Ein drongur sum er settur av illum anda verður grøddur
Kapittul 61
Ein drongur sum er settur av illum anda verður grøddur
MEÐAN Jesus, Pætur, Jákup og Jóhannes hava verið burtur, helst í fjallalendinum sum hoyrir til Hermonfjallið, eru hinir lærisveinarnir komnir illa fyri. Afturkomin sær Jesus alt fyri eitt at okkurt er galið. Ein mannamúgva flokkast um lærisveinarnar, og hinir skriftlærdu kjakast við teir. Tá fólkini síggja Jesus, koma tey ovfarin rennandi at heilsa honum. „Hvat kjakast tit við teir um?“ spyr hann.
Ein maður stígur fram úr mannamúgvuni og fellur á knæ fyri Jesusi: „Meistari! Eg eri komin higar til Tín við syni mínum, sum hevur málleysan anda. Hvar hann so kemur á hann, slítur hann í hann, og skúmið drívur honum av munni; og hann gríslar tenn og følnar burtur. Nú tosaði eg við lærisveinar Tínar um at reka hann út; men teir vóru ikki mentir.“
Eyðsæð gera teir skriftlærdu nógv burtur úr at tað ikki hevur eydnast lærisveinunum at grøða dreingin. Kanska gera teir gjøldur burtur úr royndunum hjá lærisveinunum. Í somu løtu kemur Jesus. „Tú vantrúna ætt!“ rópar hann. „Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum?“
Tað tykist sum Jesus talar við øll hjástødd, men ivaleyst eru orðini serstakliga vend ímóti teimum skriftlærdu, sum hava volt lærisveinunum trupulleikar. Jesus hugsar síðan um dreingin og sigur: „Komið higar til Mín við honum.“ Men tá drongurin nærkast Jesusi slær hin illi andin hann til jarðar og gevur honum hervilig krampaherðindi, so hann liggur og veltist og skúmið drívur av munni hansara.
„Hvussu leingi hevur honum vitað so við?“ spyr Jesus.
„Frá tí hann var barn; mangan hevur [illi andin] kastað hann bæði í eld og vatn til at gera enda á honum. Men ert Tú nakað mentur, so miskunna okkum og hjálp okkum!“
Kanska hevur faðirin í mong ár leitað eftir onkrum sum kundi hjálpa. Og nú lærisveinar Jesusar eisini hava givið uppat, er hann ógvuliga dapur í huga. Jesus svarar kortini ólukkuligu bøn mansins og sigur eggjandi: „Um Eg eri mentur! Alt er honum møguligt, sum trýr!“
„Eg trúgvi,“ rópar faðirin skjótur, og biður: „Hjálp vantrúgv míni!“
Jesus sum nú sær at enn fleiri fólk streyma til, talar strangliga við illa andan: „Tú málleysi og deyvi andi! Eg sigi við teg, at tú skalt fara út úr honum og aldri fara inn í hann aftur.“ Tá illi andin fer út fær hann aftur dreingin at skríggja og gevur honum hervilig krampaherðindi. Síðan verður drongurin liggjandi órørligur á jørðini, so tey flestu fara at halda: „Hann er deyður!“ Men Jesus tekur í hondina á dreinginum og hann reisist.
Lærisveinarnir hava fyrr rikið illar andar út, nevniliga tá teir vórðu sendir út at boða. Tá teir eru einsamallir við Jesusi, spyrja teir hann tí: „Hví kundu vit ikki reka hann út?“
Jesus ber framundir at teimum tørvar trúgv. Hann svarar: „Hetta slagið rekst ikki út við nøkrum uttan við bøn og føstu.“ Skuldi ein illur andi, so sterkur sum hesin rekast út, kravdi tað sterka trúgv og bøn um hjálp frá Gudi.
Og Jesus leggur aftrat: „Hava tit trúgv sum sinopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: „Flyt teg hiðani og hagar!“ og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt.“ So sterk kann trúgvin verða!
Forðingar kunnu sýnast fjallhøgar og darva okkum í tænastuni fyri Jehova. Men Jesus lærir okkum at tá vit í hjarta okkara dyrka trúnna, vatna og skapa gróðrarlíkindi, veksur trúgvin til hon er fullvaksin og før fyri at vinna á forðingum og trupulleikum íð, at vísa seg, eru sum fjøll Markus 9:14-29; Matteus 17:19, 20; Lukas 9:37-43.
▪ Hvat møtir Jesusi tá hann kemur aftur av Hermonfjallinum?
▪ Hvussu upplívar Jesus faðirin at dreinginum, sum er settur av illum anda?
▪ Hví vóru lærisveinarnir ikki mentir at reka hin illa andan út?
▪ Hvussu sterk vísir Jesus at trúgvin kann verða?