesus sær ein koyril av togi og rekur sølumenninar út. Hann stoytir smápengarnar hjá pengavekslarunum út og koyrir borð teirra um koll. „Takið hetta burt hiðani,“ rópar hann við teir sum selja dúvur, „gerið ikki hús Faðirs Míns til handil!“

Tá Jesu lærisveinar síggja hetta, minnast teir profetorðini um son Guds: „Ídni fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp.“ Men jødarnir spyrja: „Hvat tekin vísir Tú okkum, síðani Tú gert hetta?“ Jesus svarar: „Brótið niður hetta tempul, og Eg skal reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!“

Jødarnir halda at Jesus talar um hitt bókstavliga templið, og teir siga tí: „Í 46 ár stóð hetta tempul í gerð, og Tú skalt reisa tað upp aftur eftir trimum døgum!“ Men Jesus talar um „tempul likams Síns“. Trý ár seinni, tá hann rísur upp frá deyðum, minnast lærisveinar hansara til orðini hann segði. Jóhannes 2:12-22; Matteus 13:55; Lukas 4:23.

▪ Hvagar fer Jesus eftir brúdleypið í Kana?

▪ Hví er Jesus vreiður, og hvat ger hann?

▪ Hvat minnast Jesu lærisveinar tá teir síggja hann bera seg soleiðis at?

▪ Hvat sigur Jesus um „hetta tempul“, og hvat meinar hann?