Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Frálæra um fyrigeving

Frálæra um fyrigeving

Kapittul 64

Frálæra um fyrigeving

JESUS er helst enn staddur í húsinum í Kapernaum saman við lærisveinum sínum. Hann hevur tosað við teir um hvat eigur at verða gjørt tá ósemjur stinga seg upp millum brøður. Tí spyr Pætur: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær?“ Av tí at jødiskir átrúnaðarligir lærarar mæla til at fyrigivið verður inntil tríggjar ferðir, man Pætur ikki halda seg vera smáligan tá hann skjýtur upp: „So mikið sum sjey ferðir?“

Men øll hugsanin um at føra roknskap við slíkum er skeiv. Tí rættleiðir Jesus hann: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.“ Hann vísir at einki mark eigur at vera fyri hvussu ofta Pætur fyrigevur bróður sínum.

Fyri at leggja lærisveinunum eina við at vera fyrigevandi, ber Jesus nú fram eitt líknilsi. Tað er um kong sum vil gera upp roknskapin við tænarar sínar. Ein tænari sum skyldar honum eina veldiga upphædd, 60.000.000 denarar, verður førdur fram fyri hann. Men tað er tænaranum heilt ógjørligt at gjalda so stóra skuld. Tí gevur kongurin boð um at hann og kona og børn hansara skulu seljast og skuldin gjaldast.

Tá ið tænarin hoyrir hetta, blakar hann seg niður fyri føtur harra síns og bønar hann: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!“

Konginum tykir synd í tænaranum og gevur honum í miskunn alla ta ómetaliga stóru skuldina eftir. Men valla hevur hann gjørt tað, heldur Jesus fram, fyrr enn hesin tænarin fer og hittir ein samtænara sín ið skyldar honum 100 denarar. Hann tekur um kvørkrarnar á samtænaranum og sigur meðan hann er um at kvala hann: „Rinda tað, ið tú skyldar!“

Men maðurin hevur ikki upphæddina, hann tveitir seg fyri føtur tænarans og bønar: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!“ Ólíkur harra sínum er tænarin ikki miskunnsamur, hann letur samtænara sín seta fastan.

Hinir tænararnir sum hava sæð tilgongdina, fara og greiða harranum frá tí. Í øðini sendir harrin boð eftir tænaranum. „Óndi tænari tín! Alla hasa skuld gav eg tær eftir, tí tú baðst meg. Sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaði tær!“ Harri hansara er illur nú og letur bøðlunum hann í hendur, inntil hann rindar alt.

Og at enda sigur Jesus: „Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum.“

Ein framúrskarandi frálæra um fyrigeving! Samanborið við ta stóru syndaskuld Gud hevur fyrigivið okkum, er eitt og hvørt misbrot ein kristin bróðir ger móti okkum, evarska lítið. Og síðan hevur Jehova Gud fyrigivið okkum fleiri túsund ferðir. Ofta ansa vit als ikki eftir at vit hava syndað. Kunnu vit tá ikki bert fáar ferðir fyrigeva bróður okkara? Minst til at Gud, sum Jesus segði, ’fyrigevur okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara’. Matteus 18:21-35; 6:12; Kolossebrævið 3:13.

▪ Hvat fær Pætur at spyrja hvussu ofta ein eigur at fyrigeva bróður sínum, og hví heldur hann seg kanska ikki vera smáligan tá hann skjýtur upp, sjey ferðir?

▪ Hvør munur er á svarinum kongurin gevur tænaranum sum biður um miskunn og svarinum tænarin gevur á bøn samtænarans?

▪ Hvat lærir myndatala Jesusar okkum?