Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein ið føddist blindur fær sjónina

Ein ið føddist blindur fær sjónina

Kapittul 70

Ein ið føddist blindur fær sjónina

HÓAST jødarnir hava roynt at steina Jesus, fer hann ikki úr Jerúsalem. Tá hann og lærisveinarnir nakað seinni, á sabbatinum, ganga í býnum, síggja teir ein mann sum er føddur blindur. „Rabbi, hvør hevur syndað,“ spyrja læri- sveinarnir Jesus, „hesin ella foreldur hansara, síðani hann skuldi verða føddur blindur?“

Kanska trúgva lærisveinarnir, eins og nakrir rabbinarar, at eitt menniskja kann synda longu meðan tað er í móðurlívinum. Jesus svarar: „Hvørki hann ella foreldur hansara hava syndað; nei, hetta varð so, fyri at verk Guds skulu verða opinberað á honum.“ At maðurin er blindur kemur ikki av at hann ella foreldur hansara hava gjørt onkra ávísa synd. Tað er syndin hjá fyrsta menniskjanum, Ádami, sum ger at øll menniskju eru fødd ófullkomin og tí hava ymisk likamlig brek at dragast við, sum til dømis at verða fødd blind. Brekið hjá manninum gevur nú Jesusi høvi at opinbera Guds gerningar.

Jesus leggur stóran dent á at gera hesar gerningar. „Eg má gera verk Hansara, sum hevur sent Meg, so leingi sum dagur er,“ sigur hann, „náttin kemur — táið eingin kann arbeiða. So leingi sum Eg eri í heiminum, eri Eg ljós heimsins.“ Deyðin skal innan leingi stoyta Jesus niður í myrkrið í grøvini. Har fær hann ikki longur gjørt nakað; men inntil tá er hann heiminum ein kelda til upplýsing.

Táið Jesus hevur sagt hetta spýtir hann á jørðina og ger leir við spýttinum. Hetta smyr hann á eyguni á tí blinda manninum og sigur: „Far avstað og vaska tær í Siloamshyli!“ Maðurin so ger — og verður grøddur! Illa ber til at hugsa sær gleðina tá hann kemur aftur og fyrstu ferð í lívinum sær!

Grannar og onnur sum kenna hann eru ovfarin. „Er hetta ikki hann, ið sat og biddaði?“ spyrja tey. „Tað er hann!“ svara summi. Onnur fáa seg ikki at trúgva tí: „Nei, hann líkist honum!“ Men maðurin sigur sjálvur: „Tað eri eg!“

„Hvussu vórðu eygu tíni latin upp?“ vilja tey vita.

„Maðurin, sum kallast Jesus, gjørdi deiggj og smurdi tað á eygu míni og segði við meg: „Far til Siloam og vaska tær!“ Táið eg so fór avstað og vaskaði mær, fekk eg sjónina.“

„Hvar er Hann?“ spyrja tey.

„Tað veit eg ikki,“ svarar hann.

Fólkini fara nú við manninum sum fyrr var blindur til trúarleiðarar sínar, fariseararnar. Teir fara eisini at tráspyrja um hvussu hann fekk sjónina. „Hann legði deiggj á eygu míni, og eg vaskaði mær, og nú síggi eg,“ greiðir maðurin frá.

Sjálvandi áttu fariseararnir at glett seg við tí grødda biddaranum. Men í staðin taka teir at fordøma Jesus! Teir siga: „Hesin maður er ikki frá Gudi, síðani Hann heldur ikki sabbatin!“ Men aðrir farisearar undrast: „Hvussu kann maður, sum syndari er, gera slík tekin!“ Tí verður ósemja teirra millum.

Teir spyrja nú mannin: „Hvat sigur tú um Hann, við tað at Hann hevur latið upp eygu tíni?“

„Hann er profetur!“ svarar hann.

Hesum vilja fariseararnir ikki trúgva. Teir ivast ikki í at Jesus og hesin maðurin sínámillum hava avrátt at lumpa fólkið. Fyri at fáa greiði á málinum kalla teir nú foreldrini at biddaranum til avhoyringar. Jóhannes 8:59; 9:1-18.

▪ Hví er maðurin blindur, og hvørjum kemur tað ikki av?

▪ Í hvørjari nátt kann eingin arbeiða?

▪ Hvat halda tey sum kenna mannin um at hann er grøddur?

▪ Hví verður ósemja farisearanna millum av tí at maðurin er grøddur?