Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Bøn og eyðmjúkleiki hava stóran týdning

Bøn og eyðmjúkleiki hava stóran týdning

Kapittul 94

Bøn og eyðmjúkleiki hava stóran týdning

Í JUDEA hevur Jesus áður í eini myndatalu víst hvønn týdning tað hevur at vera áhaldandi í bønini. Nú, á seinastu ferð síni til Jerúsalem vísir hann aftur á hvussu umráðandi tað er ikki at geva uppat at biðja. Jesus er helst framvegis í Samaria ella Galilea tá hann sigur lærisveinum sínum hetta líknilsið:

„Í einum býi var dómari, sum ikki óttaðist Gud og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja. Í sama býi var einkja, sum kom til hansara og segði: „Hjálp mær at fáa rætt yvir mótparti mínum!“ Eina tíð vildi hann ikki. Men at endanum segði hann við sær sjálvum: „Um eg so ikki óttist Gud, ei heldur firnist fyri nøkrum menniskja, so skal eg tó, við tað at henda einkja ikki letur meg hava frið, hjálpa henni at fáa rætt, so hon skal ikki í heilum ganga og plága meg.““

Jesus greiðir síðan frá hvussu líknilsið skal skiljast: „Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur! Skuldi Gud tá ikki hjálpt útvaldu Sínum at fáa rætt, teimum, ið rópa til Hansara dag og nátt, og er Hann seinur, táið tað viðvíkur teimum!“

Jesus vil ikki við hesum geva ábending um at Jehova Gud á nakran hátt líkist tí órættvísa dómaranum. Nei, hann meinar at um ein órættvísur dómari svarar inniligum bønum, so er eingin ivi um at Gud ið er fullkomiliga rættvísur og góður, hoyrir tænarar sínar tá teir eru áhaldandi í bønini. Tí heldur Jesus fram: „Eg sigi tykkum: Hann skal skunda Sær at hjálpa teimum at fáa rætt.“

Rættvísi verður tíðum sýtt lítillátaðum og fátækum, meðan máttmikil og rík ofta verða tikin framum. Men Gud skal ikki einans síggja til at hini óndu fáa revsingina sum tey hava uppiborið; hann fer eisini at tryggja sær at tænarar hansara verða rættvísliga viðfarnir, tí hann gevur teimum ævigt lív. Men hvussu nógv menniskju hava fult álit á at Gud syrgir fyri at tey fáa rætt sín í skundi?

Jesus hevur serliga trúnna á mátt bønarinnar í huga tá hann spyr: „Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?“ Spurningurin verður ikki svaraður, men hann kann benda á at slík trúgv ikki verður vanlig tá Kristus kemur í veldi Ríkisins.

Nøkur av teimum sum lurta eftir Jesusi kenna seg ógvuliga trygg í trúnni. Tey halda um seg sjálvan at tey eru rættvís og síggja niður á onnur. Hetta kann kanska enntá eisini sigast um summar lærisveinar hjá Jesusi. Tí sipar hann til sovorðin menniskju við tí næsta líknilsinum:

„Tveir menn fóru niðan í templið at biðja; annar var Fariseari, og annar tollari. Farisearin stóð fyri seg sjálvan og bað so: „Gud! Eg takki Tær, at eg eri ikki sum onnur menniskju — ránsmenn, órættvís, horkallar — ella tá sum hasin tollari. Eg fasti tvær ferðir um vikuna, eg lati tíggjund av allari inntøku míni!““

Fariseararnir eru tiltiknir fyri at vísa rættvísi sína alment, so onnur skulu síggja. Teir hava tikið sær fyri at fasta mánadagar og hósdagar, og teir vanda sær um at lata tíggjund sjálvt av teimum minstu urtunum á markini. Fáar mánaðir frammanundan, á leyvsalahøgtíðini, lótu teir vanvirðing sína fyri tí vanliga fólkinum koma til sjóndar tá teir søgdu: „Hesin hópur, ið ikki kennir lógina [tað vil siga farisearanna útlegging], er bannaður!“

Jesus heldur fram og sigur í líknilsinum frá einum slíkum ’bannaðum’ persóni: „Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki so mikið sum lyfta upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bróstið og segði: „Gud! Ver mær syndara náðigur!““ Av tí at tollarin so eyðmjúkliga viðgongur syndir sínar, heldur Jesus fram: „Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur aftur til hús, og hin ikki; tí ein og hvør, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“

Soleiðis leggur Jesus aftur dent á hvussu umráðandi tað er at vera eyðmjúkur. Jesu lærisveinar eru uppvaksnir í einum samfelag sum er ógvuliga nógv merkt av hinum sjálvrættvísu farisearunum og sum altíð hevur lagt stóran dent á støðu og tign, og tí er tað ikki so løgið um eisini teir eru ávirkaðir av hesum. Jesus dugir sanniliga at læra teir týdningin av eyðmjúkleika! Lukas 18:1-14; Jóhannes 7:49.

▪ Hví hoyrir hin órættvísi dómarin bøn einkjunnar, og hvat kann hetta líknilsið læra okkum?

▪ Hvørjari trúgv fer Jesus at leita eftir tá hann kemur aftur?

▪ Hvønn sipar Jesus til við líknilsinum um farisearan og tollaran?

▪ Í hvørjari áskoðan mugu vit ikki líkjast farisearunum?