Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fyrireikar ápostlarnar til burturferð sína

Fyrireikar ápostlarnar til burturferð sína

Kapittul 116

Fyrireikar ápostlarnar til burturferð sína

MINNINGARHØGTÍÐIN er av, men Jesus og ápostlar hansara eru enn í rúminum í erva. Hóast Jesus skjótt skal fara frá teimum, hevur hann enn nógv at siga. „Hjarta tykkara óttist ikki!“ uggar hann. „Tit trúgva á Gud.“ Men hann leggur aftrat: „Trúgvið á Meg við!“

„Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir,“ heldur Jesus fram. „Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. . . . so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri. Og hagar sum Eg fari, vita tit vegin.“ Ápostlarnir fata ikki at Jesus talar um himmalin, og tí spyr Tummas: „Harri, vit vita ikki, hvar Tú fert, og hvussu kunnu vit vita vegin!“

„Eg eri vegurin, sannleikin og lívið,“ svarar Jesus. Ja, einans við at viðurkenna Jesus og fylgja honum eftir kann nakar koma inn í hús Faðirsins í himli, tí Jesus sigur: „Eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“

„Harri, vís okkum Faðirin,“ biður Filip, „og tað er okkum nóg mikið!“ Filip vil eftir øllum at døma hava Jesus at vísa teimum eina sjón av Gudi, eins og tær sjónirnar Móses, Elias og Esaias fingu í forðum. Men tá samanum kemur hava ápostlarnir tað sum er nógv betri enn slíkar sjónir, sum Jesus viðmerkir: „So langa tíð havi Eg verið hjá tykkum, og tú kennir Meg ikki, Filip? Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin.“

Jesus endurspeglar persónleika Faðirs síns so fullkomiliga at tá ein er saman við honum og sær hann, er tað sum at síggja Faðirin. Men Jesus viðurkennir at Faðirin er størri enn Sonurin: „Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum.“ Av røttum letur Jesus Faðir sínum í himli alla æruna av undirvísing síni.

Ápostlarnir mugu av sonnum kenna seg upplívaðar at hoyra tað Jesus nú sigur: „Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri — og hann skal gera størri enn hesi.“ Jesus meinar ikki at lærisveinar hansara skulu hava størri gávur at gera undurverk enn hann. Nei, hann meinar at teir skulu halda fram at boða eitt longri tíðarskeið, um eitt størri øki, og fyri nógv fleiri menniskjum enn hann.

Jesus fer ikki at svíkja lærisveinarnar eftir burturferð sína. „Hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera,“ lovar hann, og sigur so: „Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir, Anda sannleikans.“ Seinni, eftir at Jesus er farin til himmals, úthellir hann heilaga andan, talsmannin ella hjálparan, yvir lærisveinar sínar.

Burturferð Jesusar er nær. Tí sigur hann: „Lítla stund aftrat, so sær heimurin Meg ikki longur.“ Jesus verður ein andaskapningur sum einki menniskja er ført fyri at síggja. Men aftur lovar hann sínum trúføstu ápostlum: „Tit síggja Meg; tí Eg livi, og tit skulu liva.“ Ja, Jesus skal ikki einans vísa seg fyri teimum í mannalíki eftir uppreisn sína, men í tøkum tíma skal hann eisini reisa teir upp til lív í himli saman við sær sum andaskapningar.

Jesus kunnger nú ta einføldu reglu: „Tann, ið hevur boð Míni — og heldur tey — er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum.“

Judas ápostul, hann sum eisini nevnist Taddeus, brýtur hann av: „Harri! Hvussu ber tað til, at Tú ætlar at opinbera Teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?“

„Um nakar elskar Meg,“ svarar Jesus, „heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann . . . Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni.“ Ólíkur hansara lýdnu lærisveinunum, heldur heimurin hánt um læru Kristusar. Teimum fer hann tí ikki at opinbera seg fyri.

Í tænastutíð síni á jørðini hevur Jesus lært ápostlar sínar mangt og hvat. Men hvussu skulu teir minnast alt tá teir, sjálvt nú, fata so lítið? Til alla lukku lovar Jesus: „Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.“

Jesus uggar teir aftur og sigur: „Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; . . . Hjarta tykkara óttist ikki.“ Ja, Jesus fer burtur, men hann greiðir frá: „Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg.“

Tíðin Jesus hevur eftir saman við teimum er stutt. „Nú fari Eg ikki at tala mikið við tykkum aftrat,“ sigur hann, „tí høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær.“ Satan Djevulin sum fór í Judas og fekk vald á honum, er høvdingi heimsins. Men eingin syndigur veikleiki er í Jesusi sum Satan kann spæla upp á, so hann gevst at tæna Gudi.

