Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Deyðaangist í garðinum

Deyðaangist í garðinum

Kapittul 117

Deyðaangist í garðinum

TÁ JESUS er liðugur at biðja, syngja hann og teir 11 trúføstu ápostlar hansara Jehova lovsong. Úr rúminum í erva fara teir so í tí kalda náttarmyrkrinum um Kedrondalin aftur til Betania. Á vegnum steðga teir á einum væl umtóktum stað — í Getsemane garðinum. Hann er á ella beint við Oljufjallið. Her, millum oljutrøini, hevur Jesus ofta verið við ápostlum sínum.

Hann letur átta ápostlar verða eftir — kanska nærindis inngongdini til garðin — og sigur við teir: „Setið tykkum her, meðan Eg fari haryvir og biði!“ Hinar tríggjar — Pætur, Jákup og Jóhannes — tekur hann so við sær longri inn í garðin. Jesus gerst hugtungur og svár angist kemur á hann. „Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða,“ sigur hann, „verðið her og vakið við Mær!“

Jesus fer eitt sindur víðari, fellur niður við andlitinum móti jørðini og biður inniliga: „Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“ Hvat meinar hann? Hví er hann „ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða“? Aftrar hann seg við at doyggja og útvega loysigjaldið?

Als ikki! Jesus biður ikki um at sleppa frá at doyggja. Sjálv hugsanin um at sleppa sær undan offurdeyðanum, sum Pætur á sinni skeyt upp, er honum andstyggilig. Kvøl hansara má tí standast av óttanum fyri at komandi deyði hansara — sum ein vanvirðisligur brotsmaður — kemur at vanæra navn Faðirs hansara. Hann veit nú at hann um fáar tímar skal heingjast upp á ein pela sum maður av ringasta slag — ein gudsspottari! Tað er hetta sum órógvar hann!

Eftir eina góða løtu í bøn kemur Jesus aftur og finnur teir tríggjar ápostlarnar sovandi. Við Pætur sigur hann: „So tit vóru ikki mentir at vakja við Mær ein tíma! Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting!“ Men Jesus ásannar kortini at teir hava verið fyri stórum trýsti og at seint er, tí sigur hann: „Andin er til reiðar, men holdið er veikt!“

Jesus fer nú burturfrá aðru ferð og biður Gud taka ’henda kalik’ burtur, altso tað Jehova hevur litið honum til. Tá hann kemur aftur eru teir tríggir aftur sovnaðir, meðan teir áttu at biðið um ikki at falla í freisting. Jesus talar til teirra, men teir vita ikki hvussu teir skulu svara honum.

Triðju og seinastu ferð fer Jesus okkurt um eitt steinkast burtur, leggur seg á knæ og biður við sterkum rópum og tárum: „Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær!“ Jesus kennir eina sterka, nívandi pínu vegna skommina sum brotsmannadeyði hansara kemur at draga yvir navn Faðirs hansara. Ákærdur sum gudsspottari — ein ið bannar Gudi — tað er næstan meir enn hann orkar!

Jesus heldur kortini áfram at biðja: „Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!“ Jesus gevur seg lýðin undir Guds vilja. Í tí sama vísir ein eingil av himli seg og styrkir hann við upplívandi orðum. Eingilin sigur honum væntandi at hann hevur tokka Faðirs síns.

Men hvør byrði liggur ikki á Jesusi! Æviga lívið hjá honum sjálvum og æviga lívið hjá allari mannaættini er í váða. Kensluliga trýstið er ómetaliga stórt. Jesus heldur tí áfram at biðja uppaftur inniligari, og sveitti hansara verður sum blóðsdropar ið falla niður á jørðina. „Hóast hetta er eitt sera sjáldsamt fyribrigdi,“ skrivar blaðið The Journal of the American Medical Association, „kann blóðutur sveitti . . . koma fyri undir ógvuliga hørðum kensluligum trýsti.“

Triðju ferð kemur Jesus aftur til ápostlarnar og finnur teir aftur sovandi. Teir eru útlúgvaðir av sorg. „Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum!“ sigur hann. „Nóg mikið er! Tímin er komin; nú skal Menniskjasonurin verða givin upp í hendur syndara. Reisist, latið okkum fara! Hann er nær, sum svíkur Meg.“

Meðan hann enn talar kemur Judas Iskariot, og við honum ein stórur flokkur við kyndlum, lampum og vápnum. Matteus 26:30, 36-47; 16:21-23; Markus 14:26, 32-43; Lukas 22:39-47; Jóhannes 18:1-3; Hebrearabrævið 5:7.

▪ Hvar fer Jesus við ápostlunum tá teir fara úr rúminum í erva, og hvat ger hann har?

▪ Hvat gera ápostlarnir meðan Jesus biður?

▪ Hví er Jesus í deyðaangist, og hvat biður hann Gud um?

▪ Hvat skilst av at sveitti Jesusar verður sum blóðsdropar?