Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein loynilig ferð til Jerúsalem

Ein loynilig ferð til Jerúsalem

Kapittul 65

Ein loynilig ferð til Jerúsalem

TAÐ er um heystið ár 32, og leyvsalahøgtíðin nærkast. Síðani jødarnir á páskum ár 31 royndu at drepa Jesus hevur hann fyri tað mesta avmarkað virksemi sítt til Galilea. Tað tykist sum hann eftir tað bert var í Jerúsalem tá tær tríggjar árligu høgtíðirnar hjá jødunum komu fyri.

Brøður Jesusar heita nú á hann: „Far burtur hiðani og far til Judea.“ Jerúsalem er týdningarmesti býurin í Judea og átrúnaðarligur miðdepil fyri alt landið. Brøður hansara hugsa sum so: „Eingin ger nakað í loyndum, táið hann sjálvur liggur eftir at vera kendur millum fólk.“

Hóast Jákup, Símun, Jósef og Judas ikki trúgva at eldri bróðir teirra, Jesus, veruliga er Messias, vilja teir hava hann at vísa undurfullu gávur sínar fyri øllum sum eru savnað til høgtíðina. Men Jesus kennir vandan. „Heimurin kann ikki hata tykkum;“ sigur hann, „men Meg hatar hann, tí Eg vitni um hann, at verk hansara eru ónd.“ Tí sigur hann við brøður sínar: „Farið tit niðan til høgtíðina! Eg fari ikki enn niðan til hesa høgtíð.“

Leyvsalahøgtíðin varir sjey dagar og endar við einum hátíðarhaldi áttanda dagin. Høgtíðin merkir at landbúnaðarárið er av og elvir stóra gleði og tøkk. Nakrar dagar eftir at brøður Jesusar eru farnir, saman við øllum ferðastreyminum, fara Jesus og lærisveinar hansara avstað í loyndum, uttan at almenningurin fær frænir av tí. Teir leggja heldur leiðina gjøgnum Samaria enn fram við Jordanánni, har tey flestu ferðast.

Av tí at Jesusi og fylginum tørvar innivist, letur hann sendimenn fara undan sær í samverska bygd at gera fyrireikingar. Men tá íbúgvarnir frætta at Jesus ætlar sær til Jerúsalem, sýta teir honum alla hjálp. Í øðini um hetta spyrja Jákup og Jóhannes: „Harri, vilt Tú, at vit skulu bjóða eldi at falla niður av himli og oyða tey?“ Jesus hevur at teimum tí teir koma við slíkum uppskoti, og teir fara víðari til aðra bygd.

Sum teir nú ganga eftir vegnum, sigur ein skriftlærdur við Jesus: „Meistari! Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.“

„Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður;“ svarar Jesus, „men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvdinum at.“ Jesus sigur við hesum at hin skriftlærdi fær trongdir um hann verður lærisveinur hjá Jesusi, og sumt bendir á at hin skriftlærdi er ov stoltur at góðtaka henda lívshátt.

Við ein annan sigur Jesus: „Fylg Mær!“

„Loyv mær fyrst at fara og jarða faðir,“ svarar maðurin.

„Lat hini deyðu jarða síni deyðu,“ sigur Jesus aftur, „men far tú avstað og ber boð um ríki Guds!“ Faðirin er helst ikki deyður enn, tí um hann akkurát var deyður mundi maðurin ikki staðið her og lurtað eftir Jesusi. Nei, sonurin biður heldur um at bíða til faðirin einaferð doyr. Hann hugsar ikki um lata Guds ríki verða fremst í lívi sínum.

Meðan teir halda leiðina fram til Jerúsalem, sigur ein annar maður við Jesus: „Harri, eg skal fylgja Tær, men loyv mær fyrst at siga teimum farvæl har heima við hús!“

Svar Jesusar ljóðar: „Eingin, ið leggur hondina á plógvið — og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.“ Teir ið vilja verða lærisveinar hjá Jesusi mugu hava eyguni vend eftir at tæna Ríkinum. Eins og ein plógfora verður skeiv um maðurin sum pløgir ikki hyggur beint fram, fer ein og hvør sum vendir sær á at hyggja eftir gomlu heimsskipanini, lættliga burtur av vegnum sum førir til ævigt lív. Jóhannes 7:2-10; Lukas 9:51-62; Matteus 8:19-22.

▪ Hvussu eita brøður Jesusar, og hvat halda teir um hann?

▪ Hví eru samverjar so óblíðir, og hvat ætla Jákup og Jóhannes at gera við teir?

▪ Jesus hevur tríggjar samrøður á vegnum, hvørjar, og hvussu vísir hann at tað er neyðugt at tæna ósjálvsøkin?