Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Frálæran heldur fram sjeynda dagin

Frálæran heldur fram sjeynda dagin

Kapittul 68

Frálæran heldur fram sjeynda dagin

HETTA er enn sjeyndi og seinasti dagurin í leyvsalahøgtíðini. Jesus lærir nú tætt við tempulkistlarnar, har fólk koma við gávum. Tað er helst tað staðið á tempuløkinum sum verður nevnt kvinnuforgarðurin.

Hvørja nátt í leyvsalahøgtíðini brennur á hesum stað eitt serligt høgtíðarljós. Her standa fýra risastórir lampustakar, hvør teirra við fýra stórum oljufyltum skálum. Ljósið frá hesum lampunum, sum brennur frá teimum sekstan oljuskálunum, er so bjart at tað sæst langar leiðir. Jesus sigur nú nakað sum kanska fær áhoyrararnar at hugsa um hetta. „Eg eri ljós heimsins;“ sigur hann. „Tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“

Fariseararnir mótmæla: „Tú vitnar um Teg sjálvan; vitnisburður Tín er ikki sannur!“

Sum svar sigur Jesus: „Um so Eg vitni um Meg sjálvan, er vitnisburður Mín sannur; tí Eg veit, hvaðani Eg eri komin, og hvar Eg fari; men tit vita ikki, hvaðani Eg eri komin, og hvar Eg fari.“ Hann leggur aftrat: „Her vitni nú Eg um Meg sjálvan, og Faðirin, sum sendi Meg, vitnar um Meg.“

„Hvar er Faðir Tín?“ vilja fariseararnir vita.

„Tit kenna hvørki Meg ella Faðir Mín;“ svarar Jesus, „kendu tit Meg, kendu tit Faðir Mín við.“ Hóast fariseararnir enn vilja hava Jesus handtiknan, leggur eingin hond á hann.

„Eg fari burtur,“ sigur Jesus aftur. „Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma.“

Hetta fær jødarnar at undrast og siga: „Man Hann ætla at forkoma Sær, síðani Hann sigur: „Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma“?“

„Tit eru niðanfrá,“ greiðir Jesus frá, „Eg eri omanfrá; tit eru av hesum heimi, Eg eri ikki av hesum heimi.“ So leggur hann aftrat: „Trúgva tit ikki, at tað eri Eg, skulu tit doyggja í syndum tykkara.“

Jesus talar sjálvandi um tilveru sína áðrenn hann gjørdist menniskja og um at hann er hin lovaði Messias, Kristus. Kortini spyrja teir, og ivaleyst hoyrist á málinum at teir vanvirða hann: „Hvør ert Tú?“

Tí teir ikki vilja vita av honum sigur Jesus: „Júst tað, sum Eg sigi tykkum.“ Kortini heldur hann fram: „Hann, ið sendi Meg, er sannorðaður, og tað, sum Eg havi hoyrt av Honum, tali Eg til heimin.“ Og hann leggur aftrat: „Táið tit fáa lyft Menniskjasonin upp, skulu tit skilja, at tað eri Eg, og at Eg geri einki av Mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum Faðir Mín hevur lært Meg. Og Hann, sum sendi Meg, er við Mær; Hann hevur ikki latið Meg einsamallan, tí Eg geri altíð tað, sum Honum líkar.“

Meðan Jesus sigur hetta koma nógv til trúgv á hann. Við tey sigur hann: „Verða tit í orðum Mínum, eru tit av sonnum lærisveinar Mínir; og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“

Nú bróta mótstøðumenn hann av: „Vit eru ætt Ábrahams og hava aldri verið trælir nakars mans; hvussu kanst Tú tá siga: „Tit skulu verða fríir!““

Jødarnir hava ofta verið undir fremmandum valdi, og kortini vilja teir ikki viðurkenna at nakar er harri teirra. Teir vilja ikki nevnast trælir. Men Jesus vísir at teir í roynd og veru eru trælir. Á hvønn hátt? Jesus svarar: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar.“

Nokta jødarnir at teir eru trælir syndarinnar, seta teir seg sjálvan í eina vandamikla støðu. „Trælurin verður ikki verandi í húsinum allar ævir,“ greiðir Jesus frá, „men Sonurin verður verandi har allar ævir.“ Ein trælur hevur ikki arvarætt og kann tí til eina og hvørja tíð verða sendur burtur. Bara tann sum er føddur ella ættleiddur inn í húskið verður verandi har „allar ævir“, tað vil siga so leingi sum hann livir.

„Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.“ Sannleikin sum ger menniskju frí er altso sannleikin um Sonin, Jesus Kristus. Bert við offurvirðinum av hansara fullkomna mannalívi kann ein gerast fríur av syndini sum er deyðilig. Jóhannes 8:12-36.

▪ Hvar lærir Jesus sjeynda dagin? Hvat hendir har um náttina, og hvussu hevur tað samband við læru Jesusar?

▪ Hvat sigur Jesus um uppruna sín? Og hvør er hann sostatt?

▪ Á hvønn hátt eru jødarnir trælir, men hvør sannleiki skal gera teir fríar?