Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein miskunnarferð til Judea

Ein miskunnarferð til Judea

Kapittul 89

Ein miskunnarferð til Judea

Á VÍGSLUHØGTÍÐINI í Jerúsalem nakrar vikur frammanundan royndu jødarnir at drepa Jesus. Tí fór hann norðureftir, helst til leiðina nærindis Galileavatninum.

Nýliga hevur hann so aftur tikið leiðina suður til Jerúsalem. Á ferðini boðar hann í bygdunum í Perea, eystaru megin Jordanánni. Eftir at hava sagt líknilsið um ríka mannin og Lazarus, minnir hann lærisveinar sínar á okkurt sum hann lærdi teir longu meðan teir vóru í Galilea.

Jesus sigur til dømis at tað var frægari fyri ein „at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið“, enn at hann var atvoldin til at ein av teimum „smáu“ sum hoyrdu Gudi til, snávaði og fall. Hann vísir eisini hvussu týðandi tað er at fyrigeva. ’Um ein bróðir so sjey ferðir um dagin syndar móti tær, og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: „Eg angri tað,“ skalt tú fyrigeva honum.’

Tá lærisveinarnir biðja: „Gev okkum meiri trúgv!“ svarar Jesus: „Høvdu tit trúgv sum sinopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: „Rív teg upp við rót og planta teg í havið!“ — Og tað skuldi aktað tykkum.“ Bara eitt sindur av trúgv kann altso avrika nógv.

Síðan lýsir Jesus við einum dømi úr gerandisdegnum, hvussu ein tænari hjá Gudi hinum alvalda eigur at hugsa. „Men hvør tykkara, sum hevur tænara, ið pløgir ella situr hjá kríatúrum, sigur við hann, táið hann kemur heim av markini: „Far alt fyri eitt og set teg til borðs!“ Man hann ikki heldur siga við hann: „Ger til tað, sum eg skal hava til nátturða, og gyrð teg og gakk mær til handa, meðan eg eti og drekki — so kanst tú eta og drekka!“ Man hann takka tænaranum fyri, at hann gjørdi tað, ið honum var álagt! Eg haldi ikki. Soleiðis skulu eisini tit, táið tit hava gjørt alt, ið tykkum er álagt, siga: „Vit eru ónýtir tænarar; vit hava einki gjørt uttan tað, ið vit vóru skyldigir at gera.““ Guds tænarar skulu ikki halda at teir gera Gudi ein beina við at tæna honum. Nei, teir skuldu altíð havt í huga at tað er ein framíhjárættur at tilbiðja Gud sum trúgvir limir í húski hansara.

Tað man vera stutt eftir at Jesus hevur sagt hetta líknilsið, at eitt sendiboð kemur. Maria og Marta sum búgva í Betania í Judea og eru systrar at Lazarusi, hava sent hann. „Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur,“ sigur sendiboðið.

Jesus svarar: „Henda sjúka er ikki til deyða, men Gudi til dýrd — at Sonur Guds skal verða dýrmætur við henni.“ Hann verður verandi har í tveir dagar aftrat, og sigur so við lærisveinar sínar: „Latið okkum fara aftur til Judea!“ Men teir svara: „Rabbi! Tað er stutt síðani, at Jødarnir ætlaðu at steina Teg, og Tú fert aftur hagar!“

„Hevur ikki dagurin tólv tímar?“ spyr Jesus. „Tann, sum gongur á degi, snávar ikki; tí hann sær ljósið í hesum heimi. Men tann, sum gongur á nátt, snávar; tí ljósið er ikki í honum.“

Jesus meinar helst at „dagurin“, tíðin Gud hevur givið honum til tænastu á jørðini, ikki er liðin enn, og at eingin fær gjørt seg inn á hann fyrr enn hon er liðin. Men hann má nýta tað ið eftir er av ’degnum’ til fulnar, tí síðan kemur ’náttin’ tá fíggindar hansara hava dripið hann.

Jesus heldur fram: „Lazarus, vinur okkara, er sovnaður; men Eg fari at vekja hann upp úr svøvni.“

Lærisveinarnir munnu halda at Lazarus bara svevur vanligan svøvn sum boðar frá góðum, og teir svara tí: „Harri, svevur hann, so verður hann frískur aftur!“

Tá sigur Jesus bart út við teir: „Lazarus er deyður. Og fyri tykkara skuld eri Eg glaður, at Eg var ikki har, fyri at tit skulu trúgva. — Men latið okkum fara til hansara!“

Tummas skilur at Jesus kanska verður dripin í Judea, men hann vil kortini veita honum stuðul, og eggjar tí hinum lærisveinunum soleiðis til: „Latið okkum við fara, so vit fáa doyð saman við Honum!“ Teir seta lívið í váða og fylgja Jesusi á miskunnarferðini aftur til Judea. Lukas 13:22; 17:1-10; Jóhannes 10:22, 31, 40-42; 11:1-16.

▪ Hvar hevur Jesus nýliga boðað?

▪ Hvat tekur Jesus uppaftur, Og hvat vísir hann á við einum dømi úr gerandisdegnum?

▪ Hvørji tíðindi verða borin Jesusi, og hvat meinar hann við ’degnum’ og ’náttini’?

▪ Hví sigur Tummas: ’Latið okkum fara, so vit fáa doyð við honum’?