Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Góðar gerðir á sabbatinum

Góðar gerðir á sabbatinum

Kapittul 29

Góðar gerðir á sabbatinum

HETTA er á vári ár 31. Nakrir fáir mánaðir eru farnir síðan Jesus tosaði við kvinnuna við brunnin í Samaria á ferð síni úr Judea til Galilea.

Eftir at hava lært í øllum Galilea fer Jesus nú aftur til Judea at prædika í sýnagogunum har. Samanborið við tann ans Bíblian gevur tænastu Jesusar í Galilea, fæst lítið at vita um virki hansara í Judea á hesi vitjanini og teir mánaðirnar hann var her eftir undanfarnu páskirnar. Tað tykist ikki sum boðan hansara verður líka væl móttikin í Judea sum í Galilea.

Skjótt er Jesus á veg til størsta býin í Judea, Jerúsalem, at halda páskirnar ár 31. Tætt við Seyðaportrið í Jerúsalem er ein hylur sum tey nevna Betesda, hagar koma nógv sjúk, blind og lamin. Tey trúgva at fólk kunnu verða grødd um tey fara niður í hylin tá vatnið órógvast.

Sabbatur er, og við hylin sær Jesus ein mann sum hevur verið sjúkur í 38 ár. Jesus veit at maðurin hevur verið sjúkur leingi og spyr: „Vilt tú verða frískur?“

Hann svarar Jesusi: „Harri, eg havi ongan, sum kann fáa meg niður í hylin, táið vatnið verður órógvað; og táið eg komi, fer eitt annað niðurí undan mær!“

Jesus sigur við hann: „Reis teg, tak song tína og gakk!“ Alt fyri eitt verður maðurin frískur, tekur song sína og fer til gongu!

Men tá jødarnir síggja mannin, siga teir: „Tað er sabbatur — tað er tær ikki loyviligt at bera songina!“

Maðurin svarar teimum: „Hann, sum gjørdi meg frískan, segði við meg: „Tak song tína og gakk!““

„Hvør var tann maður, sum segði við teg: „Tak song tína og gakk“?“ spyrja teir. Jesus hevði slept sær burtur vegna mannamúgvuna, og maðurin sum varð grøddur kendi ikki navnið á honum. Men seinni møtir hann Jesusi í templinum og fær at vita hvør grøddi hann.

Síðan fer maðurin til jødarnar og sigur teimum at tað er Jesus sum hevur gjørt hann frískan. Tá teir frætta tað fara teir at hitta Jesus. Hví? Vilja teir vita hvussu tað ber til at hann fær gjørt hesar undursomu gerðirnar? Nei. Fyri at finnast at honum tí hann ger hesar góðgerðir á sabbatinum. Og teir byrja eisini at forfylgja honum! Lukas 4:44; Jóhannes 5:1-16.

▪ Hvussu long tíð er liðin síðan Jesus seinast vitjaði Judea?

▪ Hví er hylurin Betesda so væl umtóktur?

▪ Hvat undur ger Jesus við hylin, og hvussu taka jødarnir tað upp?