Gestur hjá einum fariseara
Kapittul 83
Gestur hjá einum fariseara
JESUS er enn gestur hjá einum mætum fariseara, og hann hevur akkurát grøtt ein vatnsjúkan mann. Tá hann sær allar hinar gestirnar velja sær tey ovastu sætini við borðið, fer hann at læra teir nakað um eyðmjúkleika.
Hann sigur: „Táið tú verður boðin av onkrum í brúdleyp, set teg tá ikki ovastan við borðið! Tí ein mætari enn tú kann vera boðin; og hann, ið beyð tær og honum, kann tá koma og siga við teg: „Gev hesum rúm!“ — Og so kemur tú við skomm at sita niðastur.“
Jesus gevur tí hesi ráð: „Nei, táið tú verður boðin, far tá og set teg niðastan, so hann, ið beyð tær, kann siga við teg, táið hann kemur: „Vinur, set teg hægri upp!“ Tá verður tú ærdur í eygum alra teirra, sum sita til borðs við tær.“ Og Jesus tekur samanum: „Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“
Síðan vendir Jesus sær til farisearan sum hevur boðið honum og sigur hvørjar veitslur Gudi dámar: „Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag. Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum! Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við.“
At bjóða teimum sum eru illa fyri ber sostatt lukku við sær, tí sum Jesus greiðir verti sínum frá: „Tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.“ Orð Jesusar fáa ein gest at hugsa um máltíð av øðrum slag. „Sælur er tann, ið sleppur at sita til borðs í ríki Guds!“ sigur gesturin. Kortini virða ikki øll hesar lukkuligu framtíðarvónir, sum Jesus vísir í einum líknilsi.
„Maður var, sum gjørdi stóran nátturða og beyð mongum. Og hann sendi út tænara sín, um ta tíðina nátturðin skuldi verða, at siga við hinar bodnu: „Komið, tí nú er alt til reiðar!“ Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði við hann: „Eg havi keypt nakað av jørð og eri noyddur at fara út at hyggja at henni; eg biði teg — halt mær til góða!“ Ein annar segði: „Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari út at royna teir; eg biði teg — halt mær til góða!“ Uppaftur ein annar segði: „Eg havi tikið mær konu, og tí fái eg ikki komið.““
Vánaligar umberingar! Tað er vanligt at hyggja at húsdjórum og jørð áðrenn keypt verður, so ongar áneyðir skuldu verið at kannað tað aftaná. At maður akkurát var giftur skuldi heldur ikki forðað honum í at tikið av eini so týðandi innbjóðing. Tá harrin hoyrir umberingarnar verður hann tí illur og gevur tænaranum hesi boð:
„Far skjótt út á gøtur og stræti í býnum, og fá fátæk og kryplar, lamin og blind inn higar!“ Tænarin segði tá: „Harri! Tað, sum tú gavst boð um, er gjørt; og rúm er enn.“ Tá segði harrin við tænaran: „Far út á vegirnar og út at gørðunum og noyð tey at koma inn, so hús mítt kann verða fult! . . . eingin av hinum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka nátturða mín.““
Hvat lýsir myndatalan? Jú, „harrin“ sum gjørdi veitsluna er Jehova Gud; „tænarin“ sum fór at bjóða er Jesus Kristus; og ’hin stóri nátturðin’ ímyndar møguleikarnar at fáa lut í himlanna ríki.
Jødisku trúarleiðararnir á døgum Jesusar vóru millum teirra sum allarfyrst vórðu boðin at fáa lut í ríki Guds. Men teir tóku ikki av innbjóðingini. Serstakliga frá og við hvítusunnudegnum ár 33 varð ein onnur innbjóðing send út til eyðmjúk og vanvird fólk í jødisku tjóðini. Men ov fá vóru áhugað til at seta teir 144.000 sessirnar í himmalska ríki Guds. Ár 36, hálvtfjórða ár eftir hetta, gekk tí aftur út ein triðja og seinasta innbjóðing, hesa ferð til óumskornar ikki-jødar, og innsavningin av teimum hevur staðið við heilt til okkara tíð. Lukas 14:1-24.
▪ Hvussu lærdi Jesus fólk nakað um eyðmjúkleika?
▪ Hvussu kann ein vertur gera veitslu ið líkar Gudi, og hví ber tað honum lukku?
▪ Hví vóru umberingarnar hjá teimum innbodnu vánaligar?
▪ Hvat lýsir myndatala Jesusar um ’hin stóra nátturðan’?