Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Deyðans kvøl á pínslutrænum

Deyðans kvøl á pínslutrænum

Kapittul 125

Deyðans kvøl á pínslutrænum

TVEIR ránsmenn verða førdir út at verða avrættaðir saman við Jesusi. Gongan er ikki komin langt út um býin tá hon steðgar á staðnum sum nevnist Golgata, ella Skallastaður.

Fangarnir verða latnir úr klæðum sínum, og teir fáa vín at drekka við myrra í. Tað munnu vera kvinnurnar í Jerúsalem sum hava gjørt henda pínudoyvandi drykk, og rómverjar sýta ikki teimum ið skulu pelafestast at drekka. Men tá Jesus smakkar hann, tekur hann ikki av. Hví ikki? Eyðsýniliga tí hann vil vera við sítt fulla vit í hesi stóru trúarroynd.

Jesus verður nú strektur út á pelan við hondunum upp um høvdið. So sláa hermenninir langar naglar inn í hendur og føtur hansara. Hann ringir seg av pínu tá naglarnir gjøgnumgata hold og spengur. Teir reisa pelan upp. Nú skræðir kroppurin við síni tyngd í naglasárini og pínan verður heilt ótolandi. Og tó — í staðin fyri at hótta, biður Jesus fyri rómversku hermonnunum: „Faðir, fyrigev teimum — teir vita ikki, hvat teir gera!“

Pilatus hevur sett skelti á pelan sum sigur: „Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna.“ Hann tykist ikki bara skriva hetta av virðing fyri Jesusi, men eisini tí hann hevur andstygd fyri jødisku prestunum ið mestsum hava noytt hann at døma Jesus til deyða. Pilatus hevur skrivað skeltið á trimum málum so øll kunnu lesa tað — á hebraiskum, á tí almenna latínska málinum og á felags grikska málinum.

Hægstu prestarnir, teirra millum Kaifas og Annas, eru skelkaðir. Positiva orðalagið í kunngerðini spillir teimum spælið. Teir tala at: „Skriva ikki: „Kongur Jødanna“, men: „Hann segði: Eg eri kongur Jødanna“!“ Argur tí hann hevur verið finna í talvi prestanna, svarar Pilatus forhánisliga: „Tað, sum eg skrivaði, skrivaði eg!“

Prestarnir savnast nú saman við einum stórum hópi á avrættingarstaðnum, og teir mótmæla vitnisburðinum á skeltinum. Teir tríva í aftur tær følsku vitnisfrágreiðingarnar ið vóru frammi tá málið var fyri í Sanhedrininum. Tað er tí ikki so løgið at fólk sum ganga framvið spotta Jesus, rista háðandi við høvdinum og siga: „Tú sum vildi ríva templið niður og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum, frels teg sjálvan! Ert tú sonur Guds, so kom niður av pínslutrænum!“

„Onnur hevur hann frelst; seg sjálvan kann hann ikki frelsa!“ rópa hægstu prestarnir, og átrúnaðarligu fylgisneytarnir taka undir. „Hann er kongur Ísraels; lat hann nú koma niður av pínslutrænum, so skulu vit trúgva á hann. Hann leit á Gud; Hann frelsi hann nú, um hann leggur nakað í hann; hann hevur jú sagt: ’Eg eri sonur Guds.’“

Allur hýrurin ger at eisini hermenninir fara at halda Jesus fyri gjøldur. Argandi bjóða teir honum súrt vín; mestur halda teir tað beint framman fyri turru varrar hansara. „Ert tú kongur jødanna,“ spotta teir, „so frels teg sjálvan.“ Og eisini ránsmenninir — annar hongur høgrumegin Jesusi og hin vinstrumegin — háða hann! At hugsa sær! Størsta menniskjað ið livað hevur, ja, hann sum var saman við Jehova Gudi um at skapa alt, má tola slíka skemd!

Hermenninir taka yvirklæðini hjá Jesusi og býta tey í fýra partar. Teir kasta lut um hvør ið skal hava hvat. Men kyrtilin, sum ongar seymir hevur, er sera góður. Tí siga hermenninir hvør við annan: „Latið okkum ikki skera hann sundur, men kasta lut um, hvør ið skal hava hann!“ Soleiðis uppfylla teir uttan at vita av tí skriftorðið sum sigur: „Teir býttu klæði Míni ímillum sín og kastaðu lut um kyrtil Mín.“

Sum frálíður skilur annar ránsmaðurin kortini at Jesus veruliga er kongur. Hann hevur at hinum ránsmanninum og sigur: „Óttast tú als ikki Gud, nú tú ert undir sama dómi? Og vit av røttum, tí vit fáa aftur tað, ið gerðir okkara hava uppiborið; men hesin hevur einki skeivt gjørt.“ Síðan vendir hann sær til Jesus og sigur: „Minst til mín, táið tú kemur í ríki tínum!“

„Sanniliga, eg sigi tær í dag: Tú skalt vera við mær í Paradísinum,“ svarar Jesus. Hetta lyftið gongur út tá Jesus ræður sum kongur í himli og kallar hin angrandi ránsmannin fram til lív á jørðini í paradísinum, sum tey ið koma undan Harmageddon og felagar teirra fáa loyvi at dyrka og menna. Matteus 27:33-44, (NV); Markus 15:22-32; Lukas 23:27, 32-43, (NV); Jóhannes 19:17-24.

▪ Hví vildi Jesus ikki drekka vín við myrra í?

▪ Hvør tykist orsøkin vera tá eitt skelti verður sett á pínslutræið hjá Jesusi, og hvat orðaskifti stendst av hesum ímillum Pilatus øðrumegin og hægstu prestarnar hinumegin?

▪ Hvussu verður Jesus spottaður á pínslutrænum, og hví?

▪ Hvussu gongur profetorðið út viðvíkjandi klæðunum hjá Jesusi?

▪ Hvussu broytir annar ránsmaðurin støðu, og hvussu fer Jesus at ganga bøn hansara á møti?