Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fariseararnir vilja ikki trúgva

Fariseararnir vilja ikki trúgva

Kapittul 71

Fariseararnir vilja ikki trúgva

FORELDUR biddarans sum fyrr var blindur, hava ótta á sær tá fariseararnir senda boð eftir teimum. Tey kenna viðtøkuna sum sigur, at hvør tann ið játtar trúgv á Jesus, skal koyrast úr sýnagoguni. At verða útihýstur frá felagsskapinum við onnur í einum samfelag kann hava ómetaligar trupulleikar við sær, serstakliga í fátækum familjum. Tí eru foreldrini varin.

„Er hetta sonur tykkara, sum tit siga, er føddur blindur?“ spyrja fariseararnir. „Hvussu ber tað tá til, at hann sær nú?“

„Vit vita, at hetta er sonur okkara, og at hann er føddur blindur,“ játta foreldrini. „Men hvussu tað hevur gingið til, at hann sær nú, vita vit ikki, ei heldur, hvør ið hevur latið upp eygu hansara.“ Ivaleyst hevur sonurin sagt teimum frá allari tilgongdini, men tey svara varisliga: „Spyrjið hann — hann er nóg gamal, hann má sjálvur svara fyri seg!“

Fariseararnir senda tí aftur boð eftir manninum. Hesa ferð royna teir at ræða hann við at látast sum teir hava fingið fatur á fellandi vitnisburðum um Jesus. „Gev Gudi dýrdina!“ bjóða teir honum. „Vit vita, at hesin maður er syndari!“

Maðurin sum fyrr var blindur vísir ikki ákæruni aftur, men sigur: „Um Hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, síggi nú!“

Fariseararnir royna at finna onkran veikleika í vitnifrágreiðing hansara og spyrja aftur: „Hvat gjørdi Hann við teg? Hvussu læt Hann upp eygu tíni?“

„Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir! Hví vilja tit hoyra tað uppaftur?“ klagar maðurin, og spyr so speiskur: „Ætla tit við at verða lærisveinar Hansara?“

Hetta svarið loypir øði í fariseararnar. „Tú ert lærisveinur Hansara!“ siga teir ákærandi. „Vit eru lærisveinar Mósesar. Við Móses hevur Gud talað, tað vita vit, men hesin — hvaðani Hann er, vita vit ikki.“

Bilsin svarar hin eyðmjúki biddarin: „Tað er tó løgið, at tit ikki vita, hvaðani Hann er — og Hann hevur latið upp eygu míni!“ Hvørja niðurstøðu áttu øll at komið til? Biddarin vísir til ein sannleika sum er vanliga viðurkendur: „Vit vita, at Gud hoyrir ikki syndarar; men óttast onkur Hann og ger vilja Hansara — hann hoyrir Hann. Tað er óhoyrt, so leingi heimurin hevur staðið, at nakar hevur latið upp eygu eins, ið var føddur blindur.“ Niðurstøðan skuldi verið greið: „Var hesin ikki frá Gudi, kundi Hann einki gjørt.“

Fariseararnir hava einki svar til hesa greiðu og einføldu hugsan. Í staðin fara teir so at spotta mannin: „Tú, sum ert føddur í synd, allur sum tú ert, tú ætlar at læra okkum!“ Síðan reka teir mannin út, og tað tykist merkja at hann verður koyrdur úr sýnagoguni.

Tá Jesus frættir hvat teir hava gjørt, finnur hann mannin og sigur: „Trýrt tú á Son Guds?“

„Hvør er Hann, Harri, so eg fái trúð á Hann?“ spyr hin áður blindi biddarin.

„Tað er Hann, sum talar við teg!“ svarar Jesus.

Maðurin nígur alt fyri eitt fyri Jesusi og sigur: „Eg trúgvi, Harri!“

Nú sigur Jesus: „Til dóm eri Eg komin í henda heim, fyri at tey, sum ikki síggja, skulu fáa sjón, og tey, sum síggja, skulu verða blind.“

Hetta fær nakrar farisearar at siga: „Vit eru kanska blindir við!“ Høvdu teir viðgingið at teir vóru andaliga blindir hevði tað tænt teimum sum umbering. Sum Jesus sigur við teir: „Vóru tit blindir, høvdu tit ikki synd.“ Men fariseararnir siga seg ikki vera blindar ella tørva andaliga upplýsing. Tí tekur Jesus samanum: „Men nú siga tit: „Vit síggja!“ — Tí verður synd tykkara verandi.“ Jóhannes 9:19-41.

▪ Hví verða foreldrini bangin tá fariseararnir senda boð eftir teimum, og hvussu svara tey varisliga?

▪ Hvussu royna fariseararnir at ræða mannin ið fyrr var blindur?

▪ Hvør skilvís hugsan hjá manninum fær øði í fariseararnar?

▪ Hví er eingin umbering fyri mótstøðu farisearanna ímóti Jesusi?