Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fleiri undurverk í Kapernaum

Fleiri undurverk í Kapernaum

Kapittul 23

Fleiri undurverk í Kapernaum

SABBATIN eftir at Jesus hevur kallað hinar fýra fyrstu lærisveinarnar hjá sær — Pætur, Andrias, Jákup og Jóhannes — fara teir allir inn í sýnagoguna í Kapernaum. Har fer Jesus at læra, og fólkini undrast tí hann lærir tey sum ein ið hevur myndugleika og ikki sum hinir skriftlærdu.

Í sýnagoguni er henda sabbatin ein maður sum er settur av illum anda. Tá ein løta er farin, rópar hann hart: „Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!“

Hin illi andin sum hevur ræði á manninum er veruliga ein Satans eingil. Jesus hóttir hin illa andan og sigur: „Tig, og far út úr honum!“

Illi andin gevur manninum krampa og rópar hart. Men hann kemur út úr honum uttan at maðurin fær mein. Øll undrast! „Hvat er hetta?“ spyrja tey. „Við valdi býður Hann eisini yvir hinum óreinu andum, og teir akta Hann!“ Tíðindini um hetta koma út allastaðni har um vegir.

Jesus fer úr sýnagoguni við lærisveinum sínum og inn til Símun, ella Pætur sum hann eisini verður nevndur. Har liggur vermóðir Pæturs ógvuliga sjúk við nógvum fepri. Teir biðja Jesus hjálpa henni. Hann fer til hennara, tekur í hondina á henni og reisir hana upp. Hon verður frísk í stundini og fer at geva teimum at eta!

Seinni, eftir sólsetur, koma fólk allastaðni frá við sínum sjúku til húsini hjá Pæturi. Skjótt stendur allur býurin fyri durunum! Og Jesus grøðir øll tey sjúku, hvat so bagir teimum. Hann fríar eisini tey ið eru sett av illum andum. Tá hann rekur illu andarnar út rópa teir: „Tú ert Sonur Guds!“ Men Jesus hóttir og loyvir teimum ikki at tala tí teir vita at hann er Messias. Markus 1:21-34; Lukas 4:31-41; Matteus 8:14-17.

▪ Hvat fer fram í sýnagoguni sabbatin eftir at Jesus hevur kallað hinar fýra fyrstu lærisveinarnar hjá sær?

▪ Hvar fer Jesus úr sýnagoguni, og hvat undurverk ger hann har?

▪ Hvat hendir seinni um kvøldið?