Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fleiri leiðbeinandi ráð

Fleiri leiðbeinandi ráð

Kapittul 63

Fleiri leiðbeinandi ráð

MEÐAN Jesus og ápostlar hansara enn eru staddir í húsinum í Kapernaum, kemur eisini eitt annað evni til viðgerðar umframt stríð ápostlanna um hvør teirra var størstur. Hendingin teir nú tosa um fór kanska eisini fram á ferðini til Kapernaum, meðan Jesus ikki sjálvur var hjá. Jóhannes ápostul greiðir frá: „Vit sóu ein, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar í navni Tínum; og vit noktaðu honum tað, av tí at hann fylgist ikki við okkum!“

Ivaleyst heldur Jóhannes at ápostlarnir hava fingið einarætt at grøða. Hann meinar tí at maðurin als ikki hevði loyvi at gera kraftargerðir, tá hann ikki var í teirra bólki.

Men Jesus gevur hesa leiðbeining: „Noktið honum tað ikki! Tí eingin er, sum ger kraftargerð í navni Mínum og skjótt aftaná kann tala illa um Meg. Tann, sum ikki er ímóti okkum, er við okkum. Tí tann, sum gevur tykkum eitt bikar av vatni at drekka í navni Mínum, fyri tað at tit hoyra Kristusi til — sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal ikki missa løn sína!“

Maðurin noyddist ikki bókstavliga at fylgjast við Jesusi fyri at vera í parti við honum. Kristna samkoman var ikki stovnað enn, so um hann ikki var við í teirra bólki, merkti tað kortini ikki at hann hoyrdi til eina aðra samkomu. Hann trúði av sonnum á navn Jesusar, og tí eydnaðist tað honum at reka út illar andar. Hann hevði gjørt slíkt sum, sambært Jesusi, hevði løn uppiborna. Tí skuldi hann ikki missa løn sína.

Hvat nú um tað ápostlarnir søgdu og gjørdu var manninum til ástoyt? So var vandi á ferð! Jesus viðmerkir: „Tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið.“

Um nakað kann fáa lærisveinarnar at snáva og falla skulu teir sleppa sær av við tað, sigur Jesus — um tað so er hond, fótur, eyga ella okkurt eins dýrabart. Tað er betri at koma inn í ríki Guds uttan hesar dýrabaru likamslutir, enn at hava teir og verða blakaður í Gehenna (eitt brennandi ruskøki nærindis Jerúsalem), ímynd ið sipar til æviga týning.

Jesus ávarar eisini: „Síggið til, at tit ongan av hesum smáu vanvirða! Tí Eg sigi tykkum, at einglar teirra í Himli síggja altíð andlit Faðirs Míns, sum í Himli er.“ Hann vísir síðan hvussu dýrabar ’hesi smáu’ eru, tá hann sigur frá manni sum eigur hundrað seyðir men missir ein. Maðurin fer frá hinum 99 at leita eftir tí mista, og tá hann finnur seyðin frøir hann seg meiri um hann enn um hinar 99. „Soleiðis,“ sigur Jesus, „er tað ikki vilji Faðirs tykkara, sum í Himli er, at so mikið sum eitt av hesum smáu skal fortapast.“

Jesus hugsar kanska um stríðið ápostlanna millum, tá hann nú eggjar teir: „Havið salt í tykkum sjálvum og haldið frið hvør við annan!“ Matur smakkar betur við salti. Um orð okkara ímyndarliga eru saltað, taka onnur tey lættari til sín. Nýta vit slíkt salt hjálpir tað okkum at varðveita friðin.

Menniskjuligur ófullkomileiki ger at álvarsligar ósemjur kortini kunnu stinga seg upp. Jesus vísir hvussu slíkt kemur í rættlag: „Um bróðir tín syndar móti tær,“ sigur Jesus, „so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.“ Um hann ikki lurtar, „so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna““.

Bert í síðstu atløgu eigur at vera farið til samkomuna, tað vil siga umsjónarmenninar í samkomuni sum hava ábyrgdina og sum kunnu taka eina óhefta avgerð. Um syndarin ikki vil gera eftir hesi avgerð, sigur Jesus at enda, „skal hann vera tær sum heidningur og tollari“.

Fyri at taka slíka avgerð mugu umsjónarmenninir gjølla fylgja leiðbeiningini í Jehova orði. Meta teir tá ein einstakling sekan og revsiverdan, er dómurin longu ’bundin í Himli’. Tá teir „loysa á jørðini“, tað vil siga meta ein ósekan, so er málið longu „loyst í Himli“. Viðvíkjandi slíkum samráðingum í dømandi nevndum sigur Jesus: „Har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.“ Matteus 18:6-20; Markus 9:38-50; Lukas 9:49, 50.

▪ Hví var tað á døgum Jesusar ikki neyðugt at fylgjast við honum?

▪ Hvussu álvarsligt er tað at vera ein av teimum smáu til ástoyt, og hvussu vísir Jesus at tey hava nógv at týða?

▪ Hvat man tað vera sum fær Jesus at siga við ápostlarnar at teir skulu hava salt í sær?

▪ Hvat merkir tað at okkurt er „bundið“ ella „loyst“?