Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Grivin fríggjadag — sunnudag er grøvin tóm

Grivin fríggjadag — sunnudag er grøvin tóm

Kapittul 127

Grivin fríggjadag — sunnudag er grøvin tóm

LIÐIÐ er út á seinnapartin fríggjadag, og sabbatsdagurin, hin 15. nisan, byrjar um sólsetur. Likam Jesusar hongur lívleyst á pelanum, meðan ránsmenninir báðir undir liðini á honum framvegis eru á lívi. Fríggjadagurin nevnist ’tilreiðingardagur’ tí seinnapartin matgera fólk og gera tað arbeiðið liðugt, sum ikki kann bíða til eftir sabbatin.

Sabbaturin sum skjótt tekur við, er ikki einans vanligur sabbatur (sjeyndi dagur í viku) men dupultur ella „stórur“ sabbatur. Hvussu tá? Jú, aftrat tí at hin 15. nisan ár 33 er vanligur sabbatsdagur, er hann eisini fyrsti dagur í høgtíð hinna ósúrgaðu breyða (og hann er altíð sabbatsdagur, uttan mun til hvør vikudagurin annars er).

Sambært Guds lóg má einki lík verða hangandi á træi náttina at enda. Jødarnir biðja tí Pilatus síggja til at teir ið skulu avrættast doyggja sum skjótast við at beinini á teimum verða brotin. Tí bróta hermenninir beinini á teimum báðum ránsmonnunum. Men tá teir síggja at Jesus longu er deyður, bróta teir ikki bein hansara. Soleiðis gongur skriftin út, sum sigur: „Einki bein í Honum skal verða brotið.“

Men fyri at eingin skal ivast í at Jesu er deyður, stingur ein av hermonnunum eitt spjót í síðuna á honum. Spjótið fer ígjøgnum hjartaleiðina og við tað sama rennur blóð og vatn út. Jóhannes ápostul, sum er eygnavitni, sigur at hetta uppfyllir eitt annað skriftorð: „Tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum.“

Jósef úr býnum Arimatea, virdur limur í Sanhedrininum, er eisini hjástaddur við avrættingina. Hann hevur ongan lut í tí órættinum sum var Jesusi fyri undir sakarmálinum. Í veruleikanum er Jósef lærisveinur Jesusar, hóast hann ikki hevur torað at sagt frá tí. Men nú tekur hann mót til sín og fer til Pilatus og biður um likam Jesusar. Pilatus sendir boð eftir heryvirmanninum sum stendur við ábyrgdini, og tá yvirmaðurin hevur váttað at Jesus er deyður, verður líkið latið Jósefi.

Sum fyrireiking til gravarferðina tekur Jósef likam Jesusar og sveipar tað inn í reint, fínt línklæði. Nikodemus sum eisini er limur í Sanhedrininum, hjálpir honum. Nikodemus hevur heldur ikki játtað trúgv sína á Jesus av ótta fyri at missa embæti sítt. Men nú kemur hann við einari rullu við umleið eitt hundrað rómverskum pundum (33 kilo) av myrra og dýrari aloe. Jesu likam verður sveipað í bind við hesum angangi urtunum, sum vanligt er hjá jødum ið búgva lík til gravarferð.

Jósef eigur eina nýggja minnigrøv sum er høgd inn í klettin í urtagarðinum nær við, og har leggja teir nú likamið. At enda verður stórur steinur veltur fyri gravarmunnan. Teir hava skundað sær at gera likamið til reiðar so tað kundi verða grivið fyri sabbatin. Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups Yngra, sum kanska hava hjálpt teimum, skunda sær heim at gera fleiri angangi urtir og salvur til. Eftir sabbatin ætla tær so at viðgera likam Jesusar enn meir so tað kann varðveitast í longri tíð.

Dagin eftir, leygardag (sabbatin), savnast hægstu prestarnir og fariseararnir hjá Pilatusi og siga: „Harri! Okkum kemur í hug, at hasin villleiðari segði, meðan Hann enn livdi: „Eftir tríggjar dagar rísi Eg upp!“ Gev tí boð um, at væl skal haldast vakt yvir grøvini til triðja dagin, so lærisveinar Hansara koma ikki og stjala Hann og siga so fyri fólki, at Hann er risin upp frá hinum deyðu — og so seinna villleiðingin verður verri enn fyrra!“

„Har hava tit vakt!“ svarar Pilatus. „Farið avstað og haldið vakt yvir grøvini, sum best tit kunnu!“ Teir taka so og innsigla steinin fyri at tryggja grøvina og seta rómverskar hermenn at halda vakt.

Tíðliga sunnumorgunin fara Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, saman við Salomu, Jóhonnu og øðrum kvinnum út til grøvina at viðgera likam Jesusar við angandi urtum. Á vegnum siga tær hvør við aðra: „Hvør skal velta okkum steinin frá gravarmunnanum?“ Men tá tær koma hagar síggja tær at ein jarðskjálvti hevur verið og at eingil Jehova hevur velt steinin burt. Vaktin er horvin og grøvin er tóm! Matteus 27:57–28:2; Markus 15:42–16:4; Lukas 23:50–24:3, 10; Jóhannes 19:14, Jóh 19:31–20:1; Jóh 12:42; 3 Mósebók 23:5-7; 5 Mósebók 21:22, 23; Sálmur 34:21; Zakarias 12:10.

▪ Hví verður fríggjadagurin nevndur tilreiðingardagur, og hvat er ein „stórur“ sabbatur?

▪ Hvørji skriftorð ganga út í samband við likam Jesusar?

▪ Hvat gera Jósef og Nikodemus viðvíkjandi gravarferðini hjá Jesusi, og hvat samband hava teir við Jesus?

▪ Hvat biðja prestarnir Pilatus um, og hvussu svarar hann?

▪ Hvat hendir tíðliga sunnumorgunin?