Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Førdur til Annas, og so til Kaifas

Førdur til Annas, og so til Kaifas

Kapittul 119

Førdur til Annas, og so til Kaifas

BUNDIN sum brotsmaður verður Jesus førdur til hin veldismikla Annas, sum var høvuðsprestur tá Jesus 12 ára gamal gjørdi teir rabbinsku lærararnar við templið bilsnar. Fleiri synir hjá Annasi hava síðan verið høvuðsprestar, og í løtuni er tað versonur hansara Kaifas ið hevur hetta embætið.

At Jesus fyrst verður førdur heim til Annas, man helst koma av at Annas leingi hevur verið ein týðandi persónur í trúarlívi jødanna. Henda vitjanin hjá Annasi gevur eisini Kaifasi høvuðspresti stundir at kalla saman jødiska hægstarættin, Sanhedrinið sum telur 71 limir, og at finna lygivitni.

Høvuðspresturin Annas spyr nú Jesus um lærisveinar hansara og um læru hansara. Jesus svarar: „Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; Eg havi altíð lært í sýnagogum og í templinum, har sum allir Jødar koma saman; í loyndum havi Eg einki talað. Hví spyrt tú Meg? Spyr tey, sum hoyrt Meg hava, hvat Eg havi talað til teirra! Tey vita jú, hvat Eg havi sagt.“

Tá gevur ein av tænarunum sum standa hjá, Jesusi ein frammaná og sigur: „Svarar Tú høvuðsprestinum so!“

„Havi Eg talað illa,“ svarar Jesus, „so prógva, at tað er ónt! Men havi Eg talað rætt, hví slært tú Meg tá!“ Eftir hetta orðaskiftið sendir Annas Jesus bundnan til Kaifas.

Allir teir hægstu prestarnir, hinir elstu og hinir skriftlærdu, ja, alt Sanhedrinið er nú um at vera savnað. Teir møtast eyðsýniliga heima hjá Kaifasi. Tað stríðir greitt ímóti jødiskari lóg at halda slíkan rættargang páskanátt. Men tað fær ikki trúarleiðararnar at sleppa síni óndu ætlan.

Fleiri vikur frammanundan — tá Jesus vakti Lazarus frá deyðum — kom Sanhedrinið á samt um at døma Jesus til deyðan. Og bert tveir dagar frammanundan — mikudagin — løgdu trúarleiðararnir saman ráð um at taka hann við svikum og drepa hann. Ja, Jesus er tá samanum kemur, dómfeldur áðrenn sakarmálið kemur fyri rættin!

Nú verða royndir gjørdar at fáa lygivitni at koma við følskum ákærum so sakarmál kann verða ført móti Jesusi. Men vitnisfrágreiðingar samsvara ikki. At enda koma tvey fram og siga: „Vit hava hoyrt Hann siga: „Eg skal bróta niður hetta tempul, sum gjørt er við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.““

„Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær?“ spyr Kaifas. Men Jesus tigur. Tað er eyðmýkjandi hjá Sanhedrininum at heldur ikki vitnini sum koma við hesi følsku ákæruni fáa sínar søgur at ljóða líka. Høvuðspresturin roynir tí eina aðra mannagongd.

Kaifas veit at jødarnir eru skjótir at leypa framav um onkur sigur seg vera son Guds. Tvær ferðir fyrr hava teir bráðræsnir kallað Jesus gudsspottara ið hevur deyðastraff uppiborna, aðru ferðina tí teir trúðu hann segði seg vera líkan Gudi. Listilærdur spyr Kaifas tí: „Eg taki Teg í eið um hin livandi Gud, at Tú sigur okkum, um Tú ert Kristus, Sonur Guds!“

Uttan mun til tað jødarnir trúgva, er Jesus sonur Guds. Tigur hann, kann tað skiljast sum hann noktar at vera Messias. Djarvur svarar Jesus tí: „Eg eri tað; og tit skulu síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma við skýggjum himmalsins.“

Tá skræðir Kaifas — ógvuliga uppgjørdur — klæði síni og sigur: „Hann hevur spottað Gud! Hvat nýtist okkum longur vitni! Nú hava tit hoyrt spottanina! Hvat halda tit?“

„Hann er deyðasekur!“ kunnger Sanhedrinið. Síðan gera teir gjøldur burtur úr honum og siga nógv við hann upp á spott. Teir spýta í andlitið á honum og sláa hann. Aðrir fjala andlit hansara, geva honum nevasløg og siga speiskir: „Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, ið sló Teg?“ Hesin grovi, ólógligi ágangurin fer fram undir sakarmálinum á nátt. Matteus 26:57-68; 26:3, 4; Markus 14:53-65; Lukas 22:54, 63-65; Jóhannes 18:13-24; 11:45-53; 10:31-39; 5:16-18.

▪ Hvar verður Jesus førdur fyrst, og hvat hendir honum har?

▪ Hvar fara teir so við Jesusi, og við hvørjum í hyggju?

▪ Hvussu fær Kaifas Sanhedrinið at kenna Jesus deyðasekan?

▪ Hvør grovur, ólógligur ágangur fer fram undir sakarmálinum?