Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Aftur í templinum

Aftur í templinum

Kapittul 103

Aftur í templinum

EFTIR at Jesus og lærisveinar hansara fóru úr Jeriko hava teir gist tríggjar nætur í Betania. Nú, í lýsingini mánamorgunin 10. nisan, eru teir longu á veg til Jerúsalem. Jesus er svangur, og tá hann ber eyga við eitt fikutræ við bløðum, fer hann yvir at vita um tað eisini man hava fikur.

Bløðini eru komin óvanliga tíðliga á træið, tí fikutíðin byrjar ikki fyrr enn í juni og hetta er bara seinast í mars. Men av tí at træið longu hevur bløð væntar Jesus sjálvsagt eisini at finna fikur á tí. Men hann verður vónsvikin. Bløðini hava givið trænum eina villleiðandi útsjónd. Tí bannar Jesus trænum og sigur: „Aldri í ævir skal nakar aftur eta ávøkst av tær!“ Morgunin eftir sæst hvørjar avleiðingar hetta fær og hvønn týdning tað hevur.

Jesus og lærisveinar hansara halda leiðina fram og koma skjótt til Jerúsalem. Jesus fer inn í templið sum hann kannaði seinnapartin dagin fyri. Men í dag fer hann til verka akkurát sum trý ár frammanundan, á páskum ár 30. Jesus rekur allar sum selja og keypa í templinum á dyr, borðini hjá pengavekslarunum og beinkirnar hjá dúvuseljarunum koyrir hann umkoll. Eingin sleppur so mikið sum at bera amboð gjøgnum templið fyri honum.

Um teir sum veksla pengar og selja djór í templinum sigur hann fordømandi: „Er ikki skrivað, at hús Mítt skal kallast bønhús fyri øll fólkasløg! Men tit hava gjørt tað til ránsmannabøli.“ Teir eru ’ránsmenn’ tí teir krevja alt ov høgan prís fyri offurdjórini sum nøkur noyðast at keypa her. Slíkan handil metir Jesus tí javnt við at stjala ella kroysta pengar frá fólki.

Tá hægstu prestarnir, hinir skriftlærdu og fólksins leiðandi menn frætta hvat Jesus hevur gjørt, royna teir aftur at fáa hann dripnan. Soleiðis vísa teir at teimum ikki stendur til bata. Men teir vita kortini ikki hvussu teir skulu fáa beint fyri Jesusi, tí fólkið hongur framvegis uppi í honum fyri at hoyra hann.

Aftrat teimum sum eru føddir jødar eru eisini fólk úr øðrum tjóðum komin at halda páskir. Tey eru trúskiftingar, tað vil siga at tey eru umvend til jødadómin. Nakrir grikkar, helst eisini trúskiftingar, koma nú til Filip og spyrja um teir kunnu sleppa at síggja Jesus. Filip fer til Andrias, kanska fyri at vita um eitt slíkt møti er hóskandi. Jesus er eftir øllum at døma framvegis í templinum, har grikkarnir kunnu síggja hann.

Jesus veit at hann bert hevur fáar dagar eftir á lívi og greiðir varliga frá støðuni: „Tímin er komin, at Menniskjasonurin skal verða dýrmettur. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.“

Eitt hveitikorn er lítið vert. Men hvat hendir um tað kemur í jørðina og „doyr“, ella endar lív sítt sum sáðkorn? So nælir tað og verður sum frálíður til strá við aksi sum ber nógv hveitikorn. Jesus er somuleiðis einans eitt fullkomið menniskja. Men doyr hann trúfastur Gudi, verður hann tann ið kann veita trúføstum menniskjum við sama ósjálvsøkna anda sum hann, ævigt lív. Tí sigur Jesus: „Tann, ið elskar lív sítt, missir tað, men tann, ið hatar lív sítt í hesum heimi, skal hava tað, og hava ævigt lív.“

Vituliga hugsar Jesus ikki bara um seg sjálvan, tí hann heldur fram: „Vil nakar tæna Mær — hann fylgi Mær! Og har sum Eg eri, skal eisini tænari Mín vera! Um nakar tænir Mær — hann skal Faðirin æra.“ Ein undursom løn bíðar teimum ið fylgja Jesusi og tæna honum! Faðirin ærir tey og letur tey vera saman við Kristusi í Ríkinum.

Jesus hugsar um tær sváru líðingarnar og tann harða deyðan ið bíða, tá hann heldur fram: „Nú er sál Mín í angist, og hvat skal Eg siga? — Faðir, frels Meg frá hesum tíma?“ Hevði tað bara borið til at sloppið undan tí sum bíðar Jesusi! Men nei, sum hann sigur: „Tó, tað er júst tí, Eg eri komin — til henda tíma!“ Jesus samtykkir í øllum sum Gud hevur fyriskipað, eisini í at offra lív sítt. Matteus 21:12, 13, 18, 19; Markus 11:12-18; Lukas 19:45-48; Jóhannes 12:20-27.

▪ Hví væntar Jesus at finna fikur tá tað ikki er fikutíð?

▪ Hví nevnir Jesus teir ’ránsmenn’ sum handla í templinum?

▪ Hvussu er Jesus líkur einum hveitikorni sum doyr?

▪ Hvat heldur Jesus um líðingarnar og deyðan sum bíða honum?