Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein avgerandi dagur byrjar

Ein avgerandi dagur byrjar

Kapittul 105

Ein avgerandi dagur byrjar

MÁNAKVØLD fer Jesus úr Jerúsalem og aftur til Betania á skráanum eystantil á Oljufjallinum. Av endaligu tænastu hansara í Jerúsalem eru tveir dagar farnir, og hann gistir ivaleyst enn eina ferð hjá vini sínum Lazarus. Hann kom úr Jeriko fríggjadag, hetta er tí fjórða nátt hansara í Betania.

Árla týsmorgunin 11. nisan er hann aftur við lærisveinum sínum á ferð til Jerúsalem. Hesin dagurin skal vísa seg at gerast avgerandi í boðaravirki Jesusar, og hendingaríkastur higartil. Hetta er seinasti dagurin hann vísir seg í templinum. Og hetta er seinasti dagurin hann boðar alment áðrenn hann verður drigin fyri rættin og tikin av døgum.

Jesus og lærisveinar hansara fylgja somu leið upp um Oljufjallið til Jerusalem sum dagin fyri. Fram við vegnum úr Betania sær Pætur træið sum Jesus bannaði dagin fyri. „Rabbi, hygg,“ sigur hann, „fikutræið, ið Tú bannaði, er følnað!“

Hví fekk Jesus fikutræið at følna? Tað vísir svar hansara: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv og ivast ikki, skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; nei, um tit so siga við hetta fjall: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ skal so verða. Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.“

Við at fáa træið at følna lýsir Jesus livandi fyri lærisveinunum hvussu týdningarmikið tað er at trúgva á Gud. Hann sigur: „Alt, ið tit biðja um og vilja hava — trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!“ Teir fáa her eina týðandi vegleiðing, serstakliga tá hugsað verður um tær nógvu royndirnar sum skjótt skulu koma! Men eitt annað samband er eisini millum træið sum følnaði og eginleikan trúgv.

Tjóðin Ísrael hevur, eins og hetta fikutræið, eina svikaliga útsjónd. Hóast tjóðin hevur sáttmálasamband við Gud og at síggja til kann tykjast at halda boð hansara, hevur hon tá samanum kemur onga trúgv, hon er sør fyri góðar fruktir. Av tí at tjóðini vantar trúgv er hon enntá í ferð við at havna sjálvum syni Guds! Tá Jesus fær hitt ófruktbara fikutræið at følna, lýsir hann hvussu endaliga úrslitið verður hjá hesi ófruktbøru, trúleysu tjóð.

Stutt eftir koma Jesus og lærisveinar hansara til Jerúsalem, og sum vant fara teir niðan til templið har Jesus fer at læra. Hægstu prestarnir og hinir elstu fólksins, sum ivaleyst enn minnast tað Jesus gjørdi við pengavekslararnar dagin fyri, bjóða honum av: „Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta? Ella hvør er tað, ið hevur givið Tær henda myndugleika?“

Sum svar sigur Jesus: „Eisini Eg skal spyrja tykkum um eitt; sigið Mær tað: Dópur Jóhannesar, var hann frá Himli ella frá menniskjum?“

Prestarnir og hinir elstu fara nú at tosa sínámillum um hvussu teir skulu svara. „Siga vit: „Av Himli,“ so sigur Hann við okkum: „Hví trúðu tit honum tá ikki?“ Men siga vit: „Frá menniskjum,“ so óttast vit fyri fólkinum, tí tey halda øll, at Jóhannes var profetur.“

Leiðararnir vita ikki hvussu teir skulu svara. Teir siga tí við Jesus: „Vit vita ikki.“

Afturfyri sigur Jesus: „So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.“ Matteus 21:19-27; Markus 11:19-33; Lukas 20:1-8.

▪ Hvat eyðkennir týsdagin 11. nisan?

▪ Hvat lýsir Jesus tá hann fær fikutræið at følna?

▪ Hvussu svarar Jesus teimum ið spyrja hvønn myndugleika hann hevur?