Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein tjóð verður vrakað, men nøkur verða frelst

Ein tjóð verður vrakað, men nøkur verða frelst

Kapittul 79

Ein tjóð verður vrakað, men nøkur verða frelst

STUTT eftir at Jesus hevur talað við tey sum vóru komin saman uttan fyri húsini hjá farisearanum, fara nøkur at siga honum frá „Galilearunum, hvørja blóð [rómverski landshøvdingurin Pontius] Pilatus hevði blandað við offur teirra“. Kanska er talan her um nakrar galilearar sum lógu eftir á, tá túsundtals jødar mótmæltu at Pilatus brúkti pengar úr tempulkistuni at byggja vatnveiting ið skuldi leiða vatn inn í Jerúsalem. Teir ið greiða Jesusi frá hendingini vilja kanska halda at vanlukkan rakti galileararnar, tí teir sjálvir høvdu verið óndir.

Men Jesus beinir teir á rætt við spurninginum: „Halda tit, at hesir Galilearar vóru syndarar fram um allar aðrar Galilearar, fyri tað at teir hava liðið hetta? Nei, sigi Eg tykkum,“ svarar Jesus sjálvur, og nýtir so hendingina at ávara jødarnar: „Men venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt.“

Jesus heldur áfram og talar um ein annan sorgarleik har á staðnum, sum møguliga eisini hevur samband við byggingina av vatnveitingini. Hann spyr: „Ella hinir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og drap — halda tit, at teir vóru sekir fram um øll menniskju, sum í Jerúsalem búgva?“ Nei, sigur Jesus, teir doyðu ikki tí teir vóru óndir. Vanliga standast slíkar vanlukkur av ’tíðini og tilvildini’. Og aftur nýtir hann høvi at ávara teir: „Venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt.“

Síðan ber Jesus fram væl hóskandi myndatalu: „Maður hevði fikutræ, sum plantað var í víngarði hansara, og hann kom og leitaði eftir ávøksti á tí, men fann ongan. Tá segði hann við víngarðsmannin: „Trý ár eri eg nú komin og havi leitað eftir ávøksti á hesum fikutræi, men ongan funnið! Høgg tað niður! Hví skal tað aftrat gera jørðina ónýta?“ Men hann svaraði honum: „Harri! Lat tað standa hetta árið við, inntil eg fái grivið rundan um tað og taðað tað! Kanska tað tá fer at bera ávøkst í framtíðini; og um ikki, kanst tú høgga tað niður.““

Í meir enn trý ár hevur Jesus roynt at dyrka trúgv í jødisku tjóðini. Men ávøkstin av arbeiði hansara hevur einans verið nøkur fá hundrað ið gjørdist lærisveinar. Nú tá Jesus er farin undir fjórða tænastuárið styrkir hann virksemi sítt, og ímyndarliga grevur hann og taðir rundan um tað jødiska ’fikutræið’ tá hann íðin boðar og lærir í Judea og Perea. Men til fánýtis! Tjóðin sum so vil ikki venda við og stevnir tí fram ímóti oyðingini. Bert ein lítil minniluti í fólkinum tekur ímóti boðskapinum.

Stutt eftir er Jesus ein sabbat í einari sýnagogu og lærir. Har sær hann eina kvinnu sum hevur verið samankropin í 18 ár tí ein illur andi pínir hana. Jesus kennir við henni og sigur: „Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!“ So leggur hann hendurnar á hana, og við tað sama rættir hon seg upp og lovar Gudi.

Men nú verður sýnagogustjórin illur. „Seks dagar eru, sum arbeitt eigur at verða;“ mótmælir hann, „komið tí teir dagarnar og latið tykkum grøða, og ikki sabbat!“ Soleiðis viðgongur stjórin at Jesus hevur vald at grøða, men hann fordømir tey sum koma og leita sær grøðing ein sabbat!

„Hyklarar tykkara!“ svarar Jesus. „Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt frá krubbuni sabbat og fer við teimum til vatnið! Men henda, ið er dóttir Ábraham, og sum Satan hevur bundið heili átjan ár, skuldi hon ikki verða loyst úr hesum bandi sabbat!“

Mótstøðumenn Jesusar hoyra hetta og fara at skammast. Øll mannamúgvan fegnast harafturímóti um alt tað undursama tey síggja Jesus gera. Hetta fær Jesus at endurtaka tvey profetisk líknilsi viðvíkjandi ríki Guds — tey somu sum hann fyri okkurt um einum ári síðan bar fram í einum báti á Galileavatninum. Lukas 13:1-21; Prædikarin 9:11; Matteus 13:31-33.

▪ Hvørjir sorgarleikir eru nevndir her, og hvørja læru fær Jesus burtur úr teimum?

▪ Hvat kann hitt ófruktbara fikutræið í myndini, og royndin at gera tað fruktbart hava at týða?

▪ Hvussu viðgongur sýnagogustjórin at Jesus dugir at grøða, og hvussu avdúkar Jesus hykl hansara?