Barn lyftisins
Kapittul 6
Barn lyftisins
Í STAÐIN fyri at fara aftur til Nazaret verða Jósef og Maria verandi í Betlehem. Og tá Jesus er átta dagar gamal fáa tey hann umskornan, eins og Guds lóg til Móses gevur boð um. Tað tykist vanligt eisini at geva barninum navn áttanda dagin. Jósef og Maria nevna tí barn sítt Jesus, sum eingilin Gabriel beyð teimum.
Ein góður mánaður fer, og Jesus er nú 40 dagar gamal. Hvar fara foreldrini nú við honum? Til templið í Jerúsalem, sum ikki er langt burtur frá tilhaldi teirra. Sambært lógini Gud gav Mósesi, skuldi ein kvinna 40 dagar eftir at hon hevði átt ein son, bera fram reinsanaroffur í templinum.
Og tað er júst tað Maria ger. Hon hevur tveir smáfuglar at offra. Hetta sigur nakað um fíggjarstøðuna hjá Jósefi og Mariu. Sum offur fyrisetir Móselógin annars eitt veðurlamb, sum er mangan meiri vert enn nakrir fuglar. Men hevði móðirin ikki ráð til tað, var nóg mikið við tveimum turtildúvum ella dúvuungum.
Í templinum tekur ein gamal maður Jesus í favn. Hann eitur Símeon. Gud hevur opinberað honum at hann ikki skal doyggja fyrr enn hann hevur sæð Kristus ella Messias sum Jehova hevur givið lyfti um. Tá Símeon henda dagin kemur inn í templið, leiðir heilagi andin hann til barnið sum Jósef og Maria koma við.
Við Jesusi í føvninginum takkar Símeon Gudi og sigur: „Harri, nú letur Tú tænara Tín fara hiðani í friði, sum Tú hevur sagt; tí eygu míni hava sæð frelsu Tína, sum Tú gjørdi til fyri eygum alra tjóða, ljós til at lýsa upp heidningarnar, og Ísrael, fólki Tínum, dýrd.“
Jósef og Maria hoyra hetta og undrast. Símeon signar tey og sigur við Mariu at sonur hennara „er settur mongum í Ísrael til fall og uppreising“ og at sorgin sum hvast svørð, skal gjøgnumgata sál hennara.
Profetinnan Anna er 84 ára gomul og hon er eisini hjástødd. Ja, satt at siga er hon aldri úr templinum. Í somu stund kemur hon yvir til teirra og tekur at takka Gudi og siga øllum sum vilja hoyra, frá Jesusi.
Jósef og Maria gleðast stórliga um tað tey hava upplivað í templinum! Alt hetta staðfestir fyri teimum at barnið veruliga er tann sum Gud gav lyfti um. Lukas 2:21-38; 3 Mósebók 12:1-8.
▪ Nær var tað ætlandi vanligt at geva dreingjabarni í Ísrael navn?
▪ Hvat kravdist av einari kvinnu í Ísrael 40 dagar eftir at hon hevði átt dreingjabarn, og hvussu fekst nakað at vita um fíggjarstøðuna hjá Mariu tá hon gekk hesum kravi á møti?
▪ Hvørji skilja nú hvør Jesus er, og hvussu vísa tey tað?