Tætta sambandið millum Jesus og ápostlarnar

Eftir minningarmáltíðina hevur Jesus upplívað ápostlar sínar í eini samrøðu sum hevur verið bersøgin og óformlig. Nú man vera komið um midnátt. Jesus sigur tí: „Reisist, latið okkum fara hiðani!“ Men av kærleika sigur Jesus teimum kortini eitt hugvekjandi líknilsi áðrenn teir fara.

„Eg eri hitt sanna víntræið, og Faðir Mín er víngarðsmaðurin,“ byrjar hann. Hin stóri Víngarðsmaðurin, Jehova Gud, plantaði hetta ímyndarliga víntræið tá hann salvaði Jesus við heilagum anda tá hann varð doyptur á heysti ár 29. Jesus heldur fram og vísir at víntræið ímyndar meir enn hann sjálvan; hann sigur: „Hvørja grein á Mær, sum ikki ber ávøkst, tekur Hann burtur, og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar Hann, so hon skal bera meiri ávøkst. . . . Eins og greinin kann ikki bera ávøkst av sær sjálvari, men bert, táið hon verður verandi á víntrænum, so kunnu tit tað heldur ikki, uttan tit verða verandi í Mær. Eg eri víntræið, tit eru greinarnar.“

Á hvítusunnudegnum, 51 dagar seinni, gerast ápostlarnir og onnur greinar á víntrænum tá heilagi andin verður útheltur yvir tey. At enda skulu 144.000 verða greinar á hesum ímyndarliga víntrænum. Saman við bulinum á víntrænum, Jesusi Kristi, eru tey eitt ímyndarligt víntræ sum ber Guds ríkis ávøkst.

Jesus greiðir frá tí sum skal til fyri at bera ávøkst: „Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera.“ Um ein persónur ikki ber ávøkst, sigur Jesus at hann „verður kastaður út sum grein og følnar; tær verða sankaðar saman og kastaðar í eldin og brenna“. Hinvegin lovar Jesus: „Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað.“

Jesus heldur áfram við ápostlar sínar: „Í tí verður Faðir Mín dýrmætur, at tit bera nógvan ávøkst og verða lærisveinar Mínir.“ Ávøkstin Gud vil hava greinarnar at bera, er at tær sýna eginleikar sum teir ið eyðkendu Kristus, serstakliga kærleika. Og av tí at Kristus boðaði Guds ríki, er ávøkstin eisini at gera lærisveinar, eins og hann gjørdi.

„Verðið í kærleika Mínum!“ áminnir Jesus. Hvussu kunnu ápostlarnir tað? „Halda tit boð Míni,“ sigur hann, „verða tit verandi í kærleika Mínum.“ Hann sigur eisini: „Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum. Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.“

Fáar tímar seinni skal Jesus sjálvur sýna henda framúrskarandi kærleikan við at geva lív sítt fyri ápostlar sínar, og fyri øll onnur ið vilja trúgva á hann. Hansara fyridømi skuldi fingið lærisveinar hansara at sýnt hvør øðrum tann sama sjálvsoffrandi kærleikan. Hesin kærleikin skal eyðkenna teir, sum Jesus fyrr hevur sagt: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“

Jesus vísir hvørjir ið eru vinir hansara við orðunum: „Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir. Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.“

Hugsa tær — at vera ein nærur vinur hjá Jesusi! Men fyri at varðveita hetta dýrabara vinalag mugu lærisveinar hansara áhaldandi „bera ávøkst“. Gera teir tað, sigur Jesus, ’so skal Faðirin geva teimum alt, sum teir biðja hann um í Jesu navni’. Stór løn fyri at bera Ríkisins ávøkst! Eftir enn eina ferð at hava ámint ápostlarnar um at „elska hvør annan“, sigur Jesus at heimurin fer at hata teir. Men hann uggar: „Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.“ Jesus sigur so hví heimurin hatar teir: „Við tað at tit eru ikki av heiminum — nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum — tí hatar heimurin tykkum.“

Jesus greiðir nærri frá orsøkini til at heimurin hatar teir, og heldur fram: „Alt hetta fara tey at gera við tykkum fyri navns Míns skuld — tí tey kenna ikki Hann [Jehova Gud], sum hevur sent Meg.“ Jesu undurverk dómfella í veruleikanum tey sum hata hann, tí hann sigur: „Hevði Eg ikki gjørt tey verk millum teirra, sum eingin annar hevur gjørt, høvdu tey ikki synd; men nú hava tey sæð tey og tó hatað bæði Meg og Faðir Mín.“ Sum Jesus sigur er skriftorðið sostatt gingið út: „Tey hataðu Meg við ongari grund.“

