Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fyri Sanhedrinið og til Pilatus

Fyri Sanhedrinið og til Pilatus

Kapittul 121

Fyri Sanhedrinið og til Pilatus

NÁTTIN er skjótt liðin. Pætur hevur avnoktað Jesus triðju ferð, og limirnir í Sanhedrininum hava endað sítt eiti av sakarmáli og eru farnir hvør til sítt. Men longu í lýsingini fríggjamorgunin hittast teir aftur, hesa ferð í sanhedrinhøllini. Teir ætla helst at geva náttarsakarmálinum eitt ávíst lógligt yvirbragd. Tá Jesus verður førdur fram fyri teir, siga teir eins og teir gjørdu um náttina: „Ert Tú Kristus, so sig okkum tað!“

„Um Eg sigi tykkum tað, trúgva tit tí ikki,“ svarar Jesus, „og um Eg spyrji, svara tit ikki!“ Men Jesus smæðist ikki fyri at siga hvør hann er: „Men hereftir skal Menniskjasonurin sita við høgru hond kraftar Guds.“

„Ert Tú tá Sonur Guds?“ vilja teir allir vita.

„Tit siga tað; Eg eri tað,“ svarar Jesus.

Teir drápshugaðu menninir eru nøgdir við svarið. Teir meta tað sum gudsspottan. „Hvat nýtist okkum longur vitnisburð! Nú hava vit jú sjálvir hoyrt tað av Hansara egna munni!“ Teir binda so Jesus, leiða hann burtur og geva tí rómverska landshøvdinganum Pontiusi Pilatusi hann upp í hendur.

Judas, sum sveik Jesus, hevur fylgt við rættargongdini. Tá hann sær teir døma Jesus sekan, iðrar hann seg. Hann fer til teir hægstu prestarnar og hinar elstu við teimum 30 silvurpengunum og greiðir frá: „Eg havi syndað, táið eg sveik sakleyst blóð.“

„Hvat kemur tað okkum við! Síggj tú til tað!“ svara teir kensluleysir. Judas blakar so silvurpengarnar inn í templið og fer avstað og roynir at heingja seg. Men greinin sum hann hevur gjørt reipið fast í, brotnar eftir øllum at døma og likam hansara dettur oman og spreingist móti klettunum.

Teir hægstu prestarnir vita ikki rættiliga hvat teir skulu gera við silvurpengarnar. „Ikki er lógligt at leggja teir í tempulkistuna, tí tað er blóðpeningur,“ siga teir. Teir halda ráð og gera so av at keypa jørð leirkerasmiðsins fyri pengarnar og gera hana til gravstað hjá fremmandum. Jørðin verður tí nevnd „Blóðjørð“.

Tað er enn tíðliga á morgni tá Jesus verður leiddur til borg landshøvdingans. Men jødarnir sum fylgja honum vilja ikki fara inn við, tí teir halda at slíkt felag við heidningar kann gera teir óreinar. Pilatus kemur teimum tí fyrikomandi á møti. „Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?“ spyr hann.

„Var Hann ikki illgerðarmaður, høvdu vit ikki givið Hann upp til tín!“ svara teir.

Pilatus vil helst ikki leggja seg út í nakað og sigur: „Takið tit Hann og dømið Hann eftir lóg tykkara!“

Jødarnir avdúka morðhug sín tá teir siga: „Vit hava ongan rætt at taka av døgum!“ Nei, tí drópu teir Jesus um páskirnar hevði tað uttan iva ført til almennan uppreistur, tí nógv hava stóra virðing fyri Jesusi. Men kunnu teir fáa rómverjar at taka hann av døgum fyri okkurt politiskt misbrot, so kunnu teir fyri fólkinum sleppa sær undan allari ábyrgd.

Uttan við einum orði at nevna at teir hava hildið rættargongd um náttina og dømt Jesus fyri gudsspottan, koma trúarleiðararnir nú fram við ymiskum ákærum. Teir reisa ákæru móti honum á trimum økjum: „Vit hava funnið, at hesin [1] villleiðir fólk okkara, [2] forbýður at lata skatt til keisaran og [3] sigur Seg sjálvan vera Kristus, kong!“

Seinasta ákæran, at Jesus sigur seg vera kong, er tann Pilatus gevur sær far um. Hann fer tí inn í borgina aftur, kallar Jesus til sín og spyr: „Ert Tú kongur Jødanna?“ Hevur tú við øðrum orðum brotið lógina og gjørt teg til kong í keisarans stað?

Jesus vil fegin vita hvussu nógv Pilatus longu hevur hoyrt um hann og spyr tí: „Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um Meg?“

Pilatus viðgongur at hann ikki kennir Jesus men fegin vil hava greiði á málinum: „Eri eg Jødi!“ sigur hann. „Fólk Títt og høvuðsprestarnir hava givið Teg upp til mín; hvat hevur Tú gjørt?“

Jesus roynir als ikki at fjala út yvir at hann er kongur. Pilatus verður uttan iva bilsin av svarinum hann nú kemur við. Lukas 22:66–23:3; Matteus 27:1-11; Markus 15:1; Jóhannes 18:28-35; Ápostlasøgan 1:16-20.

▪ Hví kemur Sanhedrinið saman aftur um morgunin?

▪ Hvussu doyr Judas, og hvat verður gjørt við teir 30 silvurpengarnar?

▪ Hví vilja jødarnir hava rómverjar at drepa Jesus, í staðin fyri at gera tað sjálvir?

▪ Hvat ákæra jødarnir Jesus fyri?