Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Frálæra í eyðmjúkleika

Frálæra í eyðmjúkleika

Kapittul 62

Frálæra í eyðmjúkleika

TÁ JESUS nærindis Kesarea Filippi hevur grøtt ein drong sum var settur av illum anda, ætlar hann sær aftur til Kapernaum. Men hann vil fegin vera einsamallur við lærisveinum sínum á ferðini, so hann kann fáa høvi at fyrireika teir enn meira til deyða sín og ábyrgdina teir fáa aftaná. „Menniskjasonurin verður givin menniskjum upp í hendur,“ sigur Jesus við teir, „og tey skulu drepa Hann; og táið Hann er dripin, skal Hann rísa upp tríggjar dagar eftir.“

Hóast Jesus fyrr hevur tosað um hetta, og tríggir ápostlar eisini hava sæð umbroytingina á fjallinum tá talað varð um „burturferð“ hansara, skilja lærisveinarnir tað ikki enn. Kortini roynir eingin, sum Pætur á sinni, at nokta fyri at Jesus skal drepast, men teir tora ikki at spyrja hann meir um hetta.

At enda koma teir til Kapernaum, sum var at kalla heimstaður hjá Jesusi í tænastuni. Pætur og summir av hinum ápostlunum vóru eisini haðani. Har venda menninir sum krevja tempulskattin sær til Pætur, kanska fyri at vita um teir kunnu fáa Jesus at bróta vanligan viðurkendan sið. Teir spyrja: „Letur meistari tykkara ikki [tempul]skattin?“

„Jú!“ svarar Pætur.

Jesus, sum helst er komin at húsum stutt eftir, veit hvat ið er hent, og áðrenn Pætur sjálvur fær greitt frá støðuni, spyr hann: „Hvat tykir tær, Símun? Frá hvørjum taka kongarnir á jørðini toll ella skatt, frá sonum sínum ella frá hinum fremmandu?“

„Frá hinum fremmandu,“ svarar Pætur.

„So eru jú synirnir fríir!“ sigur Jesus. Ja, Faðir Jesusar er alheimsins Kongur, Hann tey dýrka í templinum, so eyðsæð er Jesus ikki pliktaður at lata tempulskatt. Men hann leggur aftrat: „Fyri at vit skulu ikki verða teimum til ástoyt, so far oman at vatninum og kasta út ongul, og tak fyrsta fisk, ið á kemur! Táið tú letur sundur munn hansara, skalt tú finna stater; tak hann og gev teimum hann fyri Meg og teg!“

Tá lærisveinarnir aftur eru í Kapernaum og savnast, kanska heima hjá Pæturi, spyrja teir Jesus: „Hvør er nú hin størsti í ríki Himmiríkis?“ Jesusi er greitt hví teir spyrja, tí hann veit hvat lærisveinarnir tosaðu um tá teir gingu aftan á honum á vegnum úr Kesarea Filippi. Tí spyr hann: „Hvat var tað, tit tosaðu saman um á vegnum?“ Teir tiga, illa við av spurninginum, tí teir høvdu kjakast um hvør ið skuldi verða hin størsti.

Ljóðar tað ótrúligt at lærisveinarnir kundu kjakast um sovorðið, eftir at teir høvdu lært hjá Jesusi í næstan trý ár? Í hvussu er vísir tað hvussu stórt árin menniskjaligur ófullkomileiki og átrúnaðarligt bakstøði kann hava. Jødiska gudsdýrkanin sum lærisveinarnir vórðu uppvandir við, legði dent á støðu ella tignarstig í øllum viðurskiftum. Aftrat tí helt Pætur seg kanska hava ein fyrimun tí Jesus hevði lovað at hann skuldi fáa „lyklar“ Ríkisins. Jákup og Jóhannes kunnu hava hugsað sum hann, tí teimum varð loyvt at vera vitni tá Jesus umbroyttist á fjallinum.

Men hvussu vorðið er og ikki, Jesus skipar nú fyri einum rørandi tilburði í eini roynd at beina teir á rætt. Hann rópar til sín eitt lítið barn, setir tað mitt ímillum teirra, leggur armarnar um tað og sigur: „Venda tit ikki við og verða sum børn, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis. Tann, sum tí ger seg lítlan sum hetta barn, er hin størsti í ríki Himmiríkis. Og tann, sum tekur ímóti bert einum slíkum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær.“

Ein frálíkur máti at rættleiða lærisveinarnar! Jesus verður ikki illur við teir og rópar teir ikki hástórar, frekar ella ærusjúkar. Nei, tá hann rættleiðir teir brúkar hann smábørn sum fyrimynd. Lítillæti eyðkennir tey, børnini eru ikki ærusjúk, og vanliga hugsa tey smáu ikki um tignarmun sínámillum. Á henda hátt vísir Jesus at lærisveinarnir mugu menna eginleikar sum teir ið eyðkenna eyðmjúk børn. Sum Jesus tekur samanum: „Tann, sum er hin minsti av tykkum øllum, hann er stórur.“ Matteus 17:22-27; 18:1-5; Markus 9:30-37; Lukas 9:43-48.

▪ Hvat tekur Jesus uppaftur, á leiðini aftur til Kapernaum, og hvussu verður tað móttikið?

▪ Hví noyðist Jesus ikki at lata tempulskatt, men hví ger hann tað kortini?

▪ Hvat kann hava gjørt sítt til kjakið lærisveinanna millum, og hvussu rættleiðir Jesus teir?