Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hann boðar seinastu ferð í templinum

Hann boðar seinastu ferð í templinum

Kapittul 110

Hann boðar seinastu ferð í templinum

JESUS vísir seg seinastu ferð í templinum. Í roynd og veru endar hann almennu tænastu sína á jørðini, tá ið hendingarnar í samband við dóm og avrætting hansara tríggjar dagar seinni, eru undantiknar. Nú heldur hann fram at revsa hinar skriftlærdu og fariseararnar.

Tríggjar ferðir aftrat rópar hann: „Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara!“ Fyrst kunnger hann vei yvir teir tí teir „reinsa bikarið og fatið uttan, men innan eru tey full av ráni og grískleika“. Hann áminnir: „Ger fyrst bikarið og fatið reint innan, so tey kunnu verða rein uttan við!“

Síðan boðar hann vei yvir hinar skriftlærdu og fariseararnar tí teir innan eru fullir av rotinskapi sum teir royna at fjala undir frómleika sum er bert eiti. „Tit líkjast kálkaðum grøvum,“ sigur hann, „sum jú eru vakrar at síggja uttan, men eru fullar innan av deyðum beinum og allari óreinsku.“

Endaliga kemur hykl teirra í ljósmála tá teir fúsir byggja profetunum gravir og prýða tær fyri at gera vart við sínar egnu góðgerðir. Men, sum Jesus sigur, teir eru „børn teirra, sum drópu profetarnar“. Ja, støðan er avgjørt hættislig hjá tí ið vágar sær at avdúka hykl teirra!

Jesus heldur fram við strangastu fordømingini higartil: „Høggormar! Ormaavkom!“ sigur hann. „Hvussu kunnu tit flýggja undan Gehenna dómi?“ Gehenna er dalurin sum Jerúsalem nýtir til ruskpláss. Jesus sigur sostatt at hinir skriftlærdu og fariseararnir skulu líða æviga týning afturfyri sín ónda atburð.

Um teir sum verða sendir út at umboða hann, sigur Jesus: „Summar av teimum skulu tit drepa og krossfesta, og summar skulu tit húðfleingja í sýnagogum tykkara og elta teir úr einum býi í annan — fyri at tað skal koma yvir tykkum, alt hitt rættvísa blóð, ið úthelt er á jørðini, líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóð Zakariasar, sonar Barakiasar [Barakias verður í Seinnu Krønikubók nevndur Jójada], sum tit drópu millum templið og altarið. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt hetta skal koma yvir hesa ætt!“

Zakarias revsaði leiðarar Ísraels og tí „svóru [teir] seg saman ímóti honum og steinaðu hann — eftir boði kongsins — í forgarði húss [Jehova]“. Men, sum Jesus boðar frá, verður Ísrael kravt eftir øllum tí rættvísa blóði sum er úthelt. Tey gjalda 37 ár seinni, ár 70, tá rómverskir herar leggja Jerúsalem í oyði og meir enn ein millión jødar doyggja.

Jesus er forharmaður tá hann hugsar um ta ræðuligu støðuna. „Jerúsalem, Jerúsalem,“ rópar hann enn eina ferð. „Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. Hús tykkara skal latast tykkum oyðið!“

Jesus leggur so aftrat: „Frá hesi stund skulu tit ikki síggja Meg, fyrrenn tit siga: „Signaður veri Hann, sum kemur, í navni [Jehova]!““ Tað verður í hjáveru Kristusar tá hann kemur í sínum himmalska ríki og fólk síggja hann við trúarinnar eygum.

Jesus flytur seg nú so hann fær havt eyguni eftir tempulkistunum og teimum sum leggja pengar í tær. Hann sær hini ríku koma og leggja nógvar pengar í. Men so kemur eisini ein fátæk einkja og leggur tveir smápengar sum eru ógvuliga lítið verdir.

Jesus rópar lærisveinarnar til sín og sigur: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna.“ Teir munnu undrast á hvussu tað kann bera til. Jesus greiðir tí frá: „Tí tey løgdu øll av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína.“ Tá Jesus hevur sagt hetta fer hann út úr templinum seinastu ferð.

Lærisveinar hansara undrast á so stórt og vakurt templið er, og ein teirra sigur: „Meistari! Hygg, hetta eru steinar, og hetta eru bygningar!“ Steinarnir vóru sanniliga stórir, teir vóru, eftir tí sum sagt varð, ellivu metrar til longdar, góðar fimm metrar til breiddar og meir enn tríggjar metrar til hæddar!

„Sært tú hesar stóru bygningar!“ svarar Jesus. „Ikki skal steinur verða eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“

Eftir at hava sagt hetta fer Jesus um Kedrondalin niðan á Oljufjallið við ápostlum sínum. Hiðani síggja teir oman á tað stórfingna templið. Matteus 23:25–24:3, NV; Markus 12:41–13:3; Lukas 21:1-6; 2 Krønikubók 24:20-22.

▪ Hvat ger Jesus seinastu ferð hann er í templinum?

▪ Hvussu kemur hyklið hjá hinum skriftlærdu og farisearunum til sjóndar?

▪ Hvat merkir ’Gehenna dómur’?

▪ Hví sigur Jesus at einkjan læt meir enn hini ríku?