Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fleiri drápsroyndir ímóti Jesusi

Fleiri drápsroyndir ímóti Jesusi

Kapittul 81

Fleiri drápsroyndir ímóti Jesusi

AV TÍ at tað er vetur heldur Jesus til á økinum fram við templinum sum er undir taki og sum nevnist Súlu- gong Sálomons. Her flokkast jødarnir um hann og siga: „Hvussu leingi ætlar Tú at halda sál okkara í óvissu? Ert Tú Kristus, so sig okkum, sum er!“

„Eg havi sagt tykkum tað,“ svarar Jesus, „og tit trúgva Mær ikki.“ Jesus hevði ikki beinleiðis sagt teimum at hann var Messias, sum hann segði tí samversku kvinnuni við brunnin tað. Men hann vísti kortini hvør hann var, tá hann segði at hann var „omanfrá“ og at hann var til áðrenn Ábraham.

Jesus vil at fólk sjálvi skulu koma fram á at hann er Messias, tá tey samanbera verk hansara við tað sum í Skriftunum er fráboðað um Messias. Tí hevur hann fyrr álagt lærisveinum sínum ikki at siga fyri nøkrum at hann er Messias. Og tí heldur hann eisini áfram við hesar illviljaðu jødar: „Verkini, sum Eg geri í navni Faðirs Míns, vitna um Meg. Men tit trúgva ikki.“

Hví trúgva teir ikki? Tí einki prógvar at Jesus er Kristus? Nei. Orsøkin skilst av tí Jesus nú sigur: „Tit eru ikki av seyði Mínum! Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.“

Síðan lýsir Jesus tað næra sambandið hann hevur við Faðir sín: „Eg og Faðirin, Vit eru eitt.“ Jesus er á jørðini og Faðir hansara er í himli, hann kann tí ikki meina at hann og Faðirin bókstavliga, ella likamliga, eru eitt. Hann meinar heldur at teir eru eitt í ætlan — at teir eru samdir.

Jødarnir verða í øðini av orðum Jesusar og taka steinar at drepa hann við, sum teir eisini royndu áður, á leyvsalahøgtíðini. Djarvur vendir Jesus sær til jødarnar sum ætla at drepa hann: „Mong góð verk havi Eg víst tykkum frá Faðir Mínum; hvørt av hesum verkum er tað, tit steina Meg fyri?“

„Tað er ikki fyri nakað gott verk, vit steina Teg, nei, fyri gudspottan,“ svara teir, „og fyri tað, at Tú, sum ert menniskja, gert Teg sjálvan til Gud!“ Jesus hevur ongantíð sagt seg vera gud, so hví siga jødarnir hetta?

Eyðsæð tí Jesus tilskilar sær vald, sum eftir teirra tykki einans hoyrir Gudi til. Til dømis segði hann júst um ’seyð’ sín: „Eg gevi honum ævigt lív,“ tað kann einki menniskja gera. Men jødarnir gloyma at Jesus sjálvur ásannar at hann hevur vald sítt frá Faðirinum.

Jesus veit at hann er Faðir sínum undirgivin, tað sæst tá hann spyr: „Stendur ikki skrivað í lóg tykkara: „Eg havi sagt: „Tit eru gudar!““ Hevur Hann nú kallað teir gudar, sum orð Guds kom til . . . siga tit tá við Hann, sum Faðirin hevur halgað og sent í heimin: „Tú spottar Gud!“ — fyri tað at Eg segði: „Eg eri Sonur Guds“?“

Ja, tá Skriftin kallar órættvís menniskju ið virka sum dómarar „gudar“, hví standa jødarnir tá fast uppá at Jesus ikki átti at sagt: „Eg eri Sonur Guds“? Jesus leggur aftrat: „Geri Eg ikki verk Faðirs Míns, so trúgvið Mær ikki! Men geri Eg tey, so trúgvið verkunum, um tit so ikki trúgva Mær, so tit kunnu skilja og sanna, at Faðirin er í Mær, og Eg eri í Faðirinum!“

Tá Jesus sigur hetta, royna jødarnir at taka hann. Men hann rýmir undan, sum hann eisini gjørdi fyrr, á leyvsalahøgtíðini. Hann fer úr Jerúsalem og yvir um Jordan til staðið har Jóhannes næstan fýra ár frammanundan fór at doypa fólk. Hetta tykist vera onkustaðni sunnanvert Galileavatnið, umleið tvinnar dagsferðir úr Jerúsalem.

Nógv koma til Jesus har og siga: „Víst gjørdi Jóhannes einki tekin, men alt, ið Jóhannes segði um henda, var satt.“ Tí koma mong til trúgv á Jesus. Jóhannes 10:22-42; 4:26; 8:23, 58; Matteus 16:20.

▪ Á hvørjum grundarlagi vil Jesus hava fólk at síggja at hann er Messias?

▪ Hvussu eru Jesus og Faðir hansara eitt?

▪ Hví munnu jødarnir siga at Jesus ger seg til gud?

▪ Hvussu vísir brotið Jesus nevnir úr Sálmunum at hann ikki heldur seg vera líkan Gudi?