Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fýra lærisveinar verða kallaðir

Fýra lærisveinar verða kallaðir

Kapittul 22

Fýra lærisveinar verða kallaðir

EFTIR at vera sloppin undan heimbygdarfólkinum í Nazaret sum royndu at drepa hann, fer Jesus til Kapernaum, ein bý nærindis Galileavatninum. Soleiðis verður eitt annað profetorð hjá Esaiasi uppfylt. Tað er orðið um at fólkið í Galilea skal síggja stórt ljós.

Meðan Jesus ber ljósið út við at boða Ríkið kemur hann fram á fýra av lærisveinum sínum. Teir plagdu at ferðast við honum, men tá teir komu aftur úr Judea við Jesusi fóru teir aftur at fiska. Jesus kemur eftir øllum at døma til teirra tí tíðin nú er komin tá hann má fara undir at venja álítandi, regluligar hjálparar, so teir kunnu halda fram við boðanini eftir at hann er farin hiðani.

Tá Jesus tí gongur fram við vatninum og ber eyga við Símun Pætur og lagsmenn hansara sum takast við at skola gørn, fer hann yvir til teirra. Hann fer í bátin hjá Pæturi og biður hann leggja frá landi. Komnir eitt sindur útfrá, setir Jesus seg niður í bátinum og fer at læra fólkini inni á landi.

Aftaná sigur Jesus við Pætur: „Legg út á dýpið, og setið út gørn tykkara eina setu!“

„Meistari!“ svarar Pætur. „Vit hava roynt alla nátt og einki fingið. Men eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini.“

Gørnini verða sett út og so nógvur fiskur kemur í at tey skrædna. Menninir biðja í skundi felagar sínar á hinum bátinum koma og hjálpa, og skjótt eru báðir bátarnir søkkladnir av fiski. Tá ið Pætur sær hetta fellur hann niður fyri Jesusi og sigur: „Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!“

„Óttast ikki!“ svarar Jesus. „Hereftir skalt tú veiða menniskju.“

Jesus bjóðar eisini Andriasi, bróður Pæturs, við. „Fylgið Mær,“ sigur hann við teir, „so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“ Teir fiska saman við Jákupi og Jóhannesi, ið eru synir Zebedeusar. Hesir fáa somu boð og taka somuleiðis alt fyri eitt við teimum. Allir leggja fiskiskapin niður og gerast hinir fyrstu fýra lærisveinarnir sum fylgja Jesusi hvar hann so fer. Lukas 5:1-11; Matteus 4:13-22; Markus 1:16-20; Esaias 9:1, 2.

▪ Hví bjóðar Jesus nøkrum lærisveinum at fylgja sær, og hvørjir eru teir?

▪ Hvat undurverk loypir ótta á Pætur?

▪ Hvat slag av fiskiskapi bjóðar Jesus lærisveinum sínum at fara undir?