Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Grátur vendist til fagnað

Grátur vendist til fagnað

Kapittul 47

Grátur vendist til fagnað

TÁ JAIRUS sær at kvinnan sum hevði blóðsótt verður grødd fær hann ivaleyst uppaftur størri álit á undurfullu megi Jesusar. Fyrr á degnum hevði hann biðið Jesus koma og hjálpa elskaðu tólv ára gomlu dóttrini sum lá fyri deyðanum. Men nú hendir tað Jairus stúrir mest fyri. Meðan Jesus enn tosar við kvinnuna koma nakrir menn; teir siga spakuliga við Jairus: „Dóttir tín er deyð; hví ómakar tú Meistaran longur!“

Eini ófrættaboð! Hann sum er so mikil maður í býnum veit sær onga hjálp nú dóttirin er deyð. Jesus hoyrir kortini tað ið verður sagt. Hann setir mót í Jairus við orðunum: „Óttast ikki, trúgv bert!“

Jesus fylgir tí sorgarbundna manninum heim til hús. Heimkomnir hoyra teir øgiligan gang av nógvum sum gráta og vena seg. Ein mongd av fólki er komin saman, og tey sláa seg sjálvi av sorg. Tá Jesus kemur inn spyr hann: „Hví gera tit óljóð og gráta? Barnið er ikki deytt, tað svevur!“

Fólk hoyra hetta og læa spottandi at Jesusi, tí tey vita jú at gentan er deyð. Men Jesus sigur at hon bara svevur. Við megi frá Gudi vil hann vísa at menniskju kunnu vekjast úr deyðanum líka lætt sum tey kunnu vekjast úr djúpum svøvni.

Jesus fær nú øll útum, uttan Pætur, Jákup, Jóhannes og móður og faðir at tí deyðu gentuni. Hesi fimm hevur hann so við sær inn hagar sum gentan liggur. Hann tekur í hond hennara og sigur: „Talita kumi!“ ið umsett merkir: „Genta, Eg sigi tær: Reis teg upp!“ Og við tað sama reisir gentan seg upp og fer at ganga! Foreldrini verða frá sær sjálvum av gleði.

Jesus biður foreldrini geva gentuni at eta, og sýtir teimum síðan at siga nøkrum frá tí sum er hent. Men hóast orð Jesusar spyrjast tíðindini allastaðni har um vegir. Hetta er aðru ferð Jesus vekur upp deyð. Matteus 9:18-26; Markus 5:35-43; Lukas 8:41-56.

▪ Hvørji boð fær Jairus, og hvussu fær Jesus hann at ernast aftur?

▪ Hvussu er støðan tá teir koma at húsum Jairusar?

▪ Hví sigur Jesus at barnið bara svevur?

▪ Hvørji fimm síggja Jesus vekja gentuna frá deyðum?