Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Brynjið tykkum ímóti atsóknum

Brynjið tykkum ímóti atsóknum

Kapittul 50

Brynjið tykkum ímóti atsóknum

JESUS hevur lagt ápostlum sínum lag á boðanina, og nú ávarar hann um at teir koma at standa fyri skotum: „Eg sendi tykkum út sum seyð mitt ímillum úlvar! . . . Men varðið tykkum fyri menniskjunum! Tí tey fara at geva tykkum upp til dómstólar og húðfleingja tykkum í sýnagogum sínum; tit skulu verða leiddir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld.“

Mótstøðan ímóti lærisveinunum verður hørð, men Jesus lovar teimum fyri vist: „Táið tey nú geva tykkum upp, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella hvat tit skulu tala! Tí tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit skulu tala. Tað eru jú ikki tit, ið tala, nei, tað er Andi Faðirs tykkara, sum talar í tykkum.“

Jesus heldur fram: „Bróðir skal geva bróður upp til deyða, og faðir barn sítt; og børn skulu reisa seg móti foreldrum og volda deyða teirra.“ Hann leggur aftrat: „Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út inntil endan, skal verða frelstur.“

Boðanin hevur alstóran týdning. Tí leggur Jesus dent á varsemi so boðarafrælsið kann verða varðveitt. „Táið tey nú liggja eftir tykkum í einum býi, so flýggið til ein annan!“ sigur hann. „Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu ikki verða lidnir við býir Ísraels, áðrenn Menniskjasonurin kemur.“

Tað er satt at Jesus her leiðbeindi, ávaraði og tilstudlaði teir 12 ápostlarnar, men orðini vóru eisini vend til teirra sum eftir deyða og uppreisn hansara skuldu taka lut í tí heimsumfatandi boðaraarbeiðinum. Jesus segði jú at lærisveinar hansara skuldu „verða hataðir av øllum“, ikki bara ísraelsmonnum sum ápostlarnir vórðu sendir at boða fyri. Hartil kemur at ápostlarnir ikki vórðu drignir fyri landshøvdingar og kongar tá Jesus sendi teir ta lítlu boðaraferðina, ei heldur góvu næstringar teir upp til deyða.

So tá Jesus segði at teir ikki skuldu verða lidnir at boða ’áðrenn Menniskjasonurin kom’, profeteraði hann at lærisveinar hansara ikki skuldu verða lidnir at gera øllum heiminum kunnigt at ríki Guds var stovnað, fyrr enn dýrmæti kongurin Jesus Kristus steig fram sum dómsútinnari fyri Jehova í Harmageddon.

Boðaraleiðbeiningin hjá Jesusi heldur fram: „Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum; ei heldur er tænarin yvir harra sínum.“ Teir ið fylgja Jesusi mugu altso vænta somu ringu viðferð og somu mótstøðu sum var honum fyri tí hann boðaði Guds ríki. Men hann áminnir teir: „Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti!“

Jesus gjørdist sjálvur eitt fyridømi í so máta. Hann leið óttaleysur deyðan heldur enn at gera nakra neyðsemju og svíkja Jehova Gud, Hann sum hevur alt vald. Ja, Jehova er tann ið kann forkoma ’sálini’ (sum í hesum sambandi merkir framtíðarútlit menniskjans sum livandi sál), men hann kann eisini vekja menniskja úr deyðanum og geva tí ævigt lív. Ja Jehova, Faðir okkara í himli er góður og miskunnsamur!

Síðan uggar Jesus lærisveinar sínar við einari myndatalu sum lýsir ta eymu umsorgan Jehova hevur fyri teimum. „Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening!“ spyr hann. „Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil. Á tykkum eru enntá øll hárini á høvdinum tald. Verið tí ikki ræddir! Tit eru meiri verdir enn mangir spurvar.“

Boðskapurin um Ríkið sum Jesus gevur lærisveinum sínum heimild at boða, fer at elva ófrið innanhýsis. Nøkur í einari familju lurta kanska og onnur vísa frá sær. „Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar!“ greiðir hann frá. „Eg eri ikki komin við friði, men við svørði.“ Tað krevst dirvi av tí einstaka í einari familju at taka við sannleikanum úr Bíbliuni. „Tann, ið elskar faðir ella móður meir enn Meg, er Meg ikki verdur;“ sigur Jesus, „tann, ið elskar son ella dóttur meir enn Meg, er Meg ikki verdur.“

Jesus tekur samanum og sigur at tey sum taka ímóti lærisveinum hansara eisini taka ímóti honum. „Tann, ið gevur einum av hesum smáu bert bikar av køldum vatni at drekka, tí hann er lærisveinur — sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal als ikki missa løn sína!“ Matteus 10:16-42.

▪ Hvørja ávaring gevur Jesus lærisveinum sínum?

▪ Hvussu stimbrar og uggar hann teir?

▪ Hví er leiðbeining Jesusar eisini galdandi fyri nútíðar kristin?

▪ Hvat merkir tað at ein lærisveinur hjá Jesusi ikki er yvir meistara sínum?