Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Barndómur Jesusar saman við familjuni

Barndómur Jesusar saman við familjuni

Kapittul 9

Barndómur Jesusar saman við familjuni

JESUS veksur upp í Nazaret, sum tá er rættiliga lítil og lítilsverdur býur. Hann liggur í einum fjallaøki í landslutinum Galilea, ikki langt frá tí vakra Jizre’eldalinum.

Tá Jósef og Maria hava Jesus við sær higar úr Egyptalandi, er hann kanska um tvey ára aldur, og eyðsæð einasta barnið Maria eigur. Men ikki so leingi. Sum frá líður verða Jákup, Jósef, Símun og Judas føddir, og Maria og Jósef fáa eisini døtur. Jesus hevur í hvussu er seks yngri systkin.

Jesus hevur eisini onnur skyldfólk. Vit hava longu hoyrt um systkinabarnið Jóhannes, sum er eldri og býr nógvar kilometrar burturi í Judea. Men Saloma, sum helst er systir Mariu, býr nærri. Hon er gift við Zebedeusi, og báðir dreingirnir hjá teimum, Jákup og Jóhannes, mugu so vera systkinabørn hjá Jesusi. Vit vita ikki um Jesus í uppvøkstrinum er nógv saman við hesum dreingjunum, men seinni gerast teir nærir vinir.

Jósef noyðist at arbeiða hart fyri at uppihalda tí vaksandi familjuni. Hann er timburmaður og alir Jesus upp sum var hann hansara egni sonur; Jesus verður tí nevndur „sonur træsmiðin“. Jósef lærir Jesus træsmíð, og hann er næmur. Tí siga fólk seinni um Jesus: „Er hetta ikki træsmiðurin.“

Alt familjulívið er miðsavnað um at tilbiðja Jehova Gud. Samsvarandi lóg Guds geva Jósef og Maria børnum sínum andaliga vegleiðing ’táið tey sita heima við hús, og táið tey ganga á vegnum, bæði táið tey leggjast, og táið tey fara upp’. Ein sýnagoga er í Nazaret, og vit kunnu vera vís í at Jósef eisini regluliga tekur familju sína við hagar at tilbiðja. Men tað tey gleða seg mest til er ivaleyst tær regluligu ferðirnar til Jehova tempul í Jerúsalem. Matteus 13:55, 56; 27:56; Markus 15:40; 6:3; 5 Mósebók 6:6-9.

▪ Hvussu nógvar yngri brøður og systrar eigur Jesus í minsta lagi? Nevn nøvnini á nøkrum.

▪ Dugir tú at nevna trý kend systkinabørn hjá Jesusi?

▪ Hvat handaverk lærir Jesus sum frá líður, og hví?

▪ Hvørja týdningarmikla vegleiðing gevur Jósef familjuni hjá sær?