Sum hann gjørdi áður, uggar Jesus teir nú aftur tá hann lovar at senda teimum hjálparan, heilaga andan, sum er Guds mektiga, virksama kraft. „Hann skal vitna um Meg. Og eisini tit skulu vitna.“

Fleiri áminningar áðrenn teir skiljast

Tað er um tað mundið tá Jesus og ápostlarnir skulu fara úr rúminum í erva. „Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at einki skal verða tykkum til ástoyt,“ heldur hann fram. So kemur hann við eini álvarsamari ávaring: „Teir skulu koyra tykkum úr sýnagogunum, ja, tann tíð skal koma, táið hvør tann, ið drepur tykkum, fer at halda seg dýrka Gud við tí.“

Sum tað skilst eru ápostlarnir sera illa við av ávaringini. Jesus hevur áður sagt at heimurin skuldi hata teir, men ongantíð hevur hann kortini bart út sagt, at teir skulu verða dripnir. „Hetta segði Eg tykkum ikki frá upphavi,“ greiðir Jesus frá, „tí Eg var hjá tykkum.“ Gott at hann fyrireikar teir til hetta áðrenn hann fer frá teimum!

„Nú,“ leggur Jesus aftrat, „fari Eg burtur til Hansara, sum hevur sent Meg, og eingin av tykkum spyr Meg: „Hvar fert Tú?““ Fyrr á kvøldi spurdu ápostlarnir Jesus hvar hann fór, men nú eru teir so uppskakaðir av tí hann hevur sagt at teir ikki spyrja meir. Sum Jesus sigur: „Men hjarta tykkara er vorðið fult av sorg, tí Eg havi talað hetta til tykkara.“ Ápostlarnir syrgja ikki bert tí teir hava frætt at teir skulu verða illa viðfarnir og dripnir, men eisini tí Harri teirra fer frá teimum.

Jesus greiðir tí frá: „Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann.“ Sum menniskja fær Jesus bara verið einastaðni í senn, men staddur í himli fær hann sent lærisveinum sínum hjálparan, Guds heilaga anda, hvar teir so eru á jørðini. Tí er tað gagnligt at Jesus fer burtur.

Heilagi andin, sigur Jesus, skal „sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm“. Heimsins synd, at hann ikki trúði á son Guds, verður avdúkað. Hartil koma sannførandi vitnisburðir um at Jesus er rættvísur tá hann verður tikin upp til Faðirin. Og at tað ikki eydnaðist Satani og hansara ónda heimi at bróta falsloysi Jesusar, er sannførandi vitnisburður um at høvdingin í hesum heimi er dómfeldur.

„Eg havi nógv at siga tykkum enn,“ heldur Jesus fram, „men tit fáa ikki borið tað nú.“ Tí lovar Jesus at tá hann úthellir heilaga andan, sum er Guds virksama kraft, yvir teir, skal hann geva teimum skil á hesum so hvørt sum teir eru førir fyri at fata tað.

Ápostlarnir skilja serstakliga illa at Jesus skal doyggja og síðan vísa seg fyri teimum eftir at hann er risin upp. So teir spyrja hvør annan: „Hvat er hetta, Hann sigur við okkum: „Lítla stund, so síggja tit Meg ikki, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg“, og: „Eg fari til Faðirin“?“

Jesus veit at ápostlarnir ætla at spyrja hann, og greiðir tí frá: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit skulu gráta og vena tykkum, men heimurin skal gleðast; tit skulu hava sorg, men sorg tykkara skal vendast í gleði.“ Seinnapartin á degi tá Jesus verður dripin, gleðast trúarleiðararnir meðan Jesu lærisveinar syrgja. Men sorg teirra skal vendast til gleði tá Jesus rísur upp! Og gleðin stendur við tá hann á Hvítusunnu úthellir Guds anda yvir teir so teir fáa kraft at vera vitni hansara!

