Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ferðir til Jerúsalem

Ferðir til Jerúsalem

Kapittul 10

Ferðir til Jerúsalem

VÁRIÐ er komið. Hetta er tíðin tá Jósef við familju, saman við vinum og skyldfólki, ger sína árligu várferð til Jerúsalem at halda páskir. Sum vant eru øll spent at fara undir ferðina, sum er umleið 100 kilometrar long. Jesus er nú 12 ára gamal, og hann gleðir seg til páskahøgtíðina við serligum áhuga.

Hjá Jesusi og familju hansara er páskahaldið eingin dagsgerð. Tey verða verandi í Jerúsalem sjey dagar aftrat um høgtíð hinna ósúrgaðu breyða, sum eftir teirra tykki hoyrir til páskirnar. Tí varir øll ferðin heiman úr Nazaret, tá steðgurin í Jerúsalem er uppií, vanliga umleið tvær vikur. Men í ár dregur hon út orsakað av einari hending í samband við Jesus.

Trupulleikin ger vart við seg á heimferðini úr Jerúsalem. Jósef og Maria halda Jesus vera hjá skyldfólkum og vinum í ferðalagnum. Men tá tey gera náttarsteðg kemur hann ikki fram, og tey fara at leita eftir honum millum ferðafelagarnar. Men hann er ongastaðni at finna. Jósef og Maria fara tí allan vegin aftur til Jerúsalem at leita.

Tey leita dagin á tamb, men til onga nyttu. Dagin eftir finna tey hann heldur ikki. So at enda, triðja dagin, fara tey inn í templið. Har finna tey hann í einum rúmi. Hann situr millum jødisku lærararnar og bæði lurtar og spyr teir.

„Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta!“ spyr Maria. „Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“

Jesus er bilsin av at tey ikki vistu hvar hann var. „Hví leitaðu tit eftir Mær?“ spyr hann tey. „Vitstu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?“

Jesus undrast á at foreldur hansara ikki vistu hetta. Men hann fer sjálvandi heim við teimum og er teimum lýðin sum vant. Hann fer fram í vísdómi og vøkstri og yndi hjá Gudi og menniskjum. Ja, frásøgan um ferðina til templið í Jerúsalem tá Jesus var 12 ára gamal, vísir at hann heilt frá barnsbeini av gekk undan við góðum fyridømi, ikki bert við at søkja andalig áhugamál men eisini við at virða foreldur síni. Lukas 2:40-52; 22:7.

▪ Hvørja ferð ger Jesus á hvørjum vári saman við familju síni, og hvussu long er ferðin?

▪ Hvat hendir á ferðini tá Jesus er 12 ára gamal?

▪ Hvussu var Jesus ungum nú á døgum ein góð fyrimynd?