Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Frá Pilatus til Heródes og aftur

Frá Pilatus til Heródes og aftur

Kapittul 122

Frá Pilatus til Heródes og aftur

HÓAST Jesus ikki roynir at dylja fyri Pilatusi at hann er kongur, greiðir hann frá at ríki hansara ikki er nøkur hóttan móti Róm. „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi,“ sigur Jesus. „Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“ Tríggjar ferðir sigur Jesus altso at hann hevur eitt ríki, hóast tað ikki hoyrir jørðini til.

Men Pilatus spyr uppaftur: „So ert Tú tó kongur?“ Altso, ríki títt er ikki av hesum heimi — men ert tú kongur?

Jesus sigur Pilatusi at hann hevur gjørt rættan úrskurð. Hann svarar: „Tú sigur tað! Eg eri kongur. Til tað eri Eg føddur, og til tað eri Eg komin í heimin, at Eg skal vitna um sannleikan. Hvør tann, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd Mína.“

Ja, sjálvt endamálið við at Jesus er á jørðini, er at hann skal „vitna um sannleikan“, serstakliga sannleikan um ríki sítt. Jesus er til reiðar at verða sannleikanum trúgvur, um tað so skal kosta honum lívið. Hóast Pilatus spyr: „Hvat er sannleiki!“ bíðar hann ikki eftir svarinum. Hann hevur hoyrt so mikið at hann fært dømt í málinum.

Pilatus fer út aftur til mannamúgvuna sum bíðar uttan fyri borgina. Jesus stendur helst undir liðini á honum tá hann vendir sær til teir hægstu prestarnar og teir ið eru við teimum: „Eg finni einki misbrot hjá hesum manni!“

Mannfjøldin ilskast um avgerðina og heldur fast upp á sítt: „Hann øsir við læru Síni fólkið upp um alt Judea, úr Galilea, har sum Hann byrjaði, og líka higar.“

Blinda fanatisman hjá jødunum kemur helst óvart við hjá Pilatusi. Tá hægstu prestarnir og hinir elstu halda fram at rópa, vendir hann sær tí til Jesus og spyr hann: „Hoyrir Tú ikki, hvussu nógv teir vitna móti Tær?“ Men Jesus roynir enn ikki at svara aftur. Tað undrar Pilatus at hann so róliga lýðir á tær álvarsomu skuldsetingarnar.

Pilatus fær frænir av at Jesus er úr Galilea, og sær ein møguleika at sleppa undan ábyrgdini. Heródes Antipas (sonur Heródes Mikla) sum er stjórnarharri í Galilea, er í Jerúsalem um páskirnar, og Pilatus sendir tí Jesus til hansara. Heródes Antipas læt á sinni Jóhannes Doypara hálshøgga, og hann varð bangin tá hann frætti um undurgerðirnar hjá Jesusi, tí hann trúði tað var Jóhannes sum var risin upp frá deyðum.

Heródes verður ovurglaður um útlitið til at síggja Jesus. Ikki tí hann hevur umsorgan fyri Jesusi ella tí hann vil fáa greiði á um ákærurnar móti honum eru sannar ella ikki. Nei, hann er bara forvitin og hopar at Jesus fer at gera okkurt undur.

Men Jesus vil ikki nøkta forvitni Heródesar. Tá Heródes avhoyrir hann, sigur hann veruliga ikki eitt orð. Vónsviknir fara Heródes og lívverjar hansara í staðin at halda Jesus fyri gjøldur. Teir lata hann í ein stásiligan búna og spotta hann. Síðan senda teir hann aftur til Pilatus. Av hesum gerast Heródes og Pilatus vinir, frammanundan vóru teir fíggindar.

Tá Jesus kemur aftur, kallar Pilatus teir hægstu prestarnar, jødisku leiðararnar og fólkið saman og sigur: „Tit hava ført henda mann fyri meg sum ein, ið villleiðir fólkið til fráfall; og nú havi eg avhoyrt Hann, meðan tit hava verið hjá, og eg havi ikki funnið henda mann sekan í nøkrum av tí, sum tit klaga Hann fyri; Heródes heldur ikki; eg sendi tykkum jú til hansara; tit síggja tá, at Hann hevur einki gjørt, sum er deyða vert. Eg skal tí revsa Hann og so geva Hann leysan.“

Pilatus hevur nú tvær reisur kent Jesus ósekan. Hann er fúsur at lata hann leysan, tí honum er greitt at tað er av berari øvundsjúku prestarnir hava givið Jesus upp til hansara. Haraftrat fær Pilatus knappliga uppaftur størri grund at lata Jesus leysan. Meðan hann situr í dómarasætinum sendir kona hansara boð til hansara og sigur: „Hav einki við henda rættvísa at gera! Tí eg havi í dag liðið nógv í dreymi [eyðsýniliga av guddómligum uppruna] fyri Hansara skuld.“

Pilatus veit at hann átti at latið henda óseka mannin leysan, men hvussu? Jóhannes 18:36-38; Lukas 23:4-16; Matteus 27:12-14, 18, 19; 14:1, 2; Markus 15:2-5.

▪ Hvussu svarar Jesus spurninginum um hvørt hann er kongur?

▪ Hvat er „sannleikin“ sum Jesus vitnar um meðan hann er á jørðini?

▪ Hvussu dømir Pilatus, hvat heldur fólkið um tað, og hvat ger Pilatus við Jesus?

▪ Hvør er Heródes Antipas, hví er hann ovurfegin um at síggja Jesus, og hvat ger hann við hann?

▪ Hví er Pilatus fúsur at lata Jesus leysan?