Jesus samanber støðuna hjá ápostlunum við kvinnu sum hevur føðingarverkir, hann sigur: „Táið kvinnan eigur, hevur hon sorg, tí tími hennara er komin.“ Hann vísir tó á at so títt og knapt barnið er átt, minnist kvinnan ikki longur til trongdirnar, og hann gevur ápostlunum áræði við orðunum: „Soleiðis hava eisini tit nú sorg, men Eg skal síggja tykkum aftur [táið eg eri risin upp], og hjarta tykkara skal gleðast, og eingin tekur gleði tykkara frá tykkum.“

Higartil hava lærisveinarnir ikki biðið í Jesu navni. Men nú sigur Jesus: „Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum. . . . tí Faðirin elskar tykkum sjálvur, aftur fyri at tit hava elskað Meg og trúð, at Eg eri gingin út frá Gudi. Eg gekk út frá Faðirinum og eri komin í heimin; Eg fari úr aftur heiminum og fari til Faðirin.“

Ápostlarnir kenna seg sera upplívaðar av orðum Jesusar. „Tí trúgva vit, at Tú ert gingin út frá Gudi,“ siga teir. „Nú trúgva tit!“ sigur Jesus. „Men tann stund kemur — og hon er komin — táið tit skulu verða spjaddir hvør til sítt og lata Meg einsamallan.“ So løgið tað ljóðar hendir hetta áðrenn náttin er komin at enda!

„Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær.“ At enda sigur Jesus: „Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir — Eg havi sigrað yvir heiminum!“ Jesus hevur sigrað yvir heiminum við trúfastur at gera Guds vilja, hóast Satan og hansara heimur hava roynt at bróta niður falsloysi hansara.

Seinasta bønin í rúminum í erva

Av inniligum kærleika til ápostlar sínar hevur Jesus fyrireikað teir til burturferð sína sum er í hondum. Nú eftir at hann væl og virðiliga hevur ámint og uggað teir, lyftir hann eygu síni móti himli og biður til Faðir sín: „Ger Son Tín dýrmætan, fyri at Sonur Tín kann gera Teg dýrmætan, eins og Tú hevur givið Honum vald yvir øllum holdi, so Hann skal geva øllum teimum ævigt lív, sum Tú hevur givið Honum!“

Av sonnum eitt hugtakandi evni — ævigt lív! Jesus hevur fingið „vald yvir øllum holdi“ og kann tí nýta offrið hann gav sum loysigjald til gagn fyri alla ta doyggjandi mannaættina. Men hann gevur bert teimum „ævigt lív“ sum Faðirin góðkennir. Hann sigur meir um hetta evnið í bøn síni:

„Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ Ja, frelsan er treytað av at vit læra bæði Gud og son hansara at kenna. Men kunnskapur er ikki nóg mikið.

Fólk mugu koma at kenna Gud og Jesus væl, og menna eitt skilagott vinalag við teir. Tey mugu føla og hugsa sum teir. Og fram um alt mugu tey leggja sær eina við at taka eftir framúrskarandi eginleikunum hjá Gudi og Jesusi í samveruni við onnur menniskju.

Síðan biður Jesus: „Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.“ Jesus hevur higartil fullført tað sum honum er litið til og veit at hann eisini framyvir fer at gera tað, tí biður hann: „Faðir, ger Tú nú Meg dýrmætan hjá Tær við dýrdini, ið Eg hevði hjá Tær, áðrenn heimurin var til!“ Ja, hann biður um at rísa upp og fáa ta himmalsku dýrdina aftur sum hann hevði frammanundan.

Jesus ger nú ein samandrátt av høvuðsuppgávu síni á jørðini: „Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey, og tey hava hildið orð Títt.“ Jesus nýtti Guds navn, Jehova, í tænastu síni og frambar tað rætt, men hann gjørdi eisini meir fyri at opinbera Guds navn fyri ápostlunum. Hann gav teimum størri kunnleika um og fatan av Jehova, av persónleika hansara og av ætlanum hansara.

Jesus ásannar at Jehova er størri enn hann og viðgongur lítillátaður: „Orðini, ið Tú gavst Mær, havi Eg givið teimum, og tey hava tikið við teimum og kent av sonnum, at Eg eri gingin út frá Tær; tey hava trúð, at Tú hevur sent Meg.“

Jesus skilur ímillum lærisveinar sínar og mannaættina annars, tá hann biður: „Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær; . . . Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey . . . Eg vardi tey, og eingin av teimum fortaptist — uttan fortapingarsonurin,“ nevniliga Judas Iskariot. Í hesi løtuni er Judas farin sítt ódámliga ørindi at svíkja Jesus og veit ikki av at hann soleiðis uppfyllir Skriftirnar.

„Heimurin hevur hatað tey,“ heldur Jesus fram í bønini. „Eg biði ikki, at Tú skalt taka tey úr heiminum, men at Tú skalt varðveita tey frá illum. Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.“ Jesu lærisveinar eru í heiminum, tí samskipaða mannasamfelagnum sum Satan hevur ræði á, men teir mugu til eina og hvørja tíð skilja seg burtur frá heiminum og óndskapinum har.

„Halga tey í sannleikanum!“ heldur Jesus áfram. „Orð Títt er sannleiki.“ Her nevnir Jesus tær innblástu Hebraisku Skriftirnar, sum hann ferð eftir ferð hevur tikið upp eftir, ’sannleikan’. Men tað hann lærdi lærisveinar sínar og sum teir seinni skrivaðu undir innblástri, tær Kristnu Griksku Skriftirnar, eru eisini ’sannleikin’. Hesin sannleikin kann halga menniskju, broyta lív teirra fullkomiliga og skilja tey burtur frá heiminum.

Nú biður Jesus „ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á [hann]“. Jesus biður altso fyri teimum sum skulu gerast hansara salvaðu lærisveinar og fyri øðrum framtíðar lærisveinum sum skulu savnast í hitt ’eina fylgið’. Hvat biður hann um fyri øllum hesum?

„At tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær . . . at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt.“ Jesus og Faðir hansara eru ikki bókstavliga ein persónur, men teir eru samdir í øllum. Jesus biður um at sami einleikin má ráða millum lærisveinar hansara, „so heimurin skal sanna, at Tú hevur sent Meg og hevur elskað tey, sum Tú hevur elskað Meg“.

Vegna framtíðar salvaðu lærisveinar sínar biður Jesus nú himmalska Faðir sín um nakað: „Har sum Eg eri, skulu eisini tey, sum Tú hevur givið Mær, vera hjá Mær, fyri at tey skulu síggja dýrd Mína, sum tú hevur givið Mær; tí Tú hevur elskað Meg, áðrenn heimurin varð grundaður,“ altso áðrenn Ádam og Eva fingu avkom. Leingi áðrenn tað hevði Gud elskað einborna son sín, sum seinni varð Kristus.

At enda í bøn síni leggur Jesus aftur herðslu á: „Eg havi kunngjørt teimum navn Títt — og skal kunngera teimum tað, fyri at kærleikin, ið Tú hevur elskað Meg við, skal vera í teimum, og Eg í teimum.“ Ápostlarnir hava millum annað lært Guds navn at kenna við sjálvir at merkja Guds kærleika. Jóhannes 14:1–17:26; 13:27, 35, 36; 10:16; Lukas 22:3, 4; 2 Mósebók 24:10; 1 Kongabók 19:9-13; Esaias 6:1-5; Galatiabrævið 6:16; Sálmur 35:19; 69:5; Orðtøkini 8:22, 30.

▪ Hvar fer Jesus, og hvat svar fær Tummas í samband við vegin hagar?

▪ Hvat vil Filip helst hava Jesus at gera?

▪ Hví hevur tann ið hevur sæð Jesus eisini sæð Faðirin?

▪ Hvussu skulu Jesu lærisveinar gera størri verk enn hann?

▪ Á hvønn hátt hevur Satan einki vald á Jesusi?

▪ Nær plantaði Jehova hitt ímyndarliga víntræið? Nær og hvussu gerast onnur partar av víntrænum?

▪ Hvussu nógvar greinar verða at enda á tí ímyndarliga víntrænum?

▪ Hvønn ávøkst vil Gud hava greinarnar at bera?

▪ Hvussu kunnu vit gerast Jesu vinir?

▪ Hví hatar heimurin Jesu lærisveinar?

▪ Hvør ávaring órógvar ápostlarnar?

▪ Hví spyrja ápostlarnir ikki Jesus hvar hann fer?

▪ Hvat skilja ápostlarnir serstakliga illa?

▪ Við hvørjari mynd lýsir Jesus at sorg ápostlanna skal vendast til gleði?

▪ Hvat sigur Jesus at ápostlarnir skjótt fara at gera?

▪ Hvussu sigrar Jesus yvir heiminum?

▪ Á hvønn hátt fær Jesus „vald yvir øllum holdi“?

▪ Hvat merkir tað at læra Gud og son hansara at kenna?

▪ Hvussu kunnger Jesus navn Guds á ymiskan hátt?

▪ Hvat er ’sannleikin’, og hvussu kann hann „halga“ ein kristnan?

▪ Hvussu eru Gud, sonur hansara og allir sannir tilbiðjarar eitt?

▪ Nær varð „heimurin grundaður“?