Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fleiri túsund fáa mat á undurfullan hátt

Fleiri túsund fáa mat á undurfullan hátt

Kapittul 52

Fleiri túsund fáa mat á undurfullan hátt

TEIR 12 ápostlarnir hava verið eina spennandi prædikuferð í Galilea. Nú, stutt eftir at Jóhannes er avrættaður, koma teir aftur og siga Jesusi frá øllum tí undursama sum teimum hevur verið fyri. Jesus sær at teir eru móðir og ikki fáa etið fyri tí nógva fólkinum sum kemur og fer, tí sigur hann: ’Latið okkum fara til eitt oyðið stað so tit fáa hvílt tykkum.’

Teir fara um borð á bátin, helst nærindis Kapernaum, og seta kós móti einum oydnum stað, eyðsýnliga eystaru megin Jordan, hinumegin Betsaida. Men nógv síggja teir fara og uppaftur fleiri frætta tað. Tey renna øll fram við strondini undan teimum, og tá báturin leggur at standa tey har og taka ímóti teimum.

Jesus fer úr bátinum og sær alla mannamúgvuna. Honum tykist hjartaliga synd í teimum tí tey eru sum seyður ið ongan hirða hevur, so hann grøðir tey sjúku teirra millum og fer at læra tey mangt.

Skjótt fer tíðin, og lærisveinarnir koma til hansara og siga: „Staðið er oyðið, og tað er longu seint. Lat tey fara avstað, so tey fáa farið í garðarnar og bygdirnar her rundanum og keypt sær okkurt at eta!“

Men Jesus svarar: „Gevið tit teimum at eta!“ Jesus ivast ikki í hvussu hann skal bera seg at, men fyri at royna Filip spyr hann: „Hvar skulu vit keypa breyð, so hesi kunnu fáa at eta?“

Filip skilur einki av hesum. Menninir eru 5000 í tali, so har munnu vera væl yvir 10.000 fólk tá konur og børn verða tald við! „Breyð fyri 200 denarar [ein denar var ein dagløn] er ikki nóg mikið til teirra, so hvør kann fáa eitt lítið sindur,“ svarar Filip.

Kanska fyri at vísa hvussu ómøguligt tað er at fáa mat til so nógv, sigur Andrias: „Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir smáar fiskar.“ Hann leggur aftrat: „Men hvat er tað til so mong!“

Hetta er um várið, stutt fyri páskir ár 32, og tí er nógv grønt gras. Jesus biður lærisveinarnar fáa fólkini at seta seg í grasið í bólkum sum telja 50 og 100. Hann tekur tey fimm breyðini og báðar fiskarnar, hyggur upp móti himli og signar. So fer hann at bróta breyðini og býta fiskin sundur. Hann fær lærisveinunum tað, og teir býta tað út til fólkini. Og undrið hendir — øll fáa so mikið at tey verða mett!

Síðan sigur hann við lærisveinarnar: „Savnið saman bitarnar, ið av leypa, so einki spillist burtur!“ Teir so gera — og fylla 12 kurvar við avlopi! Matteus 14:13-21; Markus 6:30-44; Lukas 9:10-17; Jóhannes 6:1-13.

▪ Hví fer Jesus við ápostlum sínum til eitt oyðið stað?

▪ Hvar tekur Jesus lærisveinarnar, og hví fáa teir ikki hvílt seg sum ætlað?

▪ Hvat biðja lærisveinarnir Jesus gera tá tað er vorðið seint, men hvussu syrgir Jesus fyri mannamúgvuni?