Fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi
Kapittul 14
Fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi
EFTIR at hava verið 40 dagar í oyðimørkini, fer Jesus aftur til Jóhannes, sum doypti hann. Tá hann nærkast, peikar Jóhannes eftir øllum at døma á hann og sigur við tey ið eru hjá: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins! Hesin er tann, sum eg segði um: „Eftir meg kemur maður, sum er komin undan mær; tí Hann var, áðrenn eg.““ Hóast Jóhannes er eldri enn systkinabarnið Jesus, veit hann at Jesus livdi sum andaskapningur í himli áðrenn hann sjálvur var til.
Men fáar vikur frammanundan, tá Jesus kom at verða doyptur, visti Jóhannes helst ikki fyri vist at Jesus skuldi verða Messias. Hann ásannar: „Eg kendi Hann ikki, men fyri at Hann skuldi verða Ísrael opinberaður, eri eg komin og doypi í vatni.“
So sigur Jóhannes áhoyrarum sínum frá tí ið hendi tá hann doypti Jesus: „Eg havi sæð Andan dala niður av Himli sum dúvu, og Hann varð verandi yvir Honum. Eg kendi Hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa í vatni, segði við meg: „Tann, sum tú sært Andan dala niður yvir og verða verandi yvir, er tann, sum doypir í Heilaga Andanum.“ Og eg havi sæð tað, og eg havi vitnað, at hesin er Sonur Guds.“
Dagin eftir standa Jóhannes og tveir lærisveinar hansara saman har. Aftur sigur hann, tá Jesus kemur gangandi: „Hygg lamb Guds!“ Tá fara báðir lærisveinarnir hjá Jóhannesi Doypara at fylgja Jesusi. Annar er Andrias, og hin, sum eisini eitur Jóhannes, er eyðsýniliga tann sami sum hevur skrivað hetta. Okkurt bendir á at hesin Jóhannes eisini er systkinabarn við Jesus, við tað at hann tykist vera sonur Salomu, ið er systir Mariu.
Tá Jesus vendir sær á og sær Andrias og Jóhannes fylgja sær, spyr hann: „Hvat vilja tit?“
„Rabbi,“ spyrja teir, „hvar hevur Tú tilhald?“
„Komið og síggið!“ svarar Jesus.
Hetta er um fýratíðina seinnapartin, og Andrias og Jóhannes verða verandi hjá Jesusi henda dagin. Aftaná er Andrias so hugtikin at hann skundar sær út at finna bróður sín, ið eitur Pætur. „Vit hava funnið Messias,“ greiðir hann frá. Og hann leiðir Pætur til Jesus. Kanska finnur Jóhannes um somu tíð bróður sín Jákup og leiðir hann til Jesus, men sum tað er eyðkent fyri Jóhannes leypir hann hesa persónligu upplýsingina um í evangeliinum hjá sær.
Dagin eftir finnur Jesus Filip, sum er úr Betsaida eins og Pætur og Andrias. Hann sigur við hann: „Fylg Mær!“
Filip finnur so Natanael, sum eisini nevnist Bartolomeus, og sigur: „Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, son Jósef, úr Nazaret!“ Natanael ivast. „Kann nakað gott vera úr Nazaret?“ spyr hann.
„Kom og síggj!“ bønar Filip hann. Tá teir nærkast Jesusi, sigur Jesus um Natanael: „Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!“
„Hvaðani kennir Tú meg?“ spyr Natanael.
„Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg — meðan tú vart undir fikutrænum,“ svarar Jesus.
Natanael er bilsin. „Rabbi [sum merkir Lærari], Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!“ sigur hann.
„Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum?“ spyr Jesus. „Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!“ So lovar hann: „Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: Tit skulu fáa at síggja Himmalin opnan og einglar Guds stíga upp og fara niður yvir Menniskjasyninum!“
Stutt eftir hetta fer Jesus við lærisveinunum hann júst hevur fingið, úr Jordandalinum til Galilea. Jóhannes 1:29-51.
▪ Hvørjir eru fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi?
▪ Hvussu verða Pætur, og kanska Jákup, leiddir til Jesus?
▪ Hvussu verður Natanael sannførdur um at Jesus er sonur Guds?