Frálæra givin við líknilsum
Kapittul 43
Frálæra givin við líknilsum
JESUS er helst staddur í Kapernaum tá hann hartar fariseararnar. Seinni sama dag fer hann til gongu oman at Galileavatninum sum er tætt við, og nógv fólk savnast. Hann fer í ein bát, leggur frá landi og tekur at læra fólkini inni á strondini um himlanna ríki. Í frálæruni nýtir hann eina røð av líknilsum, ella myndum, sum allar snúgva seg um tað fólk kennast við.
Fyrst sigur Jesu frá einum sáðmanni ið sáar. Okkurt sáð fellur við vegin, tað eta fuglarnir. Okkurt fellur í gaddajørð har røturnar ikki fáa fest seg serliga djúpt, og tær nýggju planturnar følna í tí brennandi sólini. Sumt fellur millum tornir sum køva kornið so títt og knapt tað nælir. Og at enda fellur nakað í góða jørð og ber grøði, sumt hundraðfalda, sumt trýssfalda og sumt tretivufalda.
Í einum øðrum líknilsi samanber Jesus Guds ríki við ein mann ið sáar sáð. Tíðin gongur, og sáðið veksur bæði meðan maðurin svevur og meðan hann vakir. Hann veit ikki hvussu. Tað veksur heilt av sær sjálvum og ber korn. Tá kornið er staðið fer maðurin at heysta.
Jesus sigur eitt triðja líknilsi um ein mann sum sáar gott sáð, men meðan fólkið svevur kemur ein fíggindi og sáar illgras ímillum hveitina. Tænarar mansins spyrja um teir skulu royta illgrasið upp. Men hann svarar: ’Nei, gera tit tað, koma tit at slíta nakað av hveitini upp við. Latið bæði vaksa saman til heystar. Tá skal eg biðja akurskurðarfólkini skilja illgrasið burturfrá og brenna tað og savna hveitina inn í løðuna.’
Jesus heldur fram at tala til mannamúgvuna inni á landi og sigur tvey líknilsi aftrat. Hann sigur at „ríki Himmiríkis“ líkist sinopskorni sum ein maður sáar. Hóast tað er minni enn alt annað fræ, veksur tað og verður størri enn allar urtir. Tað verður eitt træ, og fuglarnir koma og finna lívd í greinum tess.
Í dag vil onkur kanska siga at okkurt fræ er minni enn sinopskorn. Men Jesus ætlar ikki við hesum at læra fólk plantufrøði. Av fræi sum galilearar á hansara døgum kendu til, var sinopskorn veruliga minst. Tey skilja tí væl at Jesus her vil lýsa ein øgiligan vøkstur.
At enda samanber Jesus „ríki Himmiríkis“ við súrdeiggj sum ein kvinna tekur og koyrir í trý mál av mjøli. Sum frálíður súrgar tað alt deiggið, sigur hann.
Tá Jesus hevur borið fram hesi fimm líknilsini letur hann fólkini fara, og sjálvur fer hann aftur til húsið hann býr í. Stutt eftir koma hinir 12 ápostlarnir og onnur at hitta hann har.
Líknilsini gagna lærisveinunum
Tá lærisveinarnir koma til Jesus eftir at hann hevur talað til fólkini inni á strondini, vilja teir vita meir um henda nýggja frálæruháttin. Jú, teir hava áður hoyrt hann tala í líknilsum, men ongantíð í so stóran mun. Tí spyrja teir: „Hví talar Tú til teirra í líknilsum?“
Ein orsøkin er at Jesus vil uppfylla tað sum er profeterað: „Eg skal lata upp munnin í líknilsum, eg skal bera fram tað, ið dult hevur verið, frá tí heimurin varð grundaður.“ Men ein onnur orsøk er eisini: Tað avdúkar hjartastøðuna hjá fólki.
Í roynd og veru geva tey flestu sær bert far um Jesus tí tey halda hann vera ein frálíkan frásøgumann og mirakulmakara, ikki tí tey ósjálvsøkin vilja fylgja og tæna honum sum Harra. Teimum dámar ikki at verða órógvað í sjónarmiðum og lívshátti sínum. So nógv vilja tey ikki lata boðskapin við seg koma.
Jesus sigur: „Tí tali Eg til teirra í líknilsum — av tí at tey við síggjandi eygum einki síggja og við hoyrandi oyrum einki hoyra, ei heldur fata. Soleiðis verður tað, sum Esaias profeteraði, uppfylt á teimum — táið hann sigur: „. . . Tí hjartað í hesum fólki er vorðið hart.““
„Men,“ heldur Jesus fram, „sæl eru eygu tykkara, tí tey síggja, og oyru tykkara, tí tey hoyra. Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, sum tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, sum tit hoyra, og hoyrdu tað ikki.“
Ja, hinir 12 ápostlarnir og tey ið eru við teimum hava nom hjørtu. Tí sigur Jesus: „Tykkum er givið at kenna loyndarmál Himmiríkis ríkis; men teimum er tað ikki givið.“ Og av tí at lærisveinarnir fegnir vilja skilja tað hann hevur sagt, greinir hann líknilsið um sáðmannin fyri teimum.
„Sáðið er orð Guds,“ sigur Jesus, og jørðin er mannahjartað. Um sáðið sum dettur við vegin sigur hann: „Djevulin [kemur] og tekur burt orðið úr hjarta teirra, fyri at tey skulu ikki trúgva og verða frelst.“
Sáðið sum verður sátt í gaddajørð lýsir hinvegin hjarta teirra sum við gleði taka ímóti orðinum. Men av tí at orðið ikki fær djúpar røtur í slíkum hjørtum, falla hesi menniskju frá tá tey verða roynd ella forfylgd.
Í samband við sáðið sum fall ímillum tornir, sigur Jesus at tað ímyndar fólk ið hava hoyrt orðið men lata stúran, ríkidømi og stuttleikar taka seg av fótum. Tey verða fullkomiliga køvd og einki verður fullfíggjað hjá teimum.
At enda greiðir Jesus frá at sáðið sum fall í hina góðu jørðina lýsir tey sum, ’táið tey hava hoyrt orðið við vøkrum og góðum hjarta, goyma tað og bera ávøkst í tolni’.
Lærisveinarnir sum koma til Jesus fyri at fáa skil á tí hann lærir, verða av sonnum signaðir! Ætlanin hjá Jesusi er at fólk skulu skilja líknilsini og sostatt fáa sannleikan. „Eingin, ið tendrar ljós, fjalir tað undir ílati ella setur tað undir song;“ sigur Jesus, „nei, hann setur tað í ljósastaka.“ Hann leggur aftrat: „Síggið tí til, hvussu tit hoyra!“
Signaðir við meiri frálæru
Tá Jesus hevur greitt lærisveinunum frá líknilsinum um sáðmannin, vilja teir vita meir. „Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!“ biðja teir.
Lærisveinarnir hugsa sanniliga nógv øðrvísi enn mannamúgvan á strondini, sum ikki veruliga leggur í at fata líknilsini. Tey eru nøgd við bara at fáa eitt leysligt innlit. Munurin ímillum teir forvitnu lærisveinarnar sum eru komnir til húsið at hitta Jesus, og hinar áhoyrararnar á strondini, fær Jesus at siga:
„Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið.“ Tað sum lærisveinarnir „mála“ Jesusi er sannan áhuga og ans; tí signar hann teir við meiri frálæru. Sum svar á bøn teirra sigur Jesus:
„Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er Menniskjasonurin; veltan er heimurin, hitt góða sáðið er børn ríkisins; men illgrasið er børn hins ónda; fíggindin, ið sáaði tað, er Djevulin; heystið er endi tíðarinnar; teir, ið skera akurin, eru einglar.“
Eftir at hava greitt frá hvønn týdning tað ymiska í líknilsinum hevur, lýsir Jesus avleiðingarnar. Tá heimsskipanin endar, sigur hann, skulu „teir, ið skera akurin“, ella einglarnir, skilja følsk kristin, illgras, frá sonnum kristnum, ’børnum ríkisins’. „Børn hins ónda“ verða tá vígd týningini, meðan Guds ríkis børn, „hini rættvísu“, skulu skína bjart í ríki Faðirs síns.
Jesus signar nú sínar forvitnu lærisveinar við trimum líknilsum aftrat. Fyrst sigur hann: „Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.“
„Uppaftur,“ heldur hann fram, „er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum. Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana.“
Jesus sjálvur er sum maðurin ið finnur ein fjaldan skatt og keypmaðurin ið finnur eina dýrabara perlu. Hann „seldi alt, ið hann átti“ tá hann segði ta ærumiklu støðuna í himli frá sær og gjørdist menniskja. Síðan, sum menniskja á jørðini, tolir hann spott og hatska mótstøðu, og vísir seg sostatt verdan at ráða í Guds ríki.
Hetta er ein avbjóðing til Jesu lærisveinar um eisini at selja alt fyri at fáa ta stóru lønina antin at ráða saman við Kristusi, ella at gerast hansara tegnur á jørðini. Meta vit tað at fáa lut í Guds ríki størri enn nakað annað í lívinum, sum ein ómetaligan dýrgrip ella eina dýrabara perlu?
At enda líknar Jesus „ríki Himmiríkis“ við nót ið savnar fisk av øllum sløgum. Fiskurin verður skildur sundur — hinir ónýtiligu verða blakaðir út meðan hinir góðu verða savnaðir saman. Soleiðis, sigur Jesus, verður tá henda heimsskipanin endar; einglarnir skulu skilja hini óndu frá hinum rættvísu, og hini óndu verða gjørd til einkis.
Jesus byrjar sjálvur fiskiskapin tá hann ger fyrstu lærisveinar sínar til „menniskjafiskimenn“. Einglarnir standa fyri arbeiðinum sum heldur á upp gjøgnum øldirnar. At enda kemur tíðin tá ’nótin’ — felagsskapirnir á jørðini sum siga seg vera kristnar — skal hálast upp á land.
Hin ónýtiligi fiskurin verður gjørdur til einkis, men vit kunnu vera uppi í tí ’góða fiskinum’ sum verður varðveittur. Ynskja vit veruliga at fáa størri vitan og fatan, sum lærisveinarnir hjá Jesusi, verða vit ikki einans signað við meiri frálæru, men eisini við ævigum lívi. Matteus 13:1-52; Markus 4:1-34; Lukas 8:4-18; Sálmur 78:2; Esaias 6:9, 10.
▪ Nær og hvar talaði Jesus til mannamúgvuna í líknilsum?
▪ Hvørji fimm líknilsi sigur Jesus mannamúgvuni?
▪ Hví sigur Jesus at sinopskornið er minsta fræ av øllum?
▪ Hví talar Jesus í líknilsum?
▪ Hvussu vísa Jesu lærisveinar seg at vera øðrvísi enn mannamúgvan?
▪ Hvussu greiðir Jesus frá líknilsinum um sáðmannin?
▪ Hvør munur er á lærisveinunum og fólkunum á strondini?
▪ Hvønn ella hvat lýsir sáðmaðurin, veltan, hitt góða sáðið, fíggindin, heystið, og akurskurðarfólkini?
▪ Hvørji trý líknilsi ber Jesus fram aftaná, og hvat læra tey okkum?