Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Arbeiðsmenninir í víngarðinum

Arbeiðsmenninir í víngarðinum

Kapittul 97

Arbeiðsmenninir í víngarðinum

JESUS hevur akkurát sagt: „Men mong, sum fyrst eru, skulu verða síðst, og mong, sum síðst eru, skulu verða fyrst.“ Hetta lýsir hann nú við eini myndatalu. „Tí ríki Himmiríkis er líkt húsbónda, ið fór út árla á morgni at biðja sær arbeiðsmenn í víngarð sín.“

Jesus heldur fram: „Og táið hann var komin ásamt við arbeiðsmenninar um denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín. Táið hann nú fór út um triðja tíman, sá hann aðrar standa fyri einki á torginum. Hann segði við teir: „Farið eisini tit út í víngarðin, og eg skal lata tykkum fáa tað, ið rætt er!“ Teir fóru tá. Aftur fór hann út um sætta og níggjunda tíman og gjørdi tað sama. Og um ellivta tíman fór hann út og fann aðrar standandi har; hann segði tá við teir: „Hví standa tit her fyri einki allan dagin?“ Teir svaraðu honum: „Tí eingin hevur biðið okkum.“ Hann segði við teir: „Farið eisini tit út í víngarðin!““

Húsbóndin, ella víngarðsharrin, er Jehova Gud, og víngarðurin er Ísraels tjóð. Arbeiðsmenninir í víngarðinum eru fólk sum liva undir Lógarsáttmálanum — ella rættari jødarnir á ápostlanna døgum. Húsbóndin ger einans lønaravtalu við teir sum játta at arbeiða allan dagin. Lønin er ein denar fyri eitt dagsverk. ’Triði tímin’ er klokkan níggju á morgni, og tí koma teir sum fingu arbeiði frá triðja, sætta, níggjunda og ellivta tíma, bert at arbeiða ávikavist níggju, seks, tríggjar og ein tíma.

Teir sum arbeiða tólv tímar, ella allan dagin, ímynda jødisku leiðararnar sum støðugt hava virkað í átrúnaðarligari tænastu. Øðrvísi er vorðið við Jesu lærisveinum, teir hava meginpartin av lívinum arbeitt sum fiskimenn ella havt annað verðsligt arbeiði. Ikki fyrr enn á heysti ár 29 sendi „húsbóndin“ Jesus Kristus at savna tey ið skuldu gerast lærisveinar hansara. Hesi vórðu sostatt „síðst“, arbeiðsmenninir í víngarðinum sum komu ellivta tíman.

Hin ímyndarligi arbeiðsdagurin endar tá Jesus doyr, og síðan skulu arbeiðsmenninir hava løn. Hon verður goldin sambært tí óvanligu reglu at teir ið komu síðst fáa fyrst, sum Jesus greiðir frá: „Táið so kvøldið var komið, segði víngarðsharrin við arbeiðsformann sín: „Rópa arbeiðsmenninar inn og lat teir fáa lønina! Byrja við hinum síðstu, og enda við hinum fyrstu!“ Teir, ið vóru bidnir um ellivta tíman, komu so, og fingu denar hvør. Táið tá hinir fyrstu komu, hugsaðu teir, at teir fóru at fáa meir; men eisini teir fingu denar hvør. Táið teir fingu hann, knarraðu teir móti húsbóndanum og søgdu: „Hesir síðstu hava ikki arbeitt meir enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum hava borið byrði og hita dagsins!“ Men hann svaraði einum teirra: „Vinur! Eg geri tær ongan órætt; komst tú ikki ásamt við meg um ein denar! Tak títt og far! Men eg skal geva hesum síðsta líka mikið sum tær. Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil! Ella er eyga títt ilt, fyri tað at eg eri góður?““ At enda tekur Jesus uppaftur tað hann áður hevur sagt: „Soleiðis skulu hini síðstu verða fyrst, og hini fyrstu síðst.“

Lønin verður ikki útgoldin tá Jesus doyr, men hvítusunnudagin ár 33 tá Kristus, ’arbeiðsformaðurin’, hellir út heilagan anda yvir lærisveinar sínar. Hesir lærisveinar Jesusar eru sum ’hinir síðstu’, ella arbeiðsmenninir ið komu ellivta tíman. Denarurin ímyndar ikki gávu heilaga andans í sjálvum sær. Men hann ímyndar nakað lærisveinarnir kunnu brúka her á jørðini, nakað sum øll framtíð teirra, hitt æviga lívið, er treytað av. Tað er framíhjárætturin at vera andaligur ísraelsmaður, salvaður at boða um Guds ríki.

Teir sum fyrst vórðu settir í arbeiði verða skjótt varir við at Jesu lærisveinar hava fingið løn sína og brúka hin ímyndarliga denarin. Men teir vilja hava meir enn heilaga andan og framíhjárættindini í samband við Ríkið. Úrslitið av knarran og ónøgd teirra verður at teir leggjast á lærisveinar Kristusar, ’hinar síðstu’ arbeiðsmenninar í víngarðinum.

Lýsti myndatala Jesusar bert tað sum hendi í fyrstu øld? Nei! Nú í 20. øld var prestastættin í kristniheiminum vegna støðu og ábyrgd sína ’fyrst’ sett at arbeiða í Guds ímyndarliga víngarði. Í teirra eygum vóru hinir vígdu boðararnir við tilknýti til Watch Tower Bible and Tract Society „hini síðstu“ sum kundu góðtakast í Guds tænastu. Men í roynd og veru hava júst hesi sum prestastættin vanvirdi, fingið denarin — heiðurin at tæna sum salvaðir sendiharrar fyri Guds himmalska ríki. Matteus 19:30–20:16.

▪ Hvat ímyndar víngarðurin? Hvønn lýsir víngarðsharrin, og arbeiðsmenninir ið arbeiða ávikavist 12 tímar og 1 tíma?

▪ Nær endaði ímyndarligi arbeiðsdagurin, og nær varð lønin útgoldin?

▪ Hvat lýsir útgjaldingin av denarinum?