Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Aftur ein boðaraferð í Galilea

Aftur ein boðaraferð í Galilea

Kapittul 49

Aftur ein boðaraferð í Galilea

Í UMLEIÐ tvey ár hevur Jesus lagt sær eina við at boða, man hann nú fara at taka sær av løttum? Nei, tvørturímóti. Hann økir virksemi sítt og ger eina boðaraferð aftrat, ta triðju ferðina í Galilea. Har vitjar hann allar býir og bygdir, lærir í sýnagogunum og boðar gleðiboðskapin um Ríkið. Tað hann sær á ferðini sannførir hann meir enn nakrantíð um at boðaraarbeiðið má styrkjast.

Allastaðni sær Jesus mannamúgvur sum tørva andaligan lekidóm og troyst. Fólkini eru illa viðfarin og vanrøktað sum seyður ið ongan hirða hevur, og honum tykist hjartaliga synd í teimum. „Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir,“ sigur hann við lærisveinarnar. „Biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!“

Jesus hevur eina verkætlan. Hann boðsendir teimum tólv ápostlunum sum hann valdi nærum eitt ár frammanundan, býtir teir upp tveir og tveir so teir verða seks lið av boðarum, og leggur teimum lag á: „Takið ikki leiðina út til heidningarnar, og farið ikki inn í nakran bý Samverja! Nei, farið heldur til hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels! Og sum tit ferðast fram, skulu tit prædika og siga: „Ríki Himmiríkis er komið nær!““

Ríkið teir skulu boða, er sama ríkið sum Jesus lærdi teir at biðja um í mynsturbønini. Ríkið er komið nær, soleiðis at skilja at kongurin sum Gud hevur tilnevnt, Jesus Kristus, er hjá teimum. Fyri at staðfesta at lærisveinarnir veruliga umboða hesa yvirmenniskjansligu stjórn, gevur Jesus teimum vald at grøða sjúk, ja og eisini vekja upp deyð. Teir skulu ikki krevja nakað afturfyri, hann sigur nevniliga við teir: „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“

Lærisveinarnir skulu ikki gera materiellar fyrireikingar til prædikuferðina. „Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara, ikki tasku at ferðast við, ikki tveir kyrtlar, ikki skógvar, ikki stav! Tí arbeiðsmaðurin er føði sína verdur.“ Fólk ið virða boðskapin fara at bjóða teimum mat og innivist. Sum Jesus sigur: „Har sum tit koma inn í bý ella bygd, spyrjið eftir har, hvør ið er tað verdur, og verðið hjá honum, inntil tit fara avstað haðani!“

Jesus sigur teimum nú hvussu teir skulu vitja fólk við boðskapinum um Ríkið: „Táið tit koma inn í hús, so heilsið tí! Er tá húsið tað vert, so komi friður tykkara yvir tað! Men er tað tað ikki vert, vendi friður tykkara aftur til tykkara. Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara!“

Býur sum havnar boðskapinum, sigur Jesus, skal fáa strangasta dóm: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Sodoma- og Gomorralandi skal gangast frægari dómsdagin enn tí býi.“ Matteus 9:35–10:15; Markus 6:6-12; Lukas 9:1-5.

▪ Nær byrjar Jesus triðju boðaraferðina í Galilea, og hvat verður hann tá sannførdur um?

▪ Hvørja leiðbeining gevur hann sínum 12 ápostlum tá hann sendir teir út at boða?

▪ Hví kunnu lærisveinarnir av røttum boða at Ríkið er komið nær?