Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Boðskapir úr himli

Boðskapir úr himli

Kapittul 1

Boðskapir úr himli

ØLL Bíblian er satt at siga ein boðskapur úr himli, tí okkara himmalski Faðir hevur givið okkum hana til lærdóm. Men fyri nærum 2000 árum síðani kom ein eingil sum ’stendur fyri ásjón Guds’ kortini við tveimum serligum boðskapum. Navn hansara er Gabriel. Latið okkum kanna umstøðurnar í samband við tær báðar týdningarmiklu vitjanirnar á jørðini.

Tað er ár 3 fyri okkara tíðarrokning. Í fjallalandinum í Judea, kanska ikki so langt frá Jerúsalem, býr ein prestur Jehova sum eitur Zakarias. Bæði hann og kona hansara, Elisabet, eru gomul og tey eiga eingi børn. Zakarias eigur at gera prestatænastu í templi Guds í Jerúsalem. Meðan hann er har, kemur Gabriel knappliga til sjóndar høgrumegin roykilsisaltarið.

Ræðsla kemur á Zakarias. Men Gabriel sissar hann og sigur: „Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd — Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes.“ Gabriel kunnger eisini at Jóhannes ’skal vera stórur fyri Jehova’ og at hann skal ’gera Jehova til reiðar vælbúgvið fólk’.

Men Zakarias fær seg ikki at trúgva tí! Tað ljóðar so ótrúligt at Elisabet og hann skulu fáa eitt barn á ellisárum. Tí sigur Gabriel: „Nú skalt tú verða málleysur og ikki fáa talað, inntil tann dag hetta hendir — aftur fyri at tú trúði ikki orðum mínum.“

Ímeðan eru fólkini uttanfyri farin at undrast á at Zakarias er so leingi í templinum. Tá hann endiliga kemur út og ikki fær talað, men má gera tekin til teirra við hondunum, skilja tey at okkurt yvirnatúrligt hevur verið honum fyri.

Tá tænastutíðin hjá Zakariasi í templinum er liðin, fer hann heim. Og skjótt eftir hendir tað veruliga — Elisabet verður við barn! Meðan hon gongur við barninum heldur hon seg heima við hús, burtur frá fólki, í fimm mánaðir.

Seinni vísir Gabriel seg aftur. Og hvørjum vísir hann seg fyri? Ungari, ógiftari gentu sum eitur Maria og býr í Nazaret býi. Hvønn boðskap hevur hann hesa ferð? „Tú hevur funnið náði hjá Gudi,“ sigur Gabriel við Mariu. „Nú skalt tú verða við barn og eiga son; Hann skalt tú kalla Jesus.“ Gabriel leggur aftrat: „Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta; . . . Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.“

Vit kunnu vera vís í at Gabriel hevur kent tað sum ein framíhjárætt at bera boðini. Og tá vit lesa meir um Jóhannes og Jesus skilja vit hví hesir boðskapir úr himli hava so stóran týdning. 2 Timoteus 3:16; Lukas 1:5-33.

▪ Hvørjir tveir týdningarmiklir boðskapir verða bornir úr himli?

▪ Hvør ber boðini, og hvør fær tey?

▪ Hví fellur tað torført at trúgva boðskapunum?