Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein næstakærur samverji

Ein næstakærur samverji

Kapittul 73

Ein næstakærur samverji

JESUS er kanska staddur nærindis Betania, einari bygd umleið tríggjar kilometrar uttan fyri Jerúsalem. Ein maður sum er kønur í Móselóg kemur nú til Jesus og spyr hann: „Meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“

Jesus varnast at maðurin, sum jú sjálvur er lógkønur, ikki spyr tí hann vil vita svarið, men tí hann vil royna Jesus. Ætlanin kann vera at fáa Jesus at svara so jødarnir taka sær tykni av tí. Jesus fær tí hin lógkøna at siga sína egnu áskoðan, hann spyr: „Hvat er skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?“

Hin lógkøni svarar við góðum skili, hann tekur upp eftir lógum Guds í Fimtu Mósebók 6:5 og Triðju Mósebók 19:18: „„Tú skalt elska [Jehova] Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.““

„Tú svaraði beint,“ sigur Jesus. „Ger hatta, so skalt tú liva!“

Hin lógkøni er kortini ikki nøgdur. Svarið er ikki nóg greiniligt. Hann vil fegin hava Jesus at staðfesta at áskoðanir hansara eru beinar og at hann ber seg rættvíst at í viðurskiftunum við onnur. Tí spyr hann: „Hvør er tá næsti mín?“

Jødarnir meina at orðið „næsti“ einans merkir aðrir jødar, sum samanhangið í Triðju Mósebók 19:18 tykist vísa. Ja, seinni tók eisini Pætur ápostul soleiðis til: „Tit vita sjálv, hvussu ósømiligt tað er manni, sum Jødi er, at hava felagsskap við nakran av aðrari tjóð ella fara inn til hansara.“ Hin lógkøni, og kanska eisini lærisveinarnir hjá Jesusi, trúgva at teir eru rættvísir bara teir fara væl við egnu landsmonnum sínum, jødunum. Ein ikki-jøda meta teir ikki sum næsta sín.

Hvussu kann Jesus nú rætta hesa áskoðan uttan at áhoyrararnir gerast firtnir? Hann sigur frá einari søgu, sum kanska er grundað á veruliga hending. Hann sigur: „[Jødi] fór úr Jerúsalem oman til Jeriko; og hann fall í hendur ránsmanna, sum bæði lótu hann naknan og slógu hann og síðani fóru leið sína og lótu hann liggja har hálvdeyðan.“

„Nú bar so á,“ heldur Jesus fram, „at prestur fór somu leið oman; hann sá hann, men gekk bert framvið. Á sama hátt ein Levitur; hann kom til staðið, fór yvir, sá hann, men gekk bert framvið. Men ein Samverji, ið var á ferð, kom til hansara; táið hann sá hann, tykti honum hjartaliga synd í honum.“

Nógvir prestar og levitar sum hjálpa til í templinum, búgva í Jeriko. Tá tempultænastan í Jerúsalem er liðug, hava teir eina vandamikla heimleið fyri sær. Vegurin lækkar 900 metrar oman eftir einum 23 kilometrar longum strekki. Ein skuldi trúð at presturin og leviturin komu einum neyðstaddum jøda til hjálpar. Men tað gera teir ikki. Í staðin fyri hjálpir ein samverji honum. Jødarnir hata samverjar so mikið at teir nýliga brúktu orðið „samverji“ sum grovt háðanarorð um Jesus.

Hvat gjørdi samverjin til tess at hjálpa jødanum? „Hann fór yvir til hansara,“ sigur Jesus, „bant um sár hansara og læt olju og vín í tey; so lyfti hann hann upp á sítt egna dýr, fór til gistihús við honum og røkti hann. Dagin eftir tók hann tveir denarar [okkurt um tvær dagslønir], gav vertinum teir og segði: „Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.““

Tá søgan er liðug spyr Jesus hin lógkøna: „Hvør av hesum trimum tykist tær nú, royndist næsti hansara, sum fallin var í hendur ránsmanna?“

Hinum lógkøna dámar illa at skula rósa einum samverja og svarar bara: „Tann, ið vísti honum miskunn.“

„Far tú og ger tað sama!“ endar Jesus.

Hevði Jesus nú bart út sagt við hin lógkøna at eisini ein ikki-jødi var næsti hansara, hevði hann noktað góðtaka tað, og tey flestu av teimum sum lurtaðu høvdu helst tikið undir við honum í orðaskiftinum við Jesus. Men henda sannroyndarliga frásøgan staðfesti sannleikan: Næsti okkara er ikki bert ein av sama ættarslag ella úr somu tjóð sum vit. Jesus er ein framúrskarandi undirvísari! Lukas 10:25-37; Ápostlasøgan 10:28; Jóhannes 4:9; 8:48.

▪ Hvat spyr hin lógkøni Jesus um, og hví spyr hann?

▪ Hvør er næsti jødanna eftir teirra tykki, og hví er tað hugsandi at lærisveinarnir hava somu áskoðan?

▪ Hvussu letur Jesus hin lógkøna sjálvan hugsa seg fram til rætta svarið so hann ikki fær avsannað